mánadagur 16. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2007
Scorpions væl umtóktir
Tað eru ikki bara gomlu brøgdini sum gera, at Scorpions er ein sera
spennandi bólkur at fáa á Summar Festivalin. Bólkurin er eisini sera
heitur júst nú við einari framúr góðari fløgu. Fyrsta stakfløgan av
útgávuni Humanity Hour 1 kallast Humanity, og leygarkvøldið
klatraði hesin sangurin upp á føroyska tónatindin. Sangurin hevur
verið á 15 teimum bestu í nakrar vikur, og hesa vikuna er Humanity
ovast á listanum. Banaroo, ið eisini skal spæla á Summar
Festivalinum, er eisini at finna á 15 teimum best. Teirra summarhitt,
Ba Yonga Wamba, liggur hesa vikuna nummar 7.
B&O fær ákoyringar
Nýggi Beosound 6 er ein lítil tónleikaspælari, sum ikki er
heilt ólíkur iPod Nano. Vanliga fær danska verksmiðjan
stórar rósur fyri sniðgeving sína, men Gadgetnews var tó
ikki serliga vinarliga sinnað, tá teir ummældu Beosound 6.
– Alt í alt so er talan bara um eina roynd at kopiera tað,
sum onnur hava gjørt. Og hetta enntá við einum láturliga
dýrum príslepa, verður sagt í tíðarritinum. Ætlandi fer
nýggja Beosound 6 at kosta 625 evrur. Fyri hetta fæst ein
tónleikaspælari við 4 Gb minni, ið kann spæla mp3- og
wma-fílur.
Tey, sum ætla sær
á summarfestival,
kunnu nú tryggja sær
hóskandi grundstykki
til tjøldini, eitt
frægari bátapláss ella
ein góðan matrikkul
at seta sín húsvogn.
Býarportrið stendur á
víðan vegg, og fyribils
eru útlutað eini
210 tjaldingarpláss,
60 matriklar til
húsvognar og 70
atløgupláss til
stuttleikabátar
SummarfeStivalur
tíðindaskriv
Tað er Norðoya Kunningar-
stova, sum saman við Bjarg-
ingarfelagnum, ið hevur
ábyrgdina av at taka ímóti
og útvega øllum teimum
mongu vitjandi pláss nær-
hendis festivalinum.
- Alt summarið hava vit
havt úr at gera at svara fyri-
spurningum og taka ímóti
bíleggingum í samband við
Summarfestivalin,
sigur
Maiken Steinberg, sum er
dagligur leiðari á Kunning-
arstovuni í Klaksvík.
Øll summarhús, vallara-
heimið og hotellkømum eru
upptikið. Men har tað er
hjartarúm er eisini húsrúm,
brosar Maiken Steinberg,
dagligi leiðari á Kunningar-
stovuni, sum fegnast um at
fleiri privatfólk leiga út og
taka ímóti gestum.
- Okkara avbjóðing er nú
at herberga øllum teimum,
sum ætla at gista í tjøldum,
at búleikast í húsvognum
og at halda til umborð á stu
ttleikabátum
Næstu dagarnar fáa Maik-
en og hennara fólk úr at
skipa og taka ímóti bílegg-
ingum frá mongu festival-
gestunum. Og aftur í ár
verður fyrilit tikið til familj-
ur, ungdómar og aðrar
áhugabólkar, soleiðis at øll
skulu kenna seg væl á
Summarfestivalinum.
Tjøld, húsvognar og
stuttleikabátar
Sum tað skilst, so verður
náttúruperlan úti í Grøv og
tann vakri og friðaði Gerða-
bøurin millum støðini, har
møguleiki verður at tjalda.
Teir flestu stuttleikabátarnir
fáa atløgupláss á Stongu-
num og á sólsíðuni av
býnum verður eisini eitt
stórt økið til nógvu hús-
vognarnir og motorsúklur-
nar, sum ætla sær at vitja
festivalin.
Luis Poulsen umboðar
bjargingartænastuna
og
bera so í bandi at nýggja
fólkamentanin við útilívi í
stuttleikabátum,
húsvog-
num og tjaldingarøkið skal
rigga á skilabesta hátt - og
at ynskini hjá gestunum
verða gingin á møti.
- Ja, nú byrjar pusluspælið
at liggja, sum vit vilja hava
tað. Vit hava í góðum sam-
starvi við festivalin og
kommuna roynt at funnið
vælegnaði øki í býnum hvat
atkomu, streym og wc- við-
urskiftum viðvíkjur. Men
álit og krøv ganga báðar
vegir, sigur Luis og sipar
til mannagongdir og reglar,
ið øll vitjandi mugu fylgja
og sum Kunningarstovan
og Bjargingartænasta fer at
ganga eftir.
Ábyrgd av egnum øki
Øll sum koma í húsvognum
og við tjøldum á Summar-
festivalin, og sum skulu
gista á almennu økjunum,
mugu bíleggja og tryggja
sær pláss. Tey sum koma í
kampingvognum og við
tjøldum fáa ávíst egið grund-
stykki ella matrikkul, sum
Bjargingartænastan hevur
eftirlit við og tann vitjandi
ábyrgdina av. Skipað verður
soleiðis fyri, at øll tjøld,
húsvognar og stuttleikabát-
arnir, fáa sítt serligt frá-
merki, sum tryggjar gestu-
num bílagda plássið, men
sum eisini gevur fyriskip-
arunum betri møguleika at
fyribyrgja óskili og ábyrgda-
loysi.
- Tað eigur ikki at vera
neyðugt og tað er heldur
ikki uppgávan at kontollera
vaksin fólk. Men bjargingar-
tænastan skal fyrst og
fremst veita neyðuga leið-
beiningina og hjálpina til
gestirnar, soleiðis at øll
kunnu kenna seg í tryggum
og góðum hondum á Summ-
arfestivalurin, sigur Luis
Poulsen úr Klaksvík.
Tað eru fyribils útlutaði
eini 210 tjaldingarpláss, 60
matriklar til húsvognar og
70
atløgupláss
til
stuttleikabátar, sum kunnu
bíleggjast
frá
Norðoya
Kunningarstova, sum svarar
mánadag til fríggjadag frá
klokkan 9 – 17 og leygardag
frá klokkan 10 – 12 á
456939. Eisini ber til at
skriva teldupost til
info@klaksvik.fo
Bryan Rice
arbeiðir við
nýggjari
fløgu
Tann skjótt Føroya-
aktuelli Bryan
Rice fyrireikar í
løtuni eina nýggja
fløguútgávu
Summar
feStivalur
tíðindaskriv
Bryan Rice gjørdist kend-
ur eftir satuttari tíð við
sanginum No Promises,
sum m.a. var at hoyra í
filminum Nynne. Sang-
urin, sum er eitt av fleiri
kendum brotum úr fløg-
uni
Confessional
frá
2006 verður í heyst fylgd-
ur av nýggjum tilfari.
Komandi fløguútgáv-
an, sum Bryan Rice í løt-
uni er í holt við at fyri-
reika, kann í stuttum
lýsast sum norðurlendskt
samstarv við trimum høv-
uðsleikarum.
Framleiðarin, rapparin
og sangskrivarin Remee
Hansen gjørdist í fyrru
helvt av 90unum kendur
við trio´ini Sound Of
Seduction,
og
hevur
seinni samstarvað við
eitt nú S.O.A.P. og Caro-
line Henderson. Hann er
ein av trimum, sum higar-
til eru sett í samband við
komandi
fløguna
hjá
Bryan Rice. Í apríl mán-
aða kom stakfløgan I
Lied, sum er ein for-
smakkur upp á uppfylgj-
aran til vælumtóktu frum-
útgávuna
hjá
danska
sangaranum.
Aktuelli
sangurin er skrivaður av
Bryan Rice saman við
svenska framleiðaranum
Harry Sommerdahl og
norska
lagsmiðjinum
Hanne Sorvaag.
Á festival í bili, báti
og í bønum
Norðoya Kunningarstova roknar við nógvum festivalgestum, og tí fyrireika tey seg eisini til at hýsa fólki á ymsan hátt – millum annað við nógvum atløguplássum til
bátar