Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 134 - 16. juli 2007 Í síðstu viku hevði Norrøna 1.250 ferðafólk á túrinum til Íslands, og fleiri met eru á veg Ferðavinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Norrøna hevur pláss til 1.483 ferðafólk og 800 bil­ ar, men hesi tølini kann reiðaríið ikki brúka í sam­ bandi við siglingina til og úr Íslandi. Orsøkin er, at ferðafólk, sum fara til Íslands, hava ofta stórar bilar við sær, og tað avmark­ ar bilatalið, tí tað eru ikki øll bildekkini á Norrønu, sum kunnu taka teir stóru bilarnar. Tí var tað ein av teimum heilt stóru túrunum, tá Norrøna kom á Seydisfjørð­ in í síðstu viku við 1.250 ferðafólkum og umleið 400 bilum. – Hatta er ein av okkara størstu túrum. Hann er mill­ um tríggjar teir bestu, sigur Jákup Sverri Kass á sølu­ deildini hjá Smyril Line. Samstundis kann hann frøast um, at tann næst­ seinasti túrin til Íslands var næstan líka stórur, og at onkur uppaftur størri túrur er í væntu. Tí sum nú sær út, fer Norrøna væntandi at seta nýtt met á túrinum til Íslands tann 8. august. Fleiri met Jákup Sverri Kass sigur, at tað er ikki bara á Íslands­ rutuni, at Norrøna setir met í summar. Hann væntar, at skipið fer at seta nýggj met á øllum rutum, tí allir marknaðir eru í vøkstri. Ein orsøk er, at nógvir føroy­ ingar og íslendingar hava valt at ferðast við Norrønu í ár, og harafturat hava fleiri týskarar, italiumenn, niður­ lendingar, fransmenn og spaniumenn valt Norðurat­ lantshavið í summar. Góður túrur hjá Norrønu Norrøna setir fleiri nýtt met í ár Reglurnar um trygd á sjónum eru alt ov linar í Grønlandi, men tað eru ikki grønlendingar, sum áseta tær Grønland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í seinastuni hava bátsvan­ lukkur í Grønlandi kravt mannalív, og tað fær nú landstingslimin Ane Hansen at krevja, at reglurnar um trygd á sjónum skulu endurskoðast, tí tær eru alt ov linar, heldur hon. Men tann stóri trupul­ leikin er sambært Ane Han­ sen, at tað eru ikki grøn­ lendingar, sum gera reglur­ nar um trygd á sjónum, tí tann lógarheimildin liggur í danska Fólkatinginum. Tað er ein trupulleiki í sær sjálv­ um, heldur hon, tí viður­ skiftini í Grønlandi og Dan­ mark eru so ólík. Tinglim­ urin hjá IA sigur við út­ varpið í Nuuk, at fleiri upp­ skot hava verið í Landsting­ inum um at herða reglurnar, men at øll eru vorðin burturvíst við teirri grund­ geving, at Landstingið hev­ ur ikki heimild til at lóggeva á økinum. Ane Hansen vísir á, at reglurnar í Grønlandi krevja ikki, at smá før skulu hava VHF, bjargingarvestar, neyðrakettir ella aðra trygd­ arútgerð. Tí er neyðugt, at reglurnar verða herdar beinanvegin, sigur hon. Alt ov linar reglur um trygd á sjónum Ane Hansen Stanley í Miðlahúsinum Í løtuni er fuglfirðingurin Stanley Samuelsen á konsertferð kring Føroyar. Framførslan á Vestanstevnu leygardagin var startskotið, og komandi leygardag endar hann ferðina við at spæla í Runavík. Í annaðkvøld, týskvøldið, ber til at hoyra ein av okkara kendastu vísusangarum í hugnaligu hølunum í Vágsbotni. Talan verður um egnar sangir og eisini tulkingar av løgum hjá øðrum. Framførslan byrjar kl. 20 og kostar 100 kr. Sirkus er komið til Føroya Tá ið Norrøna legði at í Havn í morgun, kom eitt sirkus við ferðafólkunum í land. Talan er um Cirkus Lice de Luxe, sum fer at framføra í Havn. Framførslan fer fram á Tinghúsvøllinum í morgin kl.16, og atgongdin er ókeypis. Cirkus Lice de Luxe er eitt spanskt sirkuslið, ið heldur til í Barcelona. Føroyskur DJ á G! Høvi verður at hoyra nakað so forkunnugt sum føroyskt tekno og hús (house) á G! Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kann hoyra føroyskar DJ’s, ið gera sín egna tónleik. Tekno, hús (house) og líknandi elektroniskur tónleikur hevur so at siga verið ikki verið í Føroyum gjøgnum tíðirnar. Men seinastu árini er ein lítil veking farin fram innan hetta slagið av tónleiki. Nevnast kunnu High Hat, SAKARIS, Dan G. Helgi og so tey bæði über­hippu spøkilsini í The Ghost. Ein annar, ið hevur kastað seg yvir elektroniska tónleikin, er strandingurin Dávur Poulsen. Síðani 1999 hevur Playmo, ið er hansara listanavn, gjørt sín egna tónleik, so tað verður avgjørt áhugavert at hoyra hann á G! í hesum soltnu DJ­tíðum!