mánadagur 16. juli 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 134 - 16. juli 2007
tíðindi
Heili 700 fólk vóru
savnað í Fugloy á
útoyggjastevnu leygar
dagin
Úoyggjastevna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit skulu rópa harðari!
Tað var niðurstøðan á
aðalfundinum í Útoyggjafe-
lagnum leygardagin.
Aðalfundurin var í Fugl-
oy, har eisini Útoyggjastev-
na var og tað sigast at hava
verið eitt sera væleydnað til-
tak, tí har vóru ikki færri
enn 700 fólk savnað í
Fugloy.
Fólk vóru komin í oynna
úr øllum landinum og við
alskyns bátum og førum,
bæði almennum og privat-
um.
Og har var gott lag í Fugl-
oy, bæði á Kirkju og í Hatt-
arvík. Um dagin vóru tiltøk
í Hattarvík og um kvøldið
var farið til Kirkju, har før-
oyskur og enskur dansur
var tað mesta av náttini.
Rópa harðari
- Á aðalfundinum samdust
vit um, at hereftir skal felag-
ið gera meiri vart við seg í
politiska kjakinum, sigur
Olga Biskupstø, sum er
skrivari hjá felagnum.
Hon sigur sostatt, at sem-
ja er um, at felagið eigur at
vera meiri virki í politiska
kjakinum og eigur at gera
vart við seg, tá ið politikarar
viðgera útoyggjamál.
Sum eitt dømi nevnir
hon, at Farmaleiðir vórðu
einskildar og tað fekk stóra
ávirkan á viðurskiftini á
útoyggj.
- Vit ætla eisini at bera so
í bandi, at fleiri einskiljingar
Vit skulu rópa harðari
Hetta er nevndin og umboðsráðið í Útoyggjafelagnum Frá vinstru standa: Magnus Eliasen, Mikladalur, Poulina Eliasen, Syðradalur, Sanna Silvurstein, Hestur,
Fríða Isaksen, Húsar, formaður í umboðsráðnum, Óla Jákup úr Dímun, formaður í nevndini, Harry Jensen, Skúvoy, Eyðun Eliasen, Trøllanes, Esbern í
Eyðanstovu, Mykines, næstformaður í nevndini, Olga Biskopstø, skrivari og samskipari og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun. Andras í Frammistovu umboð fyri
Fugloy og Katrina Johannesen umboð fyri Mykines, eru ikki við á myndini.