mánadagur 16. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 134 - 16. juli 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Eg fari eftir at vinna 31 róðrar á hesum sinni,
tí ólavsøkan skal eisini vinnast
Ludvík við Stein, Eysturoyingur
Tað var greitt und
an róðrinum á
vestanstevnu, at fleiri
føroyameistarar fóru
at blíva funnir, og tá
alt komu til alt blivu
fimm føroyameistarar
funnir á vestanstevnu
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kappróðrarárið hevur ikki
verið serliga spennandi í ár,
tí at munurin millum bátar
nar hevur verið alt ov stórur
í teimum ymsu bátaflokk
unum. Hjá fleiri av báta
flokkunum høvdu fremstu
bátarnir vunnið allar róðrar
nar undan vestanstevnuni,
og hetta førdi eisini við sær,
at hjá heili seks av báta
flokkunum høvdu fremstu
bátarnir sjálvir møguleika
at avgera kappingina um
meistaraheitið
á
vest
anstevnu, um teir megnaðu
at vinna sín róður.
Bátarnir,
sum
sjálvir
kundu avgera meistaraheitið
á
vestanstevnuni,
vóru
Hvassi hjá 5mannaførum
við gentum, Sílið hjá 5
mannaførum við kvinnum,
Jarnbardur hjá 6mannafør
um við kvinnum, Sundabát
urin hjá 6mannaførum við
monnum, Heiðabáturin hjá
8mannaførunum og Eystur
oyingur hjá 10mannaføru
num. Og eftir vestanstevnu
róðurin kann staðfestast, at
fimm av hesum manningun
um megnaðu at tryggja sær
meistaraheitið.
Jarnbardur var
tann fyrsti
Fyrsti føroyameistarin, sum
bleiv funnin í ár, vóru kvinn
urnar umborð á Jarnbardi,
sum við sigrinum á vestan
stevnu vunnu sætta róðurin
á rað í ár. Við hesum eru
tær ósigraðar í hesum kapp
ingarárinum, og tær mugu
eisini sigast at hava vunnið
allar sínar róðrar rættiliga
trygt.
Næsti føroyameistarin í
ár bleiv funnin í róðrinum
hjá 5mannaførum við gent
um. Her kundi Hvassi
tryggja sær FM við einum
sigri, og tær megnaðu eisini
at vinna fyri fimtu ferð í
ár.
Sundabáturin, sum hevur
fingið nógv sera góð úrslit,
síðani báturin bleiv bygdur,
megnaði eisini at vinna
meistaraheitið á vestan
stevnu. Tað sá leingi út til,
at Tvørabáturin ætlaði at
geva
Sundabátinum
ein
skarpan gang, men móti
endanum var eingin ivi, og
so var enn eitt meistaraheitið
veruleiki hjá Sundabáti
num.
Tvey FM til Runavíkar
Sísðtu tvey meistaraheitini,
sum blivu vunnin á vestan
stevnu, fóru bæði til Runa
víkar. Hetta var ikki bein
leiðis óvæntað, tí undan
vestanstevnuni høvdu bæði
Heiðabáturin og Eysturoy
ingur vunnið allar sínar
róðrar í ár.
Heiðabáturin
megnaði
enn einaferð at koma fyrstu
á málið á vestanstevnu leyg
ardagin, men hann var
leingi undir trýsti frá Argja
bátin. Sigurin kom tó í hús,
og sostatt var fyrsti meist
araheitið hjá runavíkingum
komið í hús.
Tað gekk tó ikki long tíð,
so var næsta meistaraheitið
veruleiki.
Eysturoyingur
megnaði nevniliga eisini at
vinna á Vestmenningi í ár,
men ungu menninir umborð
á Vestmenningi fylgdu væl
við allan vegin, og á máli
num var bert ein bátslongd
á muni. Annað meistara
heitið til Runavíkar var tó
veruleiki, so hetta var ein
góður dagur hjá teimum.
Sílið má bíða
Sætti báturin, sum sjálvur
kundi avgera meistarahetið
á vestanstevnu, var Sílið
hjá
5mannaførum
við
kvinnum. Ein sigur til tær
hevði
tryggjað
teimum
meistaraheitið, men soleiðis
bleiv ikki.
Ørnin legði seg á odda alt
fyri eitt, og hesa leiðslu
megnaðu tær at halda allan
vegin. Sílið royndi í fleiri
umførum at leggja kvinnur
nar umborð á Ørnini undir
trýst, men henda dagin var
einki at gera við Ørnina,
sum vann róðurin í stórum
stíli. Sílið er tó heili sjey
stig framman fyri Ørnina í
kappingini um meistaraheit
ið, og tí skulu tær í roynd
og veru bert hava eitt stig á
ólavsøku fyri at vinna FM,
men eingin ivi er um, at tær
ætla sær sigurin á heima
sjógvi á ólavsøku.
Havfrúgvin
manglar lítið
Tað var bert í einum báta
flokki, at fremsti báturin
ikki kundi avgera meistara
heitið á vestanstevnu. Hetta
var hjá 5mannaførum við
dreingjum, har Havfrúgvin
undan róðrinum á vestan
stevnu var fýra stig framman
fyri Sílið.
Men í hesum róðrinum,
eins og í øllum hinum, er
alt at kalla avgjørt eftir vest
anstevnuróðurin. Havfrúgv
in vann nevniliga tryggan
sigur henda dagin hálvaaðra
bátslongd framman fyri
Sílið.
Við sigrinum er Havfrúgv
in nú seks stig framman
fyri Sílið, og tí er bert neyð
ugt við tveimum stigum á
ólavsøku fyri at vinna meist
araheitið.
Fimm meistarar funnir
Í dreingjaróðrinum er gullið enn ikki avgjørt. Men við seks stigum aftur til Sílið eru teir á Havfrúnni serstakliga væl fyri í so máta
Mynd: Álvur Haraldsen