Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 134 - 16. juli 2007 ] Sven-Gøran vann fyrsta dystin Manchester City spældi um vikuskiftið sín fyrsta venjingardyst í summar. Nýggi venjarin Sven-Gøran Eriksson kundi fegnast um, at hansara lið vann dystin. Úrslitið gjørdist 3-0 til Manchester City, og tað var kanska ikki nakar óvæntaður sigur, tá ið hugsað verður um, at møtstøðuliðið var Doncaster. Áhugin fyri dystinum og fyri Eriksson annars hevur verið sera stórur, nú fyrrverandi enski landsliðsvenjarin er komin aftur til Onglands at starvast. Christian við eykaliði Eykaliðið hjá Manchester City spældi um vikuskifti sín fyrsta venjingardyst í summar. Dysturin var ímóti Stalybridge Celtic, og City vann dystin 2-1. Christian Restorff Mouritsen venur vði eykaliðnum hjá Manchester City, og hann byrjaði eisini á vøllinum í hesum venjingardystinum. Christian var tó ikki millum málskjúttarnar. Málið hjá City vardi Kasper Schmeichel, sum er sonur Peter Schmeichel. Bæði Ludvík við Stein og Tóroddur Vang fingu sín 30. sigur í kappróðri, tá Eysturoyingur vann 10-mannafarsróðurin á vestanstevnu KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Síðsti róðurin á vestanstevnu var sum vera man róðurin hjá 10-mannaførunum, og her vóru tað bert Eysturoy- ingur og Vestmenningur, sum vóru við í kappingini. Undan róðrinum vóru teir umborð á Eysturoyingi stórir favorittar at vinna róð- urin, men hesu ferð fingu teir ein skarpan gang frá Vestmenningi. Tað var Vestmenningur, sum fekk betru byrjanini uppá róðurin, men munurin var ongantíð tann heilt stóri. So við og við tók Eystur- oyingur inn á teir, og eftir eini løtu fóru teir frá Vest- menningi, og so var líkt til, at vit fóru at fáa enn ein av tryggu sigrunum til Eystur- oying, men soleiðis bleiv ikki. Vestmenningur fekk spenning í aftur róðurin, og leingi var at kalla eingin munur á bátunum. Í enda- spurtinum var tó líkt til, at teir umborð á Vestmenningi høvdu brúkt í so nógvar kreftir, tí her megnaðu teir ikki ordiliga at trýsta Eystur- oying, sum vann róðurin eina knappa bátslongd framman fyri Eysturoying. Halda ikki fram Eftir róðurin fingu vit orðið á bátsformannin á Eystur- oyingi, Ludvík við Stein, sum vann sín 30. FM-róður saman við Tóroddi Vang. Hann var glaður um at vinna harða róðurin. - Tað var gott at vinna, men vit fingu harða kapping frá Vestmenningi í dag. Hann segði eisini, at hann visti av, at hetta kundi blíva sigur nummar 30. - Ja, eg visti av tí, men hetta var ikki nakað, sum eg hugsaði ordiliga um. Vit vunnu tó róðurin, so nú er sigur nummar 30 komin í hús. At enda spurdu vit Lud- vík, um ólavsøkuróðurin bleiv hansara síðsti róður, ella um hann ætlaði at halda fram komandi ár. - Nei, eg ætli mær ikki at halda fram komandi ár. Eg fari eftir at vinna 31 róðrar á hesum sinni, tí ólavsøkan skal eisini vinnast. Eg skal tó ikki siga við vissu, at eg ikki byrji aftur. Møguliga fari eg at rógva aftur eina ferð í framtíðini, sigur Lud- vík við Stein at enda. Sum vit skilja, so ætlar Tóroddur Vang sær eisini at gevast eftir hetta kappingar- árið. Heiðabáturin vann sætti róðurin á rað í ár, tá teir endaðu fremst á vestanstevnu, men hesu ferð fingu teir harða kapping frá reyða Argjabátinum, sum førdi stóran part av róðrinum KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Heiðabáturin hevur vunnið trygt á hvørjari stevnu í ár, og tí vóru teir stórir favo- rittar at vinna 8-mannafars- róðurin á vestanstevnu leyg- ardagin. Einasti báturin, sum undan róðrinum sá út til at kunnu geva Heiðabát- inum kapping, var Árnfirð- ingur, sum hevur tikið seg sera nógv fram síðstu róðrar- nar. Tað var tó ikki Árnfirð- ingur, sum gav Heiðabáti- num kapping hesaferð men í staðin var tað Argjabáturin, sum rættiliga beit frá sær fyrstu longu løtuna. Argja- báturin legði nevniliga sera væl fyri, og eina løtu vóru teir eina heila bátslongd framman fyri Heiðabátin. So við og við raknaðu teir tó við á Heiðabátinum, og spakuliga ótu teir meir og meir av leiðsluna hjá Argjabátinum. Argjabáturin royndi tó alla tíðina at halda fast um leiðsluna, og tá bát- arnir báðir fóru undir enda- spurtin, var at kalla eingin munur millum teir. Í endaspurtinum var Heiðabáturin tó sterkari, og vann við eini hálvari báts- longd niður til Argjabátin. Við sigrinum eru teir á Heiðabátinum enn ósigraðir í ár, men Argjabáturin vísti, at tað ber til at steðga Heiða- Tveir hava vunnið 30 ferðir Heiðabáturin hevur fult stigatal Eysturoyingur hevur havt nógv at feira seinnu árini Mynd: Álvur Haraldsen Argjabáturin gav harða kapping, men í endaspurtinum megnaðu teir tó ikki at taka Heiðabátin av Glyvrum Mynd: Álvur Haraldsen