Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 134 - 16. juli 2007 ] Backe hjálparvenjari í City Svenski Hans Backe, sum í fleiri ár var venjari hjá Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, er nýggjur hjálparvenjari í Manchester City. 55 ára gamli Backe hevði annars tikið seg meira ella minni aftur frá venjarayrkinum, men tá ið boð vóru eftir honum úr Onglandi, kundi hann ikki siga nei. Backe verður sostatt hjálparvenjari hjá landsmanninum Sven-Gøran Eriksson. Backe vónar, at hann kann geva City- liðnum struktur og organisatión. Súni víðari í Intertoto Eftir javnleik 2-2 á útivølli ímóti finska liðnum FC Honka, kundi AaB avgera alt á heimavølli. Og tað gjørdu teir, hóast tað ikki var so sannførandi, sum tað kundi verið. Dysturin á Aalborg Stadion endaði við javnleiki 1-1, og so kom AaB víðari, tí liðið hevði gjørt fleiri mál á útivølli. Jón Rói Jacobsen spældi í verjuni frá dystarbyrjan, og hann var tikin út fimm minuttir fyri tíð. Súni Olsen spældi allan dystin á miðvøllinum. AaB skal í næsta umfari av Intertoto Cup spæla ímóti belgiska liðnum Gent. Jarnbardur hevur meir ella minni átt 6-mannaførini hjá kvinnum síðstu nóg­vu árini, og­ á vestanstevnu leyg­a- rdag­in kundu tær leg­g­ja enn eitt meista- raheitið afturat sam- ling­ini KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eingin ivi er um, at mann- ingin á Jarnbardi hjá 6-man- naførum við kvinnum ætlaði sær at vinna róðurin á vestanstevnu, og sostatt fáa sætta sigurin á rað í ár. Men fyri at tryggja sær meistaraheitið á vestanstev- nu, so var í roynd og veru ikki neyðugt hjá teimum at vinna róðurin. Tær skuldu nevniliga bara fullfíggja róðurin, tí munurin niður til Kollfirðing á øðrum plássi var so stórur undan vestan- stevnuróðrinum, at Kollfirð- ingur hevði ongan møgulei- ka at fanga Jarnbard aftur, um hesin megnaði at koma á málið. Og ikki so óvæntað, so kláraðu kvinnurnar umborð á Jarnbardi at finna mállin- juna á vestanstevnu, og tað gjørdu tær sum ikki einaferð í stórum stíli. Tær førdu nevniliga frá fyrsta taki, og inn eftir fjørðinum gjørdist munurin bara størri og stør- ri niður til hinar báðar bátar- nar, Kollfirðing og Lóm. Á málinum vóru tær langt fremst, og so var enn eitt meistaraheiti veruleiki. Eftir róðurin fingu vit orðið á tríggjar av fegnu vinnarunum umborð á Jarn- bardi. Altíð deiligt at vinna Jarnbardur hevur ikki fing- ið tað øgiliga kappingina hjá 6-mannaførum við kvinnum í ár, men allíkavæl vóru tær tríggjar sera fegnar um sigurin. - Ja, tað er altíð deiligt at vinna. Man er við fyri at vinna, og tí er gleðin sjálv- andi eisini stór, tá hetta eyd- nast, siga tær. Sjálvt um tær vunnu ein tryggan sigur á vestanstevnu leygardagin ,so vóru tær all- ar samdar um, at tað var óg- vuliga tungt at rógva henda dagin. - Ja, tað føldist øgiliga tungt at rógva í dag. Tað var næstan sum at rógva í sirop- pi. Annars var gongdin á leið tann sama sum á hinum stevnunum. Vit løgdu hart út, og so royndu vit bara at halda ella økja um leiðsluna inn eftir firðinum, og hetta eydnaðsit til fulnar. Fýra bátar hava verið við til eina stevnu í ár hjá 6- mannaførum við kvinnum, meðan talið annars hevur verið tveir ella tríggir bátar, og hetta er sjálvandi ikki serliga nógv. Sjálvt um tær tríggjar vóru ógvuliga glað- ar um sigrarnar í ár, so vóru tær tó samdar um, at kapp- ingarárið í ár hevur ikki ver- ið júst tað sama, sum okkurt annað árið. - Nei, tað hevur ikki verið heilt tað sama í ár, tí tað hava verið so fáir bátar við í kappingini hjá okkum. At rógva ímóti tveimum bátum er ikki líka stuttligt, sum tá til dømis átta bátar eru við, soleiðis er tað bara. Vit eru tó glaðar um, at fyrst og fremst Kollfirðingur valdi Enn eitt meistarahei Dysturin í millum Havfrúnna og­ Sílið hjá 5-mannaførum við dreing­jum hevur verið harður í ár, men við sig­ri á vestanstevnu hava dreing­irnir umborð á Havfrúnni bara brúk fyri tveimum stig­um afturat fyri at tryg­g­ja sær meistaraheitið KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hjá seks av bátaflokkunum kundu fremstu bátarnir í FM-kappingini við einum sigri á vestanstevnu sjálvir avgera, um teir fóru at vinna meistaraheitið. Einasti báta- flokkurin, har fremsti bátur- in ikki sjálvur kundi avgera meistaraheitið á vestanstev- nu, var hjá 5-mannaførum við dreingjum. Her var Hav- frúgvin fýra stig framman fyri Sílið undan róðrinum í Sørvágu, men eftir róðurin er alt, sum bendir á, at Hav- frúgvin fer avstað við meis- taraheitinum. Dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu nevniliga ein knúsandi sigur á vestan- stevnu, har teir vóru meir enn hálva aðru bátslongd framman fyri Sílið. Við sig- rinum eru teir nú seks stig framman fyri Sílið, og tí skulu teir bert hava tvey stig á ólavsøku fyri at tryggja sær meistaraheitið. Ólavsøkan hevur stóran týdning Gleðin var sum vera man sera stór umborð á Havfrún- ni eftir sigurin, sum sigst vera fyrsti sigur hjá einum báti úr Vestmanna á Sør- vágsfirði nakrantíð. - Hetta var sjálvandi øgi- liga gott. Vit fingu eina lítla leiðslu beinanvegin, men inn eftir fjørðinum svaraði Sílið aftur. Vit høvdu tó ein góðan miðróður í dag, har vit øktu um munin, og í endanum fóru vit so ordiliga frá Sílinum, sigur ein av dreingjunum umborð á Hav- frúnni, Frank Müller. Hann er eisini avgjørdur á málinum, tá vit spyrja hann um síðsta róðurin, sum verður á ólavsøku. - Meistaraheitið skal so í øllum førum vinnast. Tað er einki at ivast í tí. Tað hevur tó eisini sera nógv at siga fyri okkum at vinna ólavsø- kuróðurin, tí hesin hevur ótrúliga stóran týdning, sig- ur Frank at enda. Havfrúgvin á meistarakós Sílið hevur mangan givið harða kapping, men hesa ferð tóktist Havfrúgvin tó seta punktum fyri FM-spenninginum. Enn er tó ólavsøkan eftir at kappast um Mynd: Álvur Haraldsen