Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 134 - 16. juli 2007 ] Lyngby tapti ímóti Køge Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen var omaná, tá ið hansara lið, ið spælir í næstbestu donsku deildini, royndi seg í venjingardysti ímóti Lyngby, sum fyrireikar seg til superliguna. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði liðið hjá Stóra, Køge. Á liðnum hjá Lyngby eru tveir føroyskir landsliðsspælarar – Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen. KÍ og Brøndby hava fótbóltsskúla Seinnu árini hevur KÍ skipað fyri fótbóltsskúla, har útlendskir venjarar hava verið høvuðsvenjarar. Soleiðis verður aftur í ár. KÍ hevur sín fótbóltsskúla í Klaksvík í døgunum 14. og 15 august. Hesaferð samstarvar KÍ við danska felagið Brøndby um fótbóltsskúlan, og høvuðsvenjari á skúlanum verður John Ranum, sum erin royndur ungdómsvenjari í Brøndby. Hann hevur vant nógvar av stjørnunum, sum eru komnar úr Brøndby – millum annað Daniel Agger, Thomas Kahlenberg og aðrar. Meira ber til at frætta um KÍ fótbóltsskúlan á heimasíðuni hjá KÍ – www.ki.fo tið til Jarnbard at taka lut hjá 6-mannafør- unum í ár, tí uttan tær, so hevði slett eingin kapping verið, siga tær tríggjar kvinnurnar umborð á Jarn- bardi at enda. 49 sigrar – nummar 50 kann koma á ólavsøku Sum flest øllum kunnugt, so hevur Jarnbardur verið ótrúliga drúgvar hjá kvinn- unum síðstu nógvu árini. Fyrsta meistaraheitið bleiv vunnið í 1991, og síðani er eitt meistaraheitið komið fyri og annað eftir. Síðstu 17 árini hevur Jarn- bardur vunnið 10 føroya- meistaraheiti, fýra ferðir er báturin endaðu á øðrum plássi í FM-kappingini, og tvær ferðir er hann endaðu á triðja plássi. Síðani 1991 er tað bert eitt av árunum, at Jarnbardur ikki er endað- ur millum trý tey ovastu í FM-kappingini. Hetta var í 1994. Ein av mest kendu kvinn- unum innan føroyska kapp- rógving man vera Jannie Dam Jacobsen, sum hevur stýrt á Jarnbardi síðani 1996. Hetta er sostatt 12. árið, at hon stýrir á Jarnbar- di. Ein av hinum kvinnunum umborð á Jarnbardi hevur tó verið við líka leingi sum Jannie. Her er talan um Eivy Olsen, sum byrjaði umborð á Jarnbardi sama ár sum Jannie. Hon hevur eisi- ni verið við øll árini við undantaki av 1998. Hesar báðar kvinnurnar munnu eisini vera mest vinnandi kvinnurnar yvir- høvur í føroyskari kapp- rógving. Eivy Olsen hevur tilsamans vunnið ikki færri enn sjey meistaraheiti, og tað sama hevur Jannie Dam Jacobsen. Sjálvt um tær báðar hava róð við Jarnbardi síðani 1996, so hava tær ikki vunn- ið líka nógvar stevnusigrar. Eivy hevur tilsamans vunn- ið 47 stevnusigrar runt um í landinum, meðan Jannie eisini vann tveir sigrar í 1998, tá Eivy ikki var við. Hetta gevur henni tilsamans 49 sigrar á FM-stevnum kring landið. Tí liggur ein spennandi róður fyri framm- an á ólavsøku. Tá kann Jannie nevniliga tryggja sær sigur nummar 50 í lon- gu røðini, og so er spurning- urin, hvussu leingi hon ætlar at halda fram eftir het- ta. Róðurskvinnan á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, kann vinna sín FM-róður nummar 50 á ólavsøku Mynd: Álvur Haraldsen - Vit hugsaðu fyrst og fremst um at vinna vestanstevnuna, sigur Annetta Eidesgaard, sum rør við Hvassa. Hon og hennara lið- felagar tryggjaðu sær meistaraheitið á vest- anstevnu KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hvassi var ein av teimum mongu bátunum, sum hevði møguleika at tryggja sær meistaraheitið á vestanstev- nu. Við einum sigri hjá 5- mannaførumvið gentum vóru tær heilt vísar í Fm- heitinum. Tað var eisini Hvassi, sum førdi at kalla allan róð- urin. Tambar royndi í løtum at trýsta Hvassa, men har var einki at gera, og at enda var Hvassi meir enn eina bátslongd framman fyri Tambar, sum endaði á øðr- um plássi. Ein av gentunum umborð á Hvassa, Annetta Eidesga- ard, var sera glað fyri sigur- in, og hon segði, at tær hugs- aðu ikki so nógv um FM undan róðrinum. - Hetta var ordiliga dei- ligt. Vit hugsaðu fyrst og fremst um at vinna hesa stevnuna, og so var meista- raheitið eitt stórt bonus afturat vestanstevnusigri- num. Hvassi hevur vunnið fimm av seks møguligum róðrum í ár, og nú er bert ólavsøkan eftir. Hana ætla genturnar umborð á Hvassa eisini at vinna. - Ja, ólavsøkan má eisini vinnast. Tað vildi verið prikkurin yvir i’ið. Henda stevnan er sjálvandi ómetali- ga týdningarmikil at vinna, tí tað er keðiligt at vinna meistaraheitið, og so ikki vinna ólavsøkuróðurin, so vit fara at gera alt fyri at vin- na hann eisini, sigur Annetta Eidesgaard at enda. Munurin aftur til Tambar var meira enn ein bátslongd, tá farið varð um málið Mynd: Álvur Haraldsen Sundabáturin vann eisini vestan- stevnuróðurin hjá 6-mannaførum við monnum, og tí megnaði teir at tryggja sær meistara- heitið longu undan ólavsøk­uni KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sundabáturin hevur fingið sera góð úrslit, síðani bátur- in bleiv bygdur, og í so máta gjørdist árið í ár ikki nakað undantak. Leygardagin megnaðu menninir norðan úr Hvannasundi og Norð- depli nevniliga at tryggja sær enn eitt meistaraheiti, tá teir vunnu næstsíðsta róð- ur á árinum á vestanstevnu í Sørvági. Tað vóru annars Tvørabát- urin og Strálan, sum fingu bestu byrjanina upp á róður- in, og inn eftir firðinum vóru tað teir báðir, sum lein- gi stríddust um fremstu sess- in. So við og við megnaði teir á Tvørabátinum tó at fara frá Stráluni, men í stað- in fyri kapping frá stranda- monnum, so vóru tað í stað- in teir á Sundabátinum, sum byrjaðu at nærkast. Spakuliga otaði Sunda- báturin seg nærri og nærri at Tvørabátinum, og at enda var eingin munur á teimum báðum bátunum. Sum øllum kunnugt, so hevur Sundabáturin ein øgi- ligan endaspurt, og aftur á vestanstevnuni kom hesin til sjóndar. Tá ið bátarnir fóru undir endaspurtin hevði Sundabáturin vunnið seg nakað fram um Tvøra- bátin, men í endanum var eingin ivi. Sundabáturin bara økti um munin, og við sigrinum megnaðu teir eisi- ni at tryggja sær meistara- heitið. FM var eitt bonus Gullið fór til Hvannasunds Tað glappa á sundalagsstevnuni, men allar hinar FM- róðrarnar hevur Sundabáturin vunnið, og tí eru teir longu nú meistarar Mynd: Álvur Haraldsen