Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 134 - 16. juli 2007 ] Hammarby kom víðari Svenska felagið Hammarby spældi seg um vikuskiftið víðari til triðja umfar í Intertoto Cup. Í fyrsta umfari vann Hammarby á KÍ, og nú stóð írska liðið Cork fyri tørni. Fyrri dysturin í Írlandi endaði vði javnleiki 1-1, og leygardagin vann Hammarby 1-0 á heimavølli ímóti Cork. Í triðja umfari skal Hammarby spæla ímóti hollendska liðnum Utrecht. Fyrri dysturin verður leygardagin á útivølli. Fyrrverandi B68-málmaður skoraði Albert Sævarsson var í nøkur ár málmaður hjá B68, men íslendarin fór í 2005 heimaftur at búgva og spæla fótbólt. Hann spældir fyri Njarðvík í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini. Herfyri skoraði Albert tvey mál í sama dysti, sum var ímóti Fjølnir. Heimasíðan hjá B68 skrivar um dystin, at Njarðvík kom aftur um 1-0, men so kom vend í, tá ið Albert skoraði við brotssparki. Seint í dystinum fekk Njarðvík eitt brotsspark afturat, og aftur hesaferð var Albert tryggur úr 11 metrum. Sílið hevði møguleika at tryggja sær meistaraheitið hjá 5-mannaførum við kvinnum á vestanstevnu, men hesum steðgaðu kvinnurnar umborð á Ørnini, sum vunnu sín næsta sigur á árinum KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sílið var í eini sera góðari støðu hjá 5-mannaførunum við kvinnum undan vestan- stevnuni. Tær vóru heili níggju stig framman fyri teir báðar næstu bátarnar, og tí kundu tær við einum sigri tryggja sær meistara- heitið í ár. Sjálvt um Sílið var so langt framman fyri næstu bátarnar í FM-kappingini undan vestanstevnuni, so hevur kappingin hjá 5- mannaførum við kvinnum verið rættiliga spennandi í ár, og á fleiri av stevnunum hava róðrarnir verið sera spennandi. Millum annað hava tríggir ymiskir bátar vunnið á stevnunum í ár, og tí var ikki óhugsandi, at róðurin á vestanstevnu eis- ini fór at blíva spennandi. Sjálvur róðurin bleiv kanska ongantíð so øgiliga spennandi, men vinnarin var kanska eitt sindur óvæntaður, tí tað var ikki Sílið, sum endaði á ovastu rók hesa ferð, og tí má meistaraheitið bíða til komandi vikuskiftið. Frúgvin hekk føst Fyrstu ferð startdómarin skeyt hjá 5-mannaførunum við kvinnum, bleiv róðurin skotin av aftur, tí Erla Kongsdóttir hekk føst. Hetta fekk báturin úr Fuglafirði eitt gult kort fyri, og so skuldi startdómarin í gongd við at leggja bátarnar enn einaferð. Seinnu ferð róðurin bleiv skotin í gongd, hekk Frúgv- in føst, men hesa ferð valdi startdómarin av eini ella aðrari merkiligari orsøk ikki at skjóta róðurin av, og so var Frúgvin, sum annars lá væl fyri í FM-kappingini, mest sum úti av vestan- stevnuróðrinum. Ónøgdin við dómin hjá startdómaranum var eisini stór eftir róðurin frá fleiri bátsmanningum, og sjálv- andi vóru serliga kvinnurnar umborð á Frúnni bæði óðar og skuffaðar eftir róðurin. Dómurin stóð tó ikki til at broyta, og tí bleiv róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum rógvin liðugur aðru ferð. Annar sigur til Ørnina Eftir heldur óvanligu byrj- anina upp á róðurin hjá 5- mannaførum við kvinnum var tað Ørnin, sum legði fyri sum eitt satt ódnarveður. Ørnin legði seg á odda alt fyri eitt, og mest sum beinanvegin var ein heil bátslongd á muni niður til næstu bátarnar. Sílið, sum liggur á odda í FM-kappingini og sum vanliga hevur ein góðan startspurt, var slett ikki við fyrstu løtuna, og hetta gav eisini Ørnini møguleikan at leggja seg so langt fremst. So við og við fótaðu kvinnurnar umborð á Sílinum sær, og spakuliga róðu tær seg upp ígjøgnum feltið. Tær fóru fram við onkrum báti, og brádliga lógu tær og kappaðust við Fípuna Føgru um annað plássið. Longur frammi var Ørnin enn á odda, men munurin hevði hug at minka nakað niður til næstu bátarnar. Móti endanum fór Sílið frá Fípuni Føgru á øðrum plássi, og tær royndu av øllum alvi at fáa Ørnina aftur, men henda dagin var einki at gera. Ørnin var sterkasti báturin á vestan- stevnu, og tær vunnu eisini ein tryggan sigur knappa bátslongd framman fyri Sílið. Frúgvin, sum hekk føst í startinum, róði ein megnar- róður, har tær kempaðu seg frá aftasta plássi og upp á fimta pláss eina hálva bátslongd aftan fyri Rituna. Spennandi á ólavsøku Nú eru seks róðrar farnir aftur um bak, og Sílið kann ikki sigast annað enn at vera á meistarakós. Tær skulu bara hava eitt stig á ólavsøku fyri at vinna meistaraheitið, og tí skal ganga sera illa hjá teimum, um FM ikki skal koma í hús. Hinvegin er stórur spenningurin um sjálvan róðurin á ólavsøku. Higartil hevur Sílið vunnið tríggjar róðrar, Ørnin hevur vunnið tveir og Frúgvin hevur vunnið ein. Tað vera fyrst og fremst hesir tríggir bátarnir, sum fara at kappast um oddasessin, men eisini Fípan Fagra kann fara at gera seg galdandi. Hon hevur fingið fleiri góð úrslit í ár, men enn væntar ein sigur. Kanska hesin fer at koma á ólacsøku. Ørnin steðgaði Sílinum Við sigrinum á vestanstevnu forðaði Ørnin fyri, at gullið longu nú fór til Havnar. Men enn hevur Sílið so betru kortini í FM-stríðnum Mynd: Álvur Haraldsen 5-mannafør dreingir: Nr. Bátur Tíð 1 Havfrúgvin 05:03.19 2 Sílið 05:07.08 3 Teistin 05:11.08 4 Junkarin 05:11.09 5 Jallurin 05:13.08 6 Tjaldrið 05:16.24 7 Drekin 05:18.18 8 Blikur 05:21.17 6-mannafør kvinnur: Nr. Bátur Tíð 1 Jarnbardur 05:03.05 2 Kollfirðingur 05:13.06 3 Lómur 05: 5-mannafør gentur: Nr. Bátur Tíð 1 Hvassi 05:28.20 2 Tambar 05:31.00 3 Drekin 05:34.12 4 Teistin 05:41.10 5 Blikur 05:43.11 6 Ørnin 05:44.14 5-mannafør kvinnur: Nr. Bátur Tíð 1 Ørnin 05:19.15 2 Sílið 05:21.22 3 Fípan Fagra 05:25.15 4 Ritan 05:26.24 5 Frúgvin 05:28.06 6 Teistin 05:29.02 7 Jallurin 05:40.10 8 Erla Kongsdóttir 05:46.08 9 Blikur 05:47.15 6-mannafør menn: Nr. Bátur Tíð 1 Sundabáturin 07:24.16 2 Tvørabáturin 07:27.10 3 Strálan 07:28.24 4 Jarnbardur 07:32.12 5 Riddarin 07:35.11 6 Lómur 07:39.23 7 Rádni 07:43.11 8 Kollfirðingur 11:11.11 8-mannafør menn: Nr. Bátur Tíð 1 Heiðabáturin 07:05.17 2 Argjabáturin 07:06.22 3 Árnfirðingur 07:09.20 4 Ørvur 07:15.24 5 Knørrur 07:24.12 10-mannafør menn: Nr. Bátur Tíð 1 Eysturoyingur 09:21.20 2 Vestmenningur 09:24.01 Kappróðrarúrslit frá vestanstevnu