Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 134 - 16. juli 2007 ] Atli og teir vunnu Danska 1. deildarliðið Frem spældi um vikuskiftið venjingardyst ímóti SønderjydskE á útivølli. Dysturin endaði nakað óvænta við, at Frem vann dystin 3-2. Atli Danielsen byrjaði dystin á miðvøllinum, men hann varð skiftur út í hálvleikinum, tá ið fleiri útskift- ingar vórðu gjørdar. Atli kom inn aftur smáar 20 minuttir fyri tíð, og spældi seinasta partin av dysti- num, tá ið Frem skoraði sigursmálið. Mourinho og Abramovich slætta sjógv Roman Abramovich, eigari av enska felagnum Chelsea, og venjarin Jose Mourinho hava ikki sitið væl um sátt seinasta árið. Nú skulu teir báðir hava slættað sjógvin á einum fundi, sum varð hildin um vikuskiftið. Fleiri ferðir hava tíðindi gingið í enskum miðlum um, at Mourinho fór at fáa sekkin, men hetta er ikki blivið til nakað, og tað verður framvegis tann framligi portugisiski venjarin, sum skal standa á odda fyri Chelsea í næsta kappingarári. FM-kappróður 5-mannafør, dreingir Stig íalt 1 Havfrúgvin 38 2 Sílið 32 3 Teistin 20 4 Tjaldrið 14 5 Jallurin 11 6 Junkarin 9 7 Jomfrúgvin 3 8 Blikur 3 9 Drekin 2 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 42 2 Kollfirðingur 28 3 Lómur 18 4 Smyril 8 5 Hvessingur 2 5-mannafør, gentur 1 Hvassi 40 2 Tambar 28 3 Drekin 28 4 Ørnin 15 5 Blikur 13 6 Teistin 8 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 35 2 Ørnin 28 3 Fípan Fagra 25 4 Frúgvin 22 5 Ritan 12 6 Teistin 9 7 Jallurin 1 6-mannafør, menn 1 Sundabáturin 40 2 Tvørabáturin 30 3 Strálan 26 4 Jarnbardur 17 5 Lómur 7 6 Riddarin 5 7 Sølmundur 5 8 Rádni 2 8-mannafør 1 Heiðabáturin 42 2 Argjabáturin 29 3 Ørvur 21 4 Árnfirðingur 20 5 Knørrur 14 10-mannafør 1 Eysturoyingur 42 2 Vestmenningur 30 3 Havnarbáturin 12 Úrslit á vestanstevnu Gentur yngri enn 8 ár, 2 km Nr. Navn Bústaður Tíð 1 Heidi Joensen Miðvági 7,27 Dreingir yngri enn 8 ár, 2 km 1 Tummas Simonsen Tórshavn 5,31 2 Bartal Dam Gregoriusen Argjum +0,46 3 Hákun Poulsen Argjum + 0,57 4 Mattias Jacobsen Miðvági + 1,15 5 Arne Tausen Miðvági + 1,16 6 Árni Hansen Miðvági + 1,27 7 Bárður Heðinsson Sørvági + 1,43 Gentur 9-11 ár, 4 km 1 Hildur Poulsen Argir 12,45 2 Henrikka Samuelsen Miðvági + 0,52 Dreingir 9-11 ár, 4 km 1 Niels Gilstein Midjord Tórshavn 9,21 2 Tóri Nielsen Sandavági + 0,12 3 Magnus Heinason Eysturoy Tórshavn + 1,28 4 Hjørtur B. Poulsen Tórshavn + 2,06 5 Hallur Jørgensen Sørvági + 2,11 6 Bjarni Skála Argir + 2.15 7 Maks Västhav Svøríki + 2,43 Dreingir 12-14 ár, 6 km 1 Benjamin Thomassen Kollafirði 13,23 2 Jóanis Albert Nielsen Sandavági + 1,07 3 Andreas Olsen Danmark + 4,39 Vaksin menn, 33 km 1 Torkil Veyhe Tórshavn 50,56 2 Eli J. Christiansen Tórshavn + 1,50 Torkil Veyhe var fremstur av teimum vaksnu, tá súkklað varð um kapp á vestanstevnu í Sørvági Súkkling Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu undan kappróðinum fóru bæði børn og vaksin undir kappingina. Byrjað varð við Kirkjuna, og síðani varð súkklað móti Bø, áðrenn kósin aftur varð sett heimaftur. Hugaligt var at síggja, at luttøkan til yngru bólkarnar var heilt góð. Til samans kappaðust 17 dreingir í dreingjabólkunum, meðan tríggjar gentur tóku lut í gentubólkunum. Hjá teimum vaksnu, sum súkklaðu einkultstart, vóru bara tveir luttakarar. Nakað sum ivaleyst var ávirkað av, at alt ferðalagið hjá súkklulandsliðnum enn ikki er komið aftur av Rhodos. Men við nærum tveimum minuttum aftur til Eli Christiansen prógvaði Torkil Veyhe enn einaferð, hvussu sterkur hann er á einkultstartinum. Hjá teimum vaksnu verður næsta kappingin Statoil Kring Føroyar, sum byrjar mikukvøldið. Áhugin hjá yngru súkklarunum at taka lut var heilt stórur, tá skipað varð fyri vestanstevnusúkkling Mynd: Álvur Torkil vann í Sørvági