Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 134 - 16. juli 2007 ] Katrin Ol­ sen vann gull í World Cup Hon og bátsfelagin stað­festu, at tær eru tað­ sterkasta parið­ Kappróður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sunnudagin vunnu Kat­ rin Olsen og bátsfelagið hennara gull í World Cup kappingini í Luz­ ern. Sostatt vístu tær, at sigurin í seinastu world Cup kapping ikki var av tilvild, tí aftur hesu­ ferð vóru tær sterkast í lættvekts­dupult­scull­ aranum. Men hetta førir eisini við sær, at tær vinna samlaða World Cup kappingina Krútsterka kinesiska parið var ikki við í dag, men í fyrstu World Cup kappingini herfyri, vun­ nu tær á kinesarunum og sostatt hava tær víst, at tær kunnu vinna á øll­ um, sigur Dans Roning í tíðindaskrivi. Týski báturin fekk besta startin, men so legði USA seg á odda. Men so líðandi ótu Katr­ in og bátsfelagið henna­ ra seg inn á bátarnar í oddinum og tað var ­ sum í undankappingun­ um ­ ein sera sterkur endaspurtur, sum trygg­ jaði teimum sigurin í tíðini 7:01,31 beint fyri nøsini á bátinum úr Kanada. Týskland tók bronsuna. AaB keypir miðvallarprofil Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, segði nu um dagarnar á einum fundi við sponsorar hjá felagnum, at AaB fer at gera eina avtalu við ein útlendskan profil í næstum. AaB hevur mist tveir av sínum týðandi miðvallarspælarum – Rasmus Wurtz og Frederik Winsness – og tí skal felagið hava ein nýggjan spælara í hópinum. Sæmbært Lynge Jacobsen er talan um ein spælara, sum veruliga kann styrkja liðið. Crouch framvegis í Liverpool Enska felagið Liverpool hevur rættiliga styrkt sær álopið í summar. Felagið hevur gjørt sáttmálar við Fernando Torres, Andriy Voronin og Ryan Babel, og samstundis hevur felagið latið Craig Bellamy og Robbie Fowler fara. Hinvegin er greitt, at høgi Peter Crouch skal halda fram í Liverpool. Fleiri feløg hava víst honum áhuga í summar, men Liverpool­venjarin vil hava Crouch við í hópinum næsta kappingarár. Við­ tryggum 3-0 sigri á Argentina vann Brasil í nátt Copa America Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri fjórðu ferð av seinastu fimm møguligum er Brasil suðuramerikanskur meistari í fótbólti. Hetta stendur greitt, eftir at teir gulu í gjár vunnu 3­0 á arvafíggindun­ um úr Argentina. Argentina vórðu annars mettir sum favorittar undan finaluni, tá tey flestu hildu, at teir høvdu sýnt besta spælið í kappingini. Men, sum so oftani áður, so gjørd­ ist tað ikki til meira enn næstan hjá teimum bláu og hvítu. Tað gingu bert fýra minut­ tir, áðrenn Brasil hevði lagt seg á odda. Julio Baptista átti fyrsu skotroyndina í dystinum, og hendan sang í meskkunum. Og tá Roberto Ayala beint fyri steðgin gjørdi sjálvmál, varð talan um tunga mótbrekku hjá Argentina. Juan Roman Riquelme hevði fyri steðgin tvær sera vandamiklar royndir, men fyrru ferðina brast bólturin á stólpan, og seinni hevði Doni í brasilska málinum eina framúr bjarging, og so kundu teir bláu og hvítu ikki gera stórt meira. Eftir steðgin hevði Brasil fult tamarhald á dystinum, og við 20 minuttum eftir at spæla varð sigurin staðfest­ ur, tá Daniel Alves skoraði eftir kontra­álop. Brasil vann í Suðuramerika Roberto Ayala hevur sent bóltin í egið net til brasilska 2-0 leiðslu, og so kann Vagner Love fegnast, meðan Roberto Abbondazieri heldur um høvdið Mynd: Polfoto/AP Nú er bara eitt svimji- felag í Suð­uroy SamStarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er bara eitt svimjifelag í Suðuroy. Í nógv ár hevur svimjife­ lag verið bæði í Vági og á Tvøroyri. Men hetta síðsta árið hava bæði feløgini samstar­ va og tað hevur riggað so væl, at tey hava nú samtykt at leggja bæði feløgini sam­ an. Nýggja Felagið eitur Suð­ uroyar Svimjifelag. Ætlanin er at venja bæði í í hylinum á Tvøroyri og í hylinum Vági og tað gevur fleiri møguleikar at skipa venjingina, sigur felagið í tíðindaskrivi. Felagið vónar eisini at síggja nógvar svimjarar í felagnum heilt úr Sumba til Sandvíkar og táið kapping­ arnar so byrja aftur, verður tað so við einum størri og sterkari og savnaðum suður­ oyarfelagi. Í sambandi við saman­ leggingina, skal nýggja felagið hava nýtt búmerki og nýtt navn. Tí verður nú útskrivað kapping um at tekna nýtt búmerki og navn, sum skal brúkast til klæðir, lýsingar, heimasíðu, brævapappír við meira. Virðisløn verður latin og 1. virðisløn er 3000 krónur, 2. virðisløn er 2000 krónur og 3. virðisløn er 1000 krónur. Freistin at senda inn upp­ skot er 20 august 2007 og uppskot kunnu sendast til reisim@ post.olivant.fo Suðuroyingar leggja saman Tá ið svimjikappingarnar verða aftur, verður tað við einum størri, sterkari og savnaðum suðuroyarfelagi