mánadagur 16. juli 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2007
29
lýsingar
Vinnumálaráðið søkir eftir einum fulltrúa til KT-
verkætlanir í KT-fyrisitingini.
KT-fyrisitingin tekur sær av kunningartøkniligari
samskipan innan landsfyrisitingina sum heild,
harímillum at seta verkætlanir í gongd innan
KT-økið.
Starvið:
Verkætlanar-fulltrúin skal stjórna, samskipa og
leggja til rættis KT-verkætlanir hjá landsfyri-
sitingini sum heild, umframt at kunna aðalráð
og allar stovnar um KT- verkætlanir.
Talan er um eitt starv í eini rættiliga nýggjari
fyrisiting, og skal tann sum settur verður, tola
møguligar broytingar í starvsinnihaldinum.
Førleikakrøv:
Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir
hava:
• Viðkomandi hægri útbúgving
• Kunnleika og royndir við EDV verkætlanum
og almennari ella privatari fyrisiting
• Góð samstarvsevnir
• Hollan kunnleika til føroyskt, danskt og
enskt.
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi
starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi,
ið tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa. Til
tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert
og mennandi við nógvum samskifti úteftir.
Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú fert at
arbeiða í tøttum samstarvi við politisku mynd-
ugleikarnar, áhugabólkar í samfelagnum og
starvsfólkini hjá landsfyritøkuni. Góðar møgu-
leikar fyri skeiðum og eftirútbúgvingum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanin
umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt onnur aðalráð.
Umsóknir:
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til:
Vinnumálaráðið
Tinganes
Postsmoga 377
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi
í seinasta lagi fríggjadagin 1.aug 2007. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Arna Poulsen tlf. 356070
VINNUMÁLARÁÐIÐ
KT-FYRISITINGIN
Søkt verður eftir fulltrúa
til KT-verkætlanir
Varaskúlastjóri
Starvið sum varaskúlastjóri í Miðvágs-Sandavágs
skúla verður lýst leyst til setan frá 1. august 2007.
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við
hann, starvsfólk og samstarvspartar skúlans
annars skal taka lut í fyrisitingarligu og
námsfrøðiligu leiðslu og virksemi skúlans
• dugir at samstarva, er virkisfúsur og
fyrikomandi
• er fúsur at taka við avbjóðingum og
broytingum og taka á seg uppgávur í samstarvi
og eftir fyriskipan skúlastjórans
• leggur dent á stundvísi, nærlagni, fakliga og
námsfrøðiliga menning.
Harumframt skal varaskúlastjórin
• vera næsti medarbeiðari skúlastjórans og
saman við honum átaka sær fyrisitingarliga
ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av
leiðslu skúlans
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri
skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri
medávirkan og medábyrgd
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving
og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og satanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verður sett
sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið sett/ur
verður, er tænastumannasettur lærari framman-
undan.
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mána-
dagin 23. juli 2007 kl. 16.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlastjórans á tlf 33 23 18 - 21 88 20 teldupostur
mss@skulin.fo.
www.skulin.fo/mss
MiðvágS-SaNdavágS SkúLi
Lærarar
Lýst verður eftir 2 lærarum til tíðaravmarkað
starv skúlaárið 2007/2008 vegna avlopstímar og
niðursetta tíð.
Tað eina starvið er fulla tíð, og hitt er uml. 12
tímar um vikuna.
Endaliga tímatalið verður sett í september.
Søkt verður eftir lærarum sum m.a.:
• Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við
lærarar skúlans taka lut í dagliga virksemi
skúlans
• Eru fús at taka á seg tær uppgávur og
avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
• Eru við til áhaldandi at menna skúlan.
• Duga at samstarva.
• Kunnu átaka sær: ábyrgd av bókasavni, ítrótt/
svimjing, danskt, enskt, heimstaðarlæru og
telduundirvísing. Allar lærugreinar eru hjá 1.
– 5. flokki.
Førleikakrøv:
Tey, ið sett verða, skulu helst hava læraraút
búgving.
Starvið verður lønt eftir avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki
18,1 – 27,4.
Umsóknir:
Umsóknir við viðmælum, avrit av prógvum o.ø.
skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 26. juli. kl. 12.00.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlaleiðaran, Kristian Højsted á telefon 361623
ella 252854.
Sands Skúli
210 Sandur
Sands Skúli