fríggjadagur 18. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 34 - 18. februar 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Um nakrar fáar dagar fer
gamli línubáturin Mai undir
heilt nýggjan tátt. Hann fer
at royna eftir vetrarnáta við
Føroyar og tað eru fimm
vágbingar, sum standa aft-
anfyri hetta slóðbrótandi til-
tak.
Vágbingarnir
keyptu
Mai, við ongum fiskiloyvi,
og tí skuldi finnast upp á
okkurt annað. Hugskotið
við vetrarnátanum kom á
borðið, og síðani hevur ver-
ið arbeitt víðari við tí.
Nátin skal virkast umborð
og øll loyvini eru komin til
høldar, sigur ein av stigtak-
arunum, sum vil vera ó-
nevndur.
Hvussu prísur og nøgd
fara at laga seg torir hann
kortini ikki at meta um, tí
enn er vitanin um tað ov
Vágbingar bróta upp úr nýggjum:
Veiða vetrarnáta við Mai
Um nakrar dagar fer Mai at royna eftir vetrarnáta við Føroyar. Fimm vág-
bingar hava keypt skipið og búgvið tað til nátaveiðu og Mai verður fyrsta
skipið, sum fer undir skipaða veiðu eftir vetrarnáta. Alt skal tilgeras umborð
og øll loyvir eru fingin til vegað - bæði veiðuloyvir og hagreiðingarloyvi
lítil, men tað plagar at vera
nóg mikið til av náta, so tað
verður neyvan trupulleikin.,
sigur hann
Sjáldsamt
inntøkugrundarlag
Hóast tað er nógvur vetr-
arnáti til kring Føroyar, so
ætla eigararnir av Mai ikki,
bara at leggja seg eftir nát-
anum. Tí ætla teir sær eisini
at royna eftir øðrum for-
kunnugum, sum kann geva
teimum inntøkur.
Nógv er til av brugdu
kring oyggjarnar og tí hava
teir søkt - og fingið - loyvið
at skjóta brugdu.
– Seinast eg visti var góð-
ur prísur fyri brugdufinnur-
nar einar 220 krónur fyri
kilo, so tað ætla vit skal vera
eitt íkast til raksturin, sigur
eini av stigtakarunum.
Annars er ætlanin at
keypa lomviga úr Íslandi, tá
hetta høvið býðst. Við hvørt
fáa íslendskir fiskimenn
nógvan lomviga í gørnun-
um og hann verður seldur á
uppboði. Har ætla vit at
liggja framvið eisini, sigur
vágbingurin.
Framleiða til
heimamarknaðin
Sum nevnt er ætlanin, at øll
veiðan, skal hagreiðast um-
borð. Fýra roytingarmask-
inur eru settar upp, og øll
loyvir frá heilsumyndug-
leikum eru fingin til vegað
soleiðis, at veiðan kann
hagreiðast umborð.
– Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan setur harðar treytir
fyri slíkum, men vit hava
arbeitt væl saman við teim-
um og nú er klárt at fara
avstað.
Vetrarnáti hevur verið
forkunnugur matur á før-
oyska borðiskinum, men
tað ætla vágbingarnir skal
verða øðrvísi í framtíðini.
Teir ætla - og vænta - nevn-
iliga serliga at framleiða til
heimamarknaðin.
– Vit hugsa ikki um útf-
lutning, men roknað við at
kunna selja meginpartin her
heima. Tó so, okkurt før-
oyingafelag uttanlands hava
víst tiltakinum stóran á-
huga, og okkurt teirra hevur
longu bílagt vetrarnáta.
Sum skilst vænta fyrireik-
ararnir ikki, at tað fer at vera
trupult at sleppa av við vetr-
arnátan, sum er til í ríkiligt
mát kring Føroyar.
– Vit ætla við tíðini, at
framleiðslan skal koma upp
á eini 500 nátar um dagin,
men tað verður neyvan so í
byrjanini, sigur vágbingur-
in.
Ferðastjórin innstillast í næstu viku
Stýrið fyri Ferðaráðið er farið at við-
gera tær fjúrtan umsóknirnar
SVEINUR TRÓNDARSON
Í síðstu viku var freistin úti
at søkja stjórastarvið á Ferð-
aráð Føroya og longu nú er
stýrið væl á veg, at viðgera
tær umsóknirnar hon hevur
valt at arbeiða víðari við.
Formaðurin í stýrinum
fyri Ferðaráð Føroya, Petur
Olivar í Hoyvík, sigur við
Sosialin, at hann væntar at
stýrið verður liðugt við við-
gerðina fyrst í næstu viku
og at innstillingin frá stýr-
inum fer at vera greið tá.
Fjúrtan umsóknir komu
til stjórastarvið, og tað er
stýrisformaðurin væl nøgd-
ur við.
– Tað vísir at tað er stórur
áhugi at gerast stjóri í før-
oysku ferðavinnuni, sigur
hann.
Trettan umsóknir vóru
frá føroyingum, meðan ein
var frá útlendingi.
Mai við bryggju í Gøtu, men um fáar dagar fer hon avstað at royna eftir vetrarnáta. Fimm vágbingar hava keypt
Mai frá miðvingum og gjørt hana út til at royna eftir vetrarnáta kring Føroyar. Hetta er ikki roynt á henda hátt áður
í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálabotni
tel. 44 12 00
VIKA 7
VIKA 7
1 Når godtfolk kommer til byen
2 Familie terapi
3 The Faculty
4 Universal Soldier
5 Forces of Nature
6 Arlington Road
7 Lokkeduen
8 Bride of Chucky
9 Inferno
10 54
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Kærlighed ved
første hik
EDtv
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Eftir at hava arbeitt í drúgva
tíð, er nú komið á mál við
at góðskutryggja vørurnar,
ið framleiddar verða á P/F
Vest Pack. Felagið hevur
fingið ISO 9002 góðkenn-
ing til bæði framleiðslu og
sølu av pakkitilfari.
P/F Vest Pack varð stovn-
að í 1994 og tók yvir virk-
semið hjá P/F Tór Plast,
sum byrjaði plastfram-
leiðslu í 1977.
Árliga framleiðsluorkan á
virkinum er 2000 tons, og
við nógvum fjølbroyttum
maskinum kunnu fleiri ym-
iskar vørur framleiðast sam-
stundis. Nevnast kann m.a.
extrudering og sveising av
plastfoliu, umframt prent-
ing av posum og pakningi
eftir ynskjum viðskiftafólk-
ana.
Virksemið fevnir stórt
sæð um framleiðslu av
plastpakningi og merkiseðl-
um til íðnað, handil og priv-
ata nýtslu. Meginreglan hjá
P/F Vest Pack er at nøkta
einhvønn tørv innan pakki-
tilfar, og í hesum sambandi
kann virkið serframleiða
pakkitilfar, umframt at fel-
agið veitir annað pakkitilfar,
ið verður framleitt aðra-
staðni.
P/F Vest Pack hevur sein-
astu tíðina víðkað um virk-
semi sítt til eisini at fevna
um heildarloysnir innan
pakkilinjur. T.v.s. at felagið,
umframt at veita pakkitilfar,
eisini veitir ráðgevan, sum
byggir á áralangar royndir
og endaliga eisini bjóðar
seg fram at veita maskinur
o. a., ið skal nýtast til pakk-
ilinjuna.
Ein stórur partur av pakn-
inginum, ið verður fram-
leiddur á P/F Vest Pack,
verður nýttur í samband við
matvørur. Krøvini til tílíkan
pakkning eru sera stór, og
verða bert rávørur, ið eru
góðkendar til pakking av
matvørum, nýttar til hendan
partin av framleiðsluni.
At felagið nú er ISO 9002
góðkent merkir, at vit í nógv
størri mun kunnu fylgja
framleiðsluni og tryggja, at
mannagongdirnar
verða
fylgdar. Endamálið er at
náa best hugsandi úrsliti-
num, bæði fíggjarliga, inn-
an góðsku og viðskifta-
nøgdsemi.
Á P/F Vest Pack eru 17
starvsfólk, har flestu av
teimum
hava
drúgvar
royndir innan økið. Í sam-
band við ISO 9002 góð-
kenningina hava øll teirra
fingið ta útbúgving, ið skal
tryggja, at góðskustýrings-
skipanin kann verða á tí
støði, vit hava sett okkum
fyri.
Av trygdar- og kappinga-
rávum fer framleiðslan á
virkinum
vanliga
fram
handan afturalatnar dyr,
men í dag frá kl. 15.00 til
18.00 verður almenn mót-
tøka í P/F Vest Pack, har
høvi verður hjá teimum vitj-
andi at síggja einasta fram-
leiðsluvirkið í Føroyum av
slíkum slag.
Starvsfólk fer at greiða
frá um framleiðsluna og um
ISO 9002 góðkenningina.
Vest Pack altjóða góðkenning
Plkastvirkið Vest Pack í Vestmanna bjóða í dag almenninginum at síggja framleiðsluna á virki-
num, sum annars bert fer fram handan læstar dyr. Virkið hevur nú fingið ISO 9002 góðkenning til
bæði sølu og framleiðslu av pakkitilfari
Tað ber ikki til at lata alt
fara aftur við borðinum. Tá
ið viðurskifti hjá fleiri
hundrað monnum áhaldandi
verða drigin fram í fjøl-
miðlum, ið nýta ymiskar
stjórar og frøðingar sum
keldu, er tíð at tala at.
Ivasamar patentloysnir
Skattalættin hjá sjómonnum
tykist vera ein tornur í eyg-
unum á mongum manni, ið
illa nokk hevur latið sítt vatn
í saltan sjógv. Longsti túrur
teirra er kanska av Konga-
brúnni og eystur ímóti
Borðuni, men kortini hava
teir patentloysnina til fiski-
menn og fiskivinnu. Ikki tað
at siga, enn er landið frítt,
so ein og hvør kann siga
sína hugsan.
Munur er á
Í mínum hugaheimi er
skattalættin til sjómannin
ein endurrindan, sum er
vanlig í øðrum londum.
Menn eru burturi frá heim-
um og familjum sínum í
mánaðir. Tuskast á sjónum
fjart frá øllum familjulívi.
Sambandið við konur og
børn er gjøgnum telefonina.
Sjómaðurin hevur ikki ar-
beiðstíð frá níggju til fýra.
Hann er bundin at sínum
arbeiðsplássi 24 tímar um
samdøgrið. Hansara ar-
beiðsbúni er ikki slips og
svartaskógvar, og hann hev-
ur onga fjálga skrivstovu at
sita og brúka seg í um góðu
skattasømdir sjómanna.
Eru
arbeiðsumstøður
teirra á sjónum so góðar, so
er bara at liggja framvið og
søkja sær kjans!
Rós og rís
Ført verður eisini fram, at
sjómenn ið eru farnir av
landinum, ikki koma aftur í
nóg stórum tali. Eg spyrji,
hvussu nógvir høvdu verið
rýmdir, um skattalættin ikki
varð settur í gildi.
Rós og rís í somu nøgd-
um; Óli Jacobsen, Anfinn
Kallsberg og onnur hava
tøkk uppborna fyri at fáa
skipanina í lag.
Hvaðani koma
krónurnar?
Stóri trupulleikin hjá stjór-
um og frøðingum tykist
vera, at ov lítið lønsemi skal
vera í vinnuni. Gamaní, til-
feingið er ogn alra før-
oyinga, men eg má spyrja,
hvaðani
peningastovnar,
landskassin, smiðjur, skip-
asmiðjur og mong onnur fáa
peningin peningin at ar-
beiða við. Ein milliard kem-
ur frá dønum; annars livir
og andar alt her á landi enn
av fiski og bert fiski.
Fiskivinnan
er grundarlagið
Ongantíð hava so fá dragsað
so nógv upp á land til frama
fyri so mong. Tað mátti ver-
ið ein sonn avbjóðing fyri
Skattalætti sjómanna er eitt endurgjald
frøðingar og búskaparráð at
fingið teir almennu stovn-
arnar at virka og javnviga
fíggjarliga. Har liggur nógv
á láni, og tað hevði kraft
sínar menn, ið hava skil á
fíggjarstýring.
Fari at enda at staðfesta,
at gongst tað sjómonnunum
og fiskivinnu væl, gongst
okkum øllum væl.
Vinarliga
Martin J. Strøm
Ein eykasýning afturat av
Móðir Sjeystjørnu - ein tón-
leikamynd, verður í leikhús-
inum hjá Grímu á Gamla
Meiarínum í Tórsgøtu sunn-
udagin tann 20. februar 2000
kl. 16.00.
Leikurin, ið byggir á
skaldsøguna hjá William
Heinesen við sama navni,
hevur verið sera væl umtókt-
ur og hevur fingið sera góð
ummæli. Áhugin at síggja
leikin hevur verið sera stórur.
Eykasýningar hava verið,
bæði fyri skúlum og almenn-
ar.
Við tað, at spælt verður
sunnudagin kl. 16, er sostatt
enn møguleiki hjá avbygda-
fólki at síggja leikin og
sleppa til hús eftir sýning-
ina. Tað verður iki farið á
bygd við leikinum Móðir
Sjeystjørna, men onkrir fyri-
spurningar eru um at fáa
leikin til útlandið.
Atgongumerki konstar kr.
100,-.
Leikurin viðgerð tey aft-
urvendnadi menniskjansligu
fyribrigdini, bardagan mill-
um lív og deyða, tað tímiliga
og tað æviga, dreym og ver-
uleika, kærleika og vón og
mangt, mangt annað.
Sýningin
sunnudagin
verður avgjørt seinasta eyka-
sýningin á hesum sinni, tí
aðrar uppgávur bíða.
Virksemi á Grímu er stórt,
og veksur alsamt. M.a. skulu
sýningarnar av barnaleiki-
num »Eitt ross og annað«
halda fram, bæði í Havn og
á bygd. Eisini skulu sýning-
arnar við einmansleikinum
»Óndskapurin« halda fram
á bygd. Seinast í hesum
mánaðinum verður eisini
framhald av skeiði í leikrit-
askriving við Eyðun Johann-
essen og Jørgen Ljungdal,
dramatikara.
Enn ein eykasýning
Demokrati og semjur
— breiðar og smalar
DEMOKRATI er gamalt hugtak og umseta vit
tað vanliga við fólkaræði. Hvussu demokrati best
verður útint hevur verið tjakast um í øldir. Platon
og Aristoteles hugleiddu um bestu demokratisku
skipanina, ið útintu fólkaræði best. Endaligar
niðurstøður fingust ikki. Tí verður demokratiska
processin altíð »tann best møguliga« og ongantíð
»tann besta«. Týskarin Robert Michels, ið livdi
tvørtur um fyrra aldarskifti, kom til ta niðurstøðu,
at í veruleikanum er tað ein lítil minniluti, ið stýrir
einum stórum líkasælum meiriluta.
DEMOKRATIIÐ hjá okkum er eitt sokallað um-
boðsdemokrati, har vald umboð taka støðu fólks-
ins vegna. Ein av veikleikunum við hesi skipan
er, at fleiri ár eru ímillum, at hesi umboð blíva
vald. Umboðini - politikararnir koma í hesum
tíðarskeiði longur og longur burtur frá tí veruliga
lívinum. »Ostaklokkuumhvørvið« í parlament-
unum syrgja partvíst fyri hesum og fyri teir polit-
ikarar, ið hava makt, hendir so tað, at teir verða
umgyrdir av »ryggklapparum« og »ja sigarum«
so enn truplari verður hjá hesum at merkja, hvat
veruliga rørist í samfelagnum. Úrslitið verður so,
at tað, sum skuldi verða fólkaræði og politikkur,
blívir til matematikk. Tað altavgerðandi verður nú
í »ostaklokkuverðini« meirlutar, breiðir og smalir,
minnilutar smáir og stórir - snøgt sagt tal av
tingmonnum. Hettar er so tann skipanin.
SKIPANIN við frælsum fjølmiðlum er ein annar
partur av okkara fólkaræði. Teir skulu fylgja við,
um fólkaræðið veruliga virkar. Fjølmiðlarnir
grunda sítt virksemi og sínar niðurstøður á alt
tað, sum rørist og fer fram í samfelagnum, hvønn
dag og hvørja løtu. Politiskar niðurstøður í fjøl-
miðlunum kunnu ikki bert gerast út frá mate-
matiskum útrokningum í tinginum - tá svíkja teir
sína uppgávu í fólkaræðisligu skipanini.
Í løtuni er størsta politiska málið okkara sam-
starvsviðurskifti við Danmark. Eingin kann vera í
iva um, at best var, um vit her heima kundu
samst um eina skipan, sum øll kundu tikið undir
við og liva undir. Okkara samráðingarleiðari til
komandi samráðingar hevur leingi eftirlýst eina
breiða semju í hesum spurningi. Semjan hann
eftirlýsti er ímillum flokkar og tingfólk. Hann hevur
longu eina semju sum er niðurfeld í samgongu-
skjalinum. Helst man hann meta, at hendan semj-
an er ov smøl at fara av landinum við.
TAÐ sær út til at samgonguplattformurin í ríkis-
rættarliga spurninginum ikki kann breiðkast í
tinginum og enn og minni út ímillum fólkið. Í tí
sambandi hevur verið víst á, at tað er grundar-
lag fyri einari breiðari semju á øðrum plattformi
enn tann, ið løgmaður longu hevur. Henda niður-
støðan er gjørd út frá tí, ið politikarar formliga og
óformliga føra fram og ikki minst tí, sum rørir seg
út ímillum fólkið í hesum landi. Henda niður-
støðu tykist at vera fallið onkrum fyri brósti, tí
hettar ikki passar inn í kunngjørdu matematikkina
í tinginum.
HER skal tí bert verða viðmerkt, at tann »líka-
sæli meirlutin«, sum Robert Michels tosar um,
kanska ikki er so líkasælur, tá ið til stykkis kem-
ur. Og tað er m.a. út frá hesum, at niðurstøður
eru gjørdar í viðmerkingum í fjølmiðlunum.