Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 Fakta um SVEINUR TRÓNDARSON Tað má sigast vera bróta upp úr nýggjum, tá farið verður undir skipaða veiðu eftir vetrarnáta við Føroyar. Gamaní er tað gamalt, at menn fáa sær eitt kók ella bæði tvey, men soleiðis at fara undir skipaða heilárs- veiðu eftir vetrarnáta - tað er ikki roynt av føroyingum áður. Men tað verður tað so nú. Fimm vágbingar hava, sum nevnt aðrastaðni í blaðnum valt at royna nak- að heilt, heilt annað, og ikki kann sigast annað enn at tað er øðrvísið - og spennandi. Arbeiði fram um vinningin Hóast tann stigtakarin, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at teir fara undir hand- ilsligar royndir eftir vetrar- náta, so er tað kortini ikki týdningarmiklasti parturin av verkætlanini. – Fyri okkum hevur tað størri týdning at skapa ar- beiðspláss í Vági enn at fáa stóran fíggjarligan vinning av verkætlanini. Gleðin at skapa arbeiðsplássini er størri, sigur hann. Mai, hava teir keypt bíl- iga - skipið hevði jú einki fiskiloyvi - og hóast teir hava brúkt næstan líka nógv til at tilbúgva skipið, so stendur Mai teimum ikki í meiri enn góðum 700 tús- und krónum. – Vit vóru hepnir, at fáa eitt gott skip fyri ein bíligan penga og tað ger tað eitt sindur lættari at fara undir. Nátaskipið úr Vági: Arbeiðsplássini eru størsta gleðin – Eingin okkara roknar við at gerast millióningur av hesum, men kunnu vit seta á stovn fimm nýggj - heilt nýggj arbeiðspláss Ì Vági, so er tann gleðin nógv størri enn pengarnir, sigur ein av eigarunum av Maj, sum um nakrar fáar dagar fer at royna eftir vetrarnáta við Føroyar Bíligur í rakstri Tá skip fara á fiskiveiðu er vanligt, at tey brúka nógv brennievni meðan tey eitt nú trola. Hesum sleppa eig- ararnir á Mai undan, tí teir koma at liggja stillir meg- inpartin av tíðini. – Vetrarnáti er til í so stór- um meingi, at okkum nýtist ikki at sigla alla tíðina fyri at koma á miðini. Tí vera útreiðslurnar til olju ikki so stórar sum hjá øðrum skip- um. Hin stóri útreiðslupost- urin verður proviantur til teir fimm menninar, sum vera við. Og hvussu stórur tann posturin verður er ikki gott at vita, leggur hann afturat, tí enn eru teir ikki greiðir yvir, hvussu leingi, teir fara at vera úti í senn. Stóran kapasitet Tað kann, uttan stórvegis trupulleikar, vera í rættuliga drúgva tíð. Báturin hevur ein stóran kapasitet og tá hagreiddi fuglurin sam- stundis er lítil í vavi, ja, so er laga manni at liggja leingi. – Nú fáa vit at síggja. Tað skal alt lagast eftir nær tað er best at selja og eisini hvussu ofta tað skal gerast, men hugsa vit um frysti- kapasitetin, so kann báturin vera ógvuliga leingi úti. Veiðan verður, sum sagt hagreidd umborð á teirri ný- gjørdu »verksmiðjuni« um- borð. Fuglurin verður roytt- ur, reinsaður, pakkaður og síðani frystur ein og ein. Áðrenn hann verður seldur verða eini 16-20 vetrarnátar pakkaðir í ein kassa. Framleiðslan umborð er gjørd eftir forskriftunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni og tað merkir, at fram- leiðslan og pakkingin fer fram í hvør sínum rúmi. – Fýra roytingarmaskinur eru settar upp og tær bíða bara eftir at sleppa í gongd. Fjarðarnir fara beint í posar, sum eru settir upp á mask- inurnar, so tað verður rein- ført umborð. Pakningurin skal eisini goymast fyri seg, men alt tað er í lagi, sigur vágbingurin, sum leggur afturat, at teir eisini máttu gera broytingar, sum Skip- asýnið kravdi. – Men vit hava valt, at gera alt samsvarandi regl- unum frá byrjan, so vit ikki skulu fara afturumaftur. Forkunnugt virksemi Tá vágbingarnir eru farnir til verka, er tað, sum sagt nátaveiðan, sum verður høvuðsálitið hjá nýggja virkinum. Men fyri at fáa alt at hanga saman fíggjar- liga er ætlanin at hava eyg- uni eftir lomviga úr Íslandi, brugdu og øðrum, sum kanska kann vera ískoyti til raksturin. Í heila tikið verður talan um ein rakstur, sum er settur saman av so forkunnugum virksemi, sum sjáldan sætt í nýggjari tíð í Føroyum. – Lomvigan kunnu vit keypa onkur ár úr Íslandi, tí viðhvørt fáa teir nógv av honum. Vit fara ikki at veiða lomviga við Føroyar og so slettis ikki ólógliga. Hetta skal ganga rætt fyri seg, sigur vágbingurin. – Men tað, sum kanska hevði verið heppið var, um vit kanska fingu onkrar hvalateljingar og fuglatelj- ingar at gera meðan vit liggja úti. Tað fer jú at bera til uttan at órógva. Báturin fer at liggja nógv á somu leið. Avroyttu fjarðarnir vænt- ar hann tó ikki nakað kann fáast burturúr. Tað verður savnað saman og koyrt í land, tá báturin kemur inn. Fimm mans vera við Tá Mai fer fyrsta túrin vera fimm mans við. Tríggir av eigarunum vera umborð, meðan tveir aðrir eisini fáa kjansin. Einki er greitt framman- undan hvussu teir skulu av- roknast, men ikki er óhugs- andi at teir fáa fasta løn fyrstu tíðina, til tað ber til at síggja hvussu tað fíggj- arliga hongur saman. – Tað vera bara teir, sum vera umborð, sum fáa løn. Hinir eigararnir fáa einki. Fyrstu tíðina verður nokk talan um fasta løn. So mugu vit fáa at síggja, hvussu leikur fer. Og teir fimm menninir fáa sítt at síggja til, tí ætl- anin er, at teir skulu hag- reiða 500 nátar um dagin. – Tað verður tað so ikki í byrjanini, men tað høvdu vit hugsað okkum við tíðini, sigur vágbingurin, sum er sera spentur upp á hvussu tað fer at gangast. Tær fýra roytingarmaskinurnar eru klárar umborð á Mai og bíða nú eftir nátunum ... Mynd: Jens Kristian Vang Mai Mynd: Skipalistin 2000 Bygdur: á Thurø Værft í Danmark Byggiár: 1947 Nøvn: Selberg og Mai Stødd: 97,78 BRT Mát: L: 24,95 m, B: 6,62, D: 2,76 Motorur: Grenaa Diesel 5s, 4t 368kW/500HK Heimstaðir: Bygdur til Sørvágs í 1947 og kallaðist Selberg. Karl Gaardlykke keypti bátin frá sørvingum í 1962 til Saltangará og gav honum navnið Mai. Petur Anker Gaardlykke keypti bátin til Vágs í 1982. Seldur til Miðvágs í sambandi við keypi av West Freezer. Í 1999 keyptur aftur til Vágs, við ongum fiskiloyvi, og skal nú royna eftir vetrarnáta. Mai hevur frá byrjan eina serliga søgu, av tí, at skipið er bygt úr serliga stórum tilfarið, sum upprunaliga er ætlað at gera eina skonnart burturúr. Petur Anker Gaardlykke greiðir frá. »Tá sørvingar lótu skipið byggja á Thurø skuldi ein skonnart smíðast áðrenn. Men eigararnir fóru á heysin áðrenn teir byrjaðu upp á hana, og nú lá skipasmiðjan inni við tilfarinum. Og hóast Mai ikki er nøkur skonnart er hon gjørt úr serliga stórum tilfari. Harumframt er so tætt ímillum bondini í henni, at tað næstan eru tey beru bond. Einaferð meðan eg var á veg inn á Runavík við fullari ferð, fór umstýringin, tá eg fara at bakka. Báturin sigldi snórabeint á bryggjuna við fullari ferð. Einasti skaði var, at stevnið fór. Var talan um eitt vanligt skip, so fór tað beint til botns. Eingin ivi um tað. Skaðin skuldi sjálvandi umvælast, men tað bar næstan ikki til at fáa tilfar til skipið. Á Thurø var einki tilfar, og aðrastaðni her um leiðir var heldur einki. Orsøkin var, at tað var so stórt og ógvusligt, at einki eikitræ av slíkari stødd fanst her um vegir. Til síðst eydnaðist at finna eitt - í Suðuramerika. Tað vigaði trý tons. Men kortini tók tað bert tríggjar vikur til tað lá á bryggjuni í Vági, og so kundi skaðin umvælast.« Leiga Tórsvøll Feløg, felagsskapir og einstaklingar... Í tíðarskeiðnum 1. mai til 1. oktober 2000 er møguligt at leiga Tórsvøll til dystir, venjingar og onnur tiltøk. Áhugað kunnu venda sær til: Grunnurin Tórsvøllur Postboks 3121 FO-110 Tórshavn Aftur ein norðmaður tikin undir Føroyum »Øyliner« var biðin at koma til eftirlitsstaðið klokkan 04 hósmorgunin og verð- ur nú landaður á Havnini. Norski frystilínubáturin hevur roynt á sama stað sum hinir, ið tiknir eru í seinastuni. Kunngerðin um tey 30 prosentini er nú lýst ÓLAVUR Í BEITI Klokkan 04 hósmorgunin var norski frystilínubáturin »Øyliner« hjá vaktrarskipi- num »Gorm«, og verður norski frystilínubáturin landaður á Havnini í løtuni. Søgan er tann sama sum viðvíkjandi undanfarnu norsku línubátunum sum royna undir Føroyum at mett verður at »Øyliner« hevur ov nógva hjáveiðu. Nú er so eingin ivi um hjáveiðuprosentið, tí í kunn- gerðarblaðnum hósdagin stendur kunngerðin um tey 30 prosentini, men so er spurningurin um klokk- utíman tá ið »Øyliner« varð tikin. 12 bátar Tá ið vit tosaðu við Vaktar- og Bjargingartænastuna var ilt at siga, hvussu nógv »Øyliner« hevði í lastini, men tað fæst so neyvt at vita, tá ið báturin er land- aður. Seinastu tíðina hava verið upp í 12 norskir frystilínu- bátar undir Føroyum og tað er loyvda talið av norskum línubátum. »Øyliner« hevur eisini roynt nakað nógv av tíðini norðan fyri og tí hevði føroyska eftirlitstænastan ein grundaðan mistanka um at hjáveiðan helst var í meira lagi. Tað eru Fiskiveiðieftirlit- ið og Skipafelagið sum standa fyri landingini, og vísir tað seg, at hjáveiðipro- sentið er omanfyri tað mest loyvda verður manna- gongdin tann sama sum í undanfarnu førum at málið verður latið fútanum. ÓLAVUR Í BEITI Rúna Sivertsen var ikki nógv við svarini frá lands- stýrismanninum Signari á Brúnni viðvíkjandi skúla- num á Trøðni og Sernáms- deplinum í fyrru spurning- um sínum, og tí setti hon 5 nýggjar spurningar til lands- stýrismannin, sum Signar á Brúnni hevur svarð uppaft- ur. Viðvíkjandi lógargrund- arlagnum árini 1990 - 1998, sigur Signar á Brúnni, at hóast heimildirnar til virk- semið var og er lógarásett í løgtingslógini um fólka- skúlan, so hevur Skúlin á Trøðni ongantíð verið ein fólkaskúli. Hann er ikki ein kommunalur skúli, og tí ikki stýrdur eftir somu regl- um sum ein fólkaskúli, men beinleiðis av fyrisitingini. Reglurnar um heimildirnar hjá skúlanevndum, komm- unustýrum, lærararáðum o. s. fr. vóru ikki galdandi fyri skúladeildina í Sernáms- deplinum, sum skúlin verð- ur nevndur í dag. Viðvíkjandi spurningi- num um lógargrundarlagi at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgev- ingina saman, sigur lands- stýrismaðurin, at tað krevst ikki nakað ávíst lógargrund- arlag fyri at leggja hesar báðar partarnar saman í eina eind. Er Sernámsdepilin ein al- mennur undirvísingarstovn- ur undir landinum? verður eisini spurt, og til hetta svar- ar Signar á Brúnni, at skúlin í Sernámsdeplinum er ein serskúli í Sernámsdepli- num, sum er ein stovnur undir landinum. Ikki skúlaleiðarastarv Viðvíkjandi spurninginum um skúlin í Sernámsdepli- num hevur skúlastjóra eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hesin hevur, sigur landsstýrismaðurin, at í skúlanum í Sernámsdepli- num er skúlaleiðari, hvørs heimildir ikki eru ásettar í lóg ella kunngerð. Starvið er tí ikki skipað á sama hátt sum eitt skúlaleiðarastarv í fólkaskúlanum. Skúlaleið- arin og stjórin í Sernáms- deplinum eru báðir settir av landsstýrismanninum og eru partar av fyrisitingini. Landsstýrismaðurin kann altíð umvegis stjóran í Ser- námsdeplinum taka aftur ella geva skúlaleiðaranum øktar heimildir. Og at enda spyr Rúna Siv- ertsen, hví barnagarsdeildin í Sernámsdeplinum er nið- urløgd sum viðgerðarstovn- ur, og viðgerðarskyldan flutt í almannaverkið? – Tað hevur verið hildið rætt at leggja so nógv ser- námsfrøðiligt virksemi fyri børn sum heild úti, har barn- ið býr saman við foreldrum, og har sum tørvurin er eyð- sýndur. Tað er hetta, ið verð- ur gjørt. At barnadeildin er minkað burtur í einki, er m. a. eisini ein avleiðing av hugburðinum um, at barnið hevur tað best í heimaum- hvørvinum. Barnagarðs- deildin er ikki ein sjálvstøð- ugur stovnur, og kann tí minka, veksa, setast á stovn ella verða niðurløgd við eini av landsstýrismanninum tiknari fyrisitingarligari av- gerð, svarar Signar á Brúnni at enda spurningunum hjá Rúnu Sivertsen. Sernámsfrøðiliga virksemið fyri børn sum mest á staðnum At barnadeildin er minkað burtur í einki, er m. a. eisini ein avleiðing av hugburðinum um, at barnið hevur tað best í heimaumhvørvinum, sigur Signar á Brúnni m.a. í svari sínum viðvíkjandi skúlanum á Trøðni og Sernámsdeplinum Nýggja dag- peningaskip- anin komin undir land Ein arbeiðsbólkur undir Almanna- og Heilsumálastýrinum er nú lið- ugur við tilmæli til nýggja dag- peningaskipan JOHN JOHANNESSEN Fyrradagin skrivaði sein- asti limurin í arbeiðsbólk- inum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum und- ir tilmælið til nýggja dag- peningaskipan. Tilmælið er latið lands- stýriskvinnuni. Jóhan Hendrik Svabo Samuelsen, ið hevur verið formaður í arbeiðsbólkin- um, vísir á fleiri fyrimunir við nýggju skipanini, mótvegis teirri gomlu. Formaðurin vísir á, at nýggja skipanin víðkar um skaran av teimum, ið kunnu fáa útgjald úr skip- anini, hóast skipanin ikki, eins og tann núverandi, eisini rindar pening til heimagangandi. Nýggja skipanin víðkar um skaran á tann hátt, at hon eisini rindar pening, um eitt barn ella hjúnar- felagi er álvarsliga sjúkur. Eftir núverandi skipan verður einans veitt end- urgjald fyri miss av egnari inntøku. Eisini er í tilmælinum skotið upp, at sjálvstøðug vinnurekandi, ið einans hava leysa arbeiðsmegi knýtta at sær, fáa pening úr skipanini. Eftir núver- andi skipan ber ikki til at fáa gjald úr skipanini, ert tú sjálvstøðugur vinnu- rekandi. Í nýggju skipanini eru nógv umtalaðu karens- dagarnir avtiknir. Tilmæl- ið skjýtur upp, at dagpen- ingaskipanin rindar tær pening frá fyrsta sjúkra- degi. Tíðarskeiðið, til ber at fáa útgjald, er sett til 20 vikur í sambandi við sjúku og 24 vikur í sam- bandi við barnsburð. Har- afturat skal bera til at býta tær 24 vikurnar í sam- bandi við barnsburð ímill- um mammuna og pápan. Nýggja dagpeninga- skipanin skal veita eitt út- gjald, ið er 80 prosent av miðalinntøkuni seinastu fimm vikurnar. Tó verður ikki veitt meira enn 80 prosent av lønini, ið er avtalað í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðar- afelag og Føroya Arbeiðs- gevarafelag. Men fyrimunurin við nýggju skipanini er, at hevur tú havt eina inn- tøku, ið er lægri enn tann í sáttmálanum millum hesi bæði feløg, fært tú endurgoldið 100 prosent av upphæddini, tú hevur vunnið seinastu fimm vikurnar. Bókmentakvøld í Mettustovu Mánakvøldið tann 21. feb- ruar kl. 20 skipar Kvinnu- felagið í Havn fyri fundi í Mettustovu, har Bergtóra Hanusardóttir lesur úr bók sínari Suðar dýpið reyða og greiðir frá tí keldutilfari, sum skaldsøgan er sprottin úr. Enn ein norskur frystilínubátur verður nú kannaður, um hann hevur ov nógva hjáveiðu Mynd: Jens Kristian Vang Gomul mynd frá kvinnutiltaki í Mettustovu savnsmynd