Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 Løgmaður kært Heðin fyri formansskapinum Sambært løgmanni hevur Heðin Mortensen brotið tagnarskylduna í viðgerð- ini av uppritinum til ríkisrættarligu samráðingarnar JOHN JOHANNESSEN »Í uppritinum eru ov nógvir leysir endar. Vit fáa púra greitt at vita, at tað er full- veldinum, landsstýrið fer eftir. Men vit fáa ikki at vita, hvussu long eins skiftistíð skal vera.« Hetta segði Heðin Mort- ensen, tinglimur Sambands- floksins og limur í uttan- landsnevndini, í samrøðu við mikudagsútgávuna av Dimmalætting í sambandi við fundin í uttanlands- nevndini fyrrapartin týsdag- in. Tá Heðin Mortensen kom við hesari útsøgn, roknaði hann ikki við, at hon fór at fáa avleiðingar fyri hann, tí hetta var ikki meira enn tað, sum fleiri ferðir áður var komið fram í fjølmiðlunum. Men fyri Annfinn Kalls- berg, løgmann, er hetta at fara út um mark. Hann metir prátið hjá Heðini Morten- sen við Dimmalætting vera eitt brot á tagnarskylduna í sambandi við viðgerðina av uppritinum til samráðing- arnar um ríkisrættarligu støðu Føroya. Tí sendi hann seinnapartin mikudagin løgtinginum skriv, har hann kærir Heðin Mortensen fyri at hava brotið tagnarskyld- una. Eisini vísti løgmaður frá tingsins røðarapalli á, at hann metti leka vera í uttanlandsnevndini. Panikkur í landsstýrinum Heðin Mortensen heldur, at kæran um seg heilt greitt sýnir okkum, at tað nú er komin panikkur í lands- stýrissamgonguna í sam- bandi við fullveldismálið. Í sama sambandi vísir hann eisini á almenna brævið, Høgni Hoydal sendi Jóann- esi Eidesgaard í vikuskift- inum. – Tað sýnist, sum lands- stýrið roynir at finna nakrar syndabukkar at tveita skuld- ina á, um fullveldissamráð- ingar teirra við donsku stjórnina miseydnast. Men eg ætli mær ikki at góðtaka at verða gjørdur til synda- bukk, og tí er seinasta orðið ikki sagt frá mínari síðu í sambandi við ógrundaðu kæruna, staðfestir Heðin Mortensen. – Eg eri endurginvin rætt í Dimmalætting, men tað, sum eg havi sagt, er als ikki nøkur avdúkan av, hvat stendur í uppritinum. Hatta er nakað, almenningurin Má tryggja samstarvið JOHN JOHANNESSEN Løgmaður sigur í kær- uni til løgtingsins for- mansskap, at tað er greitt, at upplýsingar- nir, Heðin Mortensen gav Dimmalætting mikudagin, eru so mikið ítøkiligir, at trúnaðurin viðvíkjandi uppritinum og og tess viðgerð í grundregluni ikki er virdur. Men fyri at varðveita góða samstarvið, sum higar- til hevur verið millum Før- oya Landsstýri og uttan- landsnevnd løgtingsins, heitir løgmaður á formans- skapin um at taka stig til, at viðurskiftini verða fingin í rættlag. Í kæruni vísir løgmaður á, at tað er fyri at tryggja viðgerðina í uttanlands- nevndini umframt at tryggja samráðingarstøðu Føroya í mun til Danmark, at lands- stýrið hevur gjørt av at skøl- ini í sambandi við viðgerð- ina og viðgerðin av sjálvum skjølunum, eigur at verða hildin í trúnaði. Heðin Mortensen góðtek- ur ikki kæruna, og hevur hann latið málið til sakfør- ara sín, sum hevur sent for- mansskapinum áheitan um, at Heðin Motensen skal sleppa til hoyring í formans- skapinum hesm viðvíkj- andi. kann lesa í samgonguskjal- inum, í Hvítubók, á Full- veldisheimasíðuni og í kunningarskjalinum, sum er sent fókatingslimum. Tí er tað púra burturvið at ákæra meg fyri at hava brotið mína tagnarskyldu í hesum sam- bandi. Heðin Mortensen heldur, at løgmaður og varaløg- maður nú eru farnir at síggja trøll við fleiri høvdum á al- ljósum degi, tá teir kunnu finna uppá at koma við so mikið ógvusligum skuldset- ingum um smálutir, sum teir eru komnir við móti Jóann- esi Eidesgaard og sær sein- astu vikuna. Heldur lekan vera í Tinganesi Í sambandi við viðgerina av fullveldismálinum eru part- ar av uppritinum, landsstýr- ið hevur latið uttanlands- nevndini í trúnaði, vorðnir almannakunngjørdir í fjøl- miðlunum. Men Heðin Mortensen vissar um, at einki skrivligt tilfar er likið út frá honum. Hann vísir tvørturímóti á, at lekin eins væl kann vera í landsstýrinum. – Vit vita jú, at bæði Hvítabók og Hernaðarfrá- greiðingin vórðu almanna- kunngjørdar í fjølmiðlunum langt áðrenn løgmaður ætl- aði sær at almannakunngera tær. Sostætt fekk allur heim- urin høvi at seta seg inn í málini, áðrenn tinmenn yvirhøvur høvdu fingið frá- greiðingarnar í hendi. Hetta, heldur Heðin Mortensen, gevur okkum greiðar ábendingar um, at lekin møguliga finnist í Tinganesi, og heldur hann, at løgmaður heldur eigur at leggja seg eftir at finna hendan lekan, í staðin fyri at ógrundað at kæra uttan- landsnevndarlimir. Heðin Mortensen sigur at enda, at hann metir løg- mann hava ein stóran trup- ulleika at greiða Føroya fólki frá, hvat gongur fyri seg her á landi fyri tíðina. Heðin Mortensen hevur biðið formansskap løgtingsins um loyvi at síggja kæruna frá løgmanni, men tað fær hann ikki fyrr enn formansskapurin er liðugur at viðgera hana Tingformað- urin skal nú syrgja fyri, at góða samstarvið millum utt- anlands- nevndina og lands- stýrið verð- ur varðveitt DAGFINN OLSEN Tann 5. februar lat upp framsýning við myndum hjá Anker Mortensen í Gallarí Trap á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Jørgen Trap-Jensen sigur á innbjóðingarlepanum, at Maanens Duuer eftir Anker Mortensen. Hann sýnir nú fram á Gallarí Trap í Keyp- mannahavn Anker Mortensen í Trap hann fegnast um at kunna bjóða Anker Mortensen vælkomnum í Gallarí Trap, eftir at hava sæð verk hans- ara hjá Ingálvi, í Rampen og á sýningini »Færøsk kunst på den Frie«. Umframt myndirnar hjá Anker Mortensen, eru Sangkapping til frama fyri brekað Nú verður skipað fyri sang- og lagakapping, har fyrsta virðisløn er 10.000 krónur. Endamálið er at skapa betri fatan av teim brekaðu og teirra brekum og trupulleikunum, ið tey avvarðandi dragast við DAGFINN OLSEN Ein áhugabólkur, ið partvís er samansettur av foreldrum at brekaðum, hevur tikið stig til sangkapping við fløguútgávu fyri eyga. Øll kunnu vera við í kappingini og senda inn kasettuband við sangi og guitari ella klaveri, umframt at sangteksturin skal vera við. Øll eru vælkomin at senda inn. Eisini, um ein kanska bert hevur eina yrk- ing liggjandi, ið er viðkom- andi. Einasta listarliga krav er, at samsvar er millum orð og lag og at lagið fellur nøkulunda væl í oyruni. Stórt frælsi verður eisini givið til orðavalið, men endamálið við útgávuni skal helst havast í huga. Endamálið Endamálið er at skapa eina betri fatan av brekaðum og teirra brekum. Og ikki minst teimum trupulleikum, sum tey avvarðandi ofta dragast við. Mett verður, at fyrsta árið í nýggja túsund- árinum er upplagdur møgu- leiki at gera vart við, at øll eiga at betra umstøður teirra brekaðu. Tað eigur at vera náttúrligt hjá teimum at fáa virðiligt lív. Fløguútgávan hevur einki vinnuligt endamál í sjálvum sær, men stigtakararnir vóna, at hervið verður gongd sett á at betra um- støður teirra brekaðu. Eisini vóna tey, at fáa í lag kjak um hetta. - Endamálið er upplýsing. Ikki samkensla, men for- stáilsi og viðurkenning, sig- ur Sigrið Sivertsen, stigtak- ari og foreldur. Hon heldur, at umstøð- urnar eru nógv broyttar seinnu árini. Men hóast nógv er gjørt, so er eisini nógv tosað og stundin er komin at gera okkurt ítøkil- igt. - Sangur og tónleikur tal- ar til hjørtuni hjá øllum, sig- ur Sigrið. Hugskotið Hugskotið til tiltakið kom við samrøðu millum Sigrið Sivertsen og tónleikaran og framleiðaran Jóhannus á Rógvu Joensen. Tey vendu sær síðani til Lis og Jóhan í Niðristovu, foreldur , og til Hilmar Jan Hansen, ið tekur sær av praktiskum uppgáv- um, so sum samskiftinum við fjølmiðlar og annað. Hesi hittust 28. november 1999 til fyrsta fyrireikandi fundin, har samtykt varð at seta tiltakið í verk LÍV stuðlar Fløguútgáva er kostnaðar- mikil. Heitt varð á Føroya Lívstrygging um at vera við sum stuðul. Stigtakararnir eru takksamir fyri stóru vælvildina frá Føroya Lívs- trygging, sumer einsamallur høvuðsstuðul fyri tiltakin- um. Stuðulsjáttanin er so rúm- lig, at yvirskotið av útgáv- uni fer beinleiðis til við- komandi endamál. Gjørt er av at lata avlopið til MBF (Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum) og ÍSB (Ítrótt- arsamband Føroya). Bartal Kass frá LÍV sigur, at endamálið er sera við- komandi fyri tey, tí einum nýtist ikki at vera føddur við breki, men kann fáa tað. Tað eru eisini kundar hjá LÍV, sum hava livað virkið lív, men sum fáa brek og mugu liva við tí. Tung skipan Hilmar Jan Hansen sigur, at tað, sum eisini hevur koyrt undir hesa ætlanina eru um- støðurnar, sum foreldur at brekaðum koma í. Eigur ein brekað barn, so kemur ein í eina skipan, har ein skal berjast fyri síni søk. - Tað kann vera líka stórur trupulleiki, sum tað at eiga brekað barn, sigur Hilmar Jan. - Tað er næstan verri at læra at liva við skipanini, enn við brekinum, sigur Sigrið. Treytirnar Útgávan leitar ikki eftir samkenslu ella grunnari viðgerð av tí at hava eitt brek. Dentur skal helst leggjast á tað positiva og lívsjáttandi, uttan at hetta gerst »yvirfladiskt«, siga fyrireikararnir. Arbeiðsheitið á ætlanini er Vælskapt Brek. Orðini segði Finnur Helmsdal á eini legu fyri mongum árum síðani. Orðini eru komin framaftur, nú fundast hevur verið um fløguútgávuna. - Ofta verður sagt, at tey hava fingið eitt vælskapt barn. Hevur barnið brek, verður sagt, at tað er synd í teimum, tí tey hava fingið brekað barn. Men øll eru skapt í Guðs mynd og eru vælskapt. So einfalt er tað, sigur Sigrið um arbeiðsheit- ið. Tey, ið ætla at senda inn, skulu senda til VÆLSKAPT BREK, postbox 2208, 165 Argir. Virðislønir og Tíðarætlan Fløgan skal savna tónlista- fólk og yrkjarar og onnur í eini útgávu, sum samstund- is stuðlar endamálið. E i n i 10 - 12 løg koma við á fløg- una. Tey bestu fáa virðisløn. 1. pláss: 10.000 krónur. 2. pláss: 5000 krónur. 3. pláss: 3000 krónur. Freistin at lata inn er úti 31. mars. Tíðarætlanin fyri tiltakið er henda. Tann 31. mars. Freistin at Anker Mortensen sýnir fram í Gallarí Trap á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. myndir hjá øðrum lista- monnum, við tilknýti til Trap, at síggja. Sýningin á Trap er opin hósdag til sunnudag frá klokkan 12 - 18. Síðsti sýn- ingardagur er sunnudagurin 27. februar 2000 lata inn til kappingina er úti. Tann 30. apríl: Virðis- lønir verða latnar vinnar- unum. 1. - 31. mai: Inn- spæling. Fløgan kemur út í august - september.. Dómsnevnd er sett at velja 3 tey bestu løgini. Sjey fólk eru í nevndini, m.a. rithøvundar, tóna- skøld, yrkjarar, lærarar og tónleikarar. Tey skulu hvør í sínum lagi geva inn- komnu løgunum/sangun- um stig í raðfestingini: 20, 15, 10, 8, 6, 5, 4, 3, 2, 1, stig. Síðani skal dómsnevndin viðgera kappingarúrslitið, áðrenn tað verður almanna- kunngjørt. Heimasíða, konsert og fundur Ætlanin er at halda útgávu- dagin við pallborðsfundi, konsert og møguliga øðr- Sum ein broytt ferða- ætlan Stigtakararnir til fløguna og sangkappingina til frama fyri brekað skip- aðu fyri tíðindafundi á Hotel Føroyum í gjár. Fundurin byrjaði við, at sjónleikarin Ria Tór- garð hugtakandi las upp sera hugvekjandi yrk- ing, um hetta at fáa eitt brekað barn. Yrkingin bar saman við eina broytta ferða- ætlan. Upprunaliga var ætl- anin, at ferðin skuldi ganga til Italia. Hugurin sveimaði um gondolir og annað. Tá avtornaði, lendi flogfarið í Hollandi. Tað var als ikki har, ið ætlanin var at fara. Men ferðaætlanin var broytt. So við og við kom tó til sjóndar, at eisini í Hollandi var ymiskt vakurt og vert at leggja til merkis. Stigtakararnir til sangkappingina skiapðu í gjár fyri tíðindafundi. Jóhannus á Rógvu Joensen tekur sær av tí tónlistarliga. Lis og Jóhan í Niðristovu og Sigrið Sivertsen, stigtakarar og foreldur. Bartal Kass frá Føroya Lívstrygging, sum er einsamallur høvuðsstuðul og Hilmar Jan Hansen, ið tekur sær av samskifti og øðrum Mynd Jens Kristian Vang Ria Tórgarð las upp hugvekjandi yrking, ið bar saman tað at fáa eitt brekað barn, við eina broytta ferðaætlan um tiltøkum eisini, sum seta kikaran á endamálið við sjálvari útgávuni. Tey, ið hava hug at vita meira um kappingarreglur og annað, kunnu leita sær á alnótina og á heimasíðuna sangkapping.cjb.net.