Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 JAN MÜLLER Ein av teimum, sum í dag er fegin um, at 1. útbjóðing á føroyskum øki nú er veru- leiki, er Føroya løgmaður, Anfinnur Kallsberg. Hans- ara fyrsta stóra uppgáva sum løgmaður fyri skjótt tveimum árum síðani var at fáa gongd á aftur samráð- ingarnar millum føroyingar og bretar um markið. Ein marknasemja var fortreytin fyri oljuleiting á land- grunninum. Nú markið er komið uppá pláss, og 1. útbjóðing somu- leiðis er veruleiki vónar løg- maður, at vit fáa eina sunn- an og góðan útvikling innan hetta annars so nýggja og ókenda økið, sum oljuvinn- an er fyri okkum føroyingar. Anfinn Kallsberg fegnast um, at løgtingið nú hevur umrøtt og avgreitt tær ymsu lógirnar, sum eru sjálvt grundarlagið undir komandi virkseminum. Hann bjóðar eisini útlendsku oljufeløg- unum, sum eru sinnað til at gera íløgur her, vælkomin og vónar, at komandi út- viklingurin verður at ganga bæði føroyska samfelagn- um og teimum. Men fyri Anfinn Kalls- berg er ein komandi olju- leiting og harvið ein møgu- lig oljuvinna ikki bara nak- að tú letur upp dyrnar fyri og síðani letur alt upp til tilvildina. Løgmaður er nevniliga samdur við tey, sum siga, at vit eiga at vera sera varin og fylgja útvikl- inginum neyvt - fyri harvið at minka mest møguliga um negativu árinini av eini fyri Føroyar so stórari vinnu. -Tað er ikki bara bara positivt. Vit mugu vera ó- metaliga árvaknir. Tað skulu nevniliga sera sterkir politikarar til at handfara oljupengarnar sigur løg- maður og leggur aftrat: - Soleiðis sum man sær við- gerðirnar í dag, so loyvi eg mær tó at ivast. Men eg vóni vit verða nóg sterkir til ta tíð, tí tað er skjótt at kollrenna í hesum. Løgmaður ætlar at brúka tað hann er førur fyri at tryggja ein skilagóðan út- vikling. -Tað hava vit jú eis- ini longu lagt upp til við hesi fíggjarlógini, har ekstraordinerir pengar inn í samfelagið verða slúsaðir út aftur við tað sama. Og tað kann vera ótrúliga torført, um vit finna nógva olju, men man má hava politisk- an rygg til tað, og hava vit ikki tað, so kollsigla vit heilt skjótt. Oljupengarnir Løgmaður sigur, at eins týdningarmikið tað er at fara undir leiting eftir olju við hesi fyrstu útbjóðing, er tað at gera sær greitt, hvar møguligir framtíðar olju- pengar skulu fara. Hann nevnir í hesum sambandi Búkspargrunnin, har blokkurin longu er pla- seraður. -Hetta er ein grunn- ur, sum vit eru samdir um, at allar ekstraordinerar inn- tøkur skulu í, harí eisini tær frá oljuni. Tað er stavnhald- ið vit mugu hava. Og tað má man helst fáa kjølfest í lóggávuni so skjótt tað yvir- høvur ber til. Løgmaður viðgongur, at tað verður kanska eitt sindur torført at skilja millum bein- leiðis inntøkur til samfel- agið og so tað avleidda virk- semið av eini oljuvinnu og tí heldur hann eisini, at tað kemur at síggjast nakað aft- ur í samfelagnum. Men so er bara at vóna, at tað av- leidda virksemið ikki verð- ur so stórt, at tað einsamalt klárar at kollrenna búskap- in. Anfinn Kallsberg vísir á, at tað er greitt, at finna vit eitt hampuliga stórt felt, og tað fer at geva pengar og avkast, so verða tað so stór- ar peningaupphæddir í før- oyskum samanhangi, har einki ella lítið liggur aftan- fyri, at tað kann oyðileggja alt uppá onga tíð. Hóast løgmaður sigur, at vit eiga at vera ómetaliga varin, so váttar hann tó, at tað, sum er minni vanda- mikið, eru veruligar íløgur. Men man skal eisini taka hædd fyri, at íløguvirksemi hevur eisini nakrar avleidd- ar avleiðingar. -Kortini skal ein ikki vera so restriktivur, at man ikki -Tað skulu sterkir politikarar til at handfara oljupengarnar -Tað er ikki bara bara positivt. Vit mugu vera ómetaliga árvaknir. Tað skulu nevniliga sera sterkir politikarar til at handfara oljupengarnar sigur løgmaður og leggur aftrat: -Soleiðis sum man sær viðgerðirnar í dag, so loyvi eg mær tó at ivast. Men eg vóni vit verða nóg sterkir til ta tíð, tí tað er skjótt at kollrenna samfelagið eru vit ikki varin Løgmaður ynskir oljufeløgunum vælkomnum men ávarar samtíðis: fær gjørt nakrar íløgur, nakrar ábøtur í samfelagn- um. Men tað, sum ræður um, er at forða fyri, at tú ikki fær eina drønandi in- flatión og eitt uppskrúvað kunstugt lívsgrundarlag undir øllum føroyingum, at t.d. allir føroyingar ikki nýt- ast at arbeiða longur. Hetta er tað, sum vit mugu ansa so væl eftir. Ein íløga er kanska ikki tað ringasta. Tað ringasta er lívsháttur ella ein vón, sum vit ikki uppá longri sikt hava basis fyri. Løgmaður sigur víðari, at verður lægri skattur eitt av úrslitinum av hesum út- viklingi, so má tað síggjast aftur í øktum kappingarføri. -Hetta má alt verða uppá pláss, áðrenn tað kemur so langt. Vit hava longu sett hol á. Í vár fara vit at hava eitt aðalorðaskifti um búskap sum heild, og har koma framtíðar oljuinntøkur inn sum eitt náttúligt lið. Løgmaður roknar við, at hetta verður í februar. Tá verður eisini langtíðar í- løguætlanin við. Anfinnur Kallsberg er annars væl nøgdur við ar- beiðið, sum okkara olju- myndugleikar hava gjørt. Tað er væl úr hondum greitt og kennir hann seg tryggan við tí. -Nú mugu vit síggja, hvussu lógarkarmurin virk- ar fyri 1. umfar og verður tað mett neyðugt og rætt at taka optión ella onnur ting við í treytirnar, tá tað kemur til eitt annað umfar, so eiga vit at meta um tað til ta tíð. Nú útbjóðingin er sam- tykt og almen latin upp vón- ar løgmaður, at tað verður breiður áhugi fyri at gera íløgur her, og heldur hann, at høgu prísirnir á olju kunnu kanska eisini hjálpa til. Soleiðis ímyndar Óli P sær á jólakorti framtíðar føroyska oljuævintýrið Anfinn Kallsberg, løgmaður fyri fyrstu ferð úti á einum oljuboripalli. Her á Snorre- pallinum í Norðsjónum í fjør. Mynd Jan Müller JAN MÜLLER Stórur áhugi er fyri fyrstu føroysku útbjóðingini skal pulsurin takast í sjálvum hjartanum hjá føroysku oljumyndugleikunum, skrivstovuni hjá Oljumála- stýrinum. Har er gravgang- ur eftir faldaranum, sum er vorðin prentaður í sambandi við útbjóðingina. Oljumálastýrið hevur fyrireikað seg væl til hesa einu so týðandi hending í føroysku oljusøguni, nevni- liga fyrstu útbjóðingini til leiting á landgrunninum. Prentaður er ein faldari bæði á føroyskum og ensk- um og verður hesin nú send- ur út í allar ættir - út til fleiri av teimum stóru altjóða oljufeløgunum. Eisini verða lýsingar settar í kend út- lendsk oljubløð og ávísir so sum Uppstream og The Fi- nancial Times. Í faldaranum bjóðar Eyð- un Elttør, landsstýrismaður í oljumálum oljufeløgunum vælkomnum til fyrsta út- bjóðingartilfar. Síðani er prentað lýsing eftir umsóknum um loyvi til oljuleiting. Oljumálastýrið sigur í tíðindaskrivi, at endamálið við útbjóðingar- umfarinum er at tryggja, at føroyski landgrunnurin verður kannaður nágreini- liga, og vónin er at staðfesta kolvetni í slíkum nøgdum, at framleiðsla spyrst burt- urúr. Tá loyvi verða veitt, verð- ur dentur lagdur á arbeiðs- skránna hjá umsøkjaranum, t.e. hvørjar kanningar, ið umsøkjarin ætlar at gera á loyvisøkinum. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at føroyskar fyritøkur fáa veruligan møguleika at taka lut í virkseminum, soleiðis at leiting eftir olju kann fjøl- tátta føroysku vinnuna. Í útbjóðingartilfarinum er eisini tikin hædd fyri at gera oljufeløgunum greitt, at før- oyskir myndugleikar leggja dent á, at virksemi ikki verður miðsavnað men spjatt kring landið. Útbjóðaða økið, ið liggur eystan fyri og í ein lands- synning úr Føroyum, er um- leið 14.000 ferkilometrar til støddar og fevnir um 56 heilar teigar og 26 partteig- ar. Umsóknarfreistin er sett til 17. mai 2000 kl. 12. Landsstyrismaðurin í olju- málum miðar eftir at veita loyvi í september 2000. Útbjóðingartilfarið og løgtingslógin um fyrsta út- bjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kol- vetnum fáast við at venda sær til Oljumálastýrið. Til- farið liggur eisini á heima- síðuni hjá Oljumálastýrin- um á „http://www.oms.fo“ www.oms.fo Lata fyrstu loyvini í september Stórur áhugi tykist vera fyri at fáa hendur á útbjóðingartilfarinum til 1. útbjóðing. Landsstýrið móti móti at lata fyrstu loyvini í september í ár. Oljufeløg hava nú tríggjar mánaðir til at gera umsóknirnar