fríggjadagur 18. februar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 34 - 18. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 34 - 18. februar 2000
Fríggjadagur 18. februar
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Saman at halda
Mikudagur. Pástandir og skuldseting-
ar flúgva gjøgnum luftina. Væl meiri
enn hinir dagarnir hava at bjóða
uppá.
Ikki minst hendan kalda og klára
dagin í februar. Sjónvarpstólið hevur
ein part av degnum verið brúkt sum
eitt yvirvaksið lurtitól til orðaskiftið á
tingið. Vit verða so líðandi upphitaði
at hoyra fimmaran. Ivi, illgitingar og
mistreysti. Góðir spurningar og fram-
løgur villast inn í mjørkatos.
Vit føroyingar verða skjótt heims-
meistarar í at trætast og keglast. Vit
klára at verða ósamd í nærum øllum
viðurskiftum. Er ætlanin í lagi, so er
tíðspunktið skeivt. Er tað ikki upp-
skotið, so er tað mannagongdin. Vil
ein nýskipanir á einum økið, so skal
hetta ikki lata seg gera. Og lata vit
standa til, so er tað ábyrgdarleyst.
Ájú hendan dagin vóru tað løg-
tingslimirnir, sum hitaðu upp til 5 ar-
an, sum Sigmar Bláberg enn eina-
ferð legði tilrættis. Evnið var skipaði
barnaansingin, sum eftir ætlan skal
leggjast út til kommunurnar.
Einki samstarv
Hóast konufólk saktans kunnu
klandrast og taka harðliga til orð-
anna, so var tónin í sendingin mun-
andi penari, enn tá nakrir av landsins
fremstu monnum brúktu formannin í
búskaparnevndini til skotskivu her-
fyri.
Havsins ríkidømi, okkara tilfeingi
og lívsgrundarlag, ella børnini, tann
føroyska framtíðin. Ikki sleppa vit
undan ymsum meiningum um
hvussu tingini skulu skipast, men
kravið til okkum sjálvi má vera eitt
minstamark av sakligheit og virðing
fyri øðrum hugsanum. 5 arin kom væl
frá uppgávuni, men kanska eisini tí
at penalið ikki fyrilitarleyst trumlaði,
sum vit onkuntíð uppliva á hesum
kjakpalli.
Men meiri orðadráttur var á
skránni!
Sjónvarpið og útvarpið plaga, til-
vitað ella ikki, at hava sama mál á
skránni mikudagar. Stovnarnir skuldu
víst til hvønn annan og meira med-
vitað samstarvað um dagsins mál, tí
klokkan átta um kvøldið hevði Kross-
kast eisini nýggju barnagarðslógini
uppi at venda.
Sendingin var áhugaverd, og
hóast ta vanligu mistrúnna til tað
arbeiðið, ið onnur leggja fram, so var
tónin ikki hatskur og óneyðuga per-
sónligur. Gjøgnum ymsar meiningar
búnast og mennist eitt mál, men tað,
sum serliga ríkaði hyggjaran hesa
løtuna, var, at upptøkutólini komu
rættuliga víða um. Kanska vóru fleiri
føroyskar myndir at síggja enn í ein-
ari vanligari tíðindasending. Vitjað var
bæði á barnagørðum á Argjum og í
Kvívík. Børn, foreldur, pedagogar og
rektari sluppu eisini framat í send-
ingini.
Samhald má vera
Aftaná at hava hoyrt politiskt orða-
skiftið, fimmara og krosskast kann
ein spyrja, hvat víðari fer at spyrjast
burturúr. Og hugstoytt er helst at
ásanna, at ósemjur helst stinga sera
djúpt her á landi. Sum Hans A. Djur-
huus yrkti fyri skjótt einari øld síðani:
Saman at halda varð ei okkum givið,
tí er so lítið burturúr her blivið, tí enn
JÁKUP MØRK
Seinastu mongu árini hevur mangan
verið havt á lofti, hvussu torført tað er
hjá útjaðaranum at mennast, tí so at
siga alt alment virksemi verður mið-
savnað í Havn.
Í hesum sambandi eru loftmiðlar okk-
ara heldur ikki slopnir undan tosinum,
og fleiri eru tey, sum hava funnist at, at
hesir hava alt sítt virksemi í høvuðs-
staðnum.
Gjørd í Klaksvík
Hetta er tó ikki galdandi longur, tí síðani
apríl mánað í farna ári, hevur ein send-
ing verið á skránni, sum ikki er framleidd
í Havn. Talan er um væl umtóktu tón-
leikasendingarnar hjá Fróða Løkságarð,
sum undir heitinum »Alpha Proxima«,
verða varpaðar út til lurtararnar hvørt
leygarkvøld. Sendingarnar verða nevn-
liga gjørdar í Studio Pegasus í Klaksvík,
og verða síðani sendar til Havnar, hað-
ani tær verða varpaðar út.
Tá vit spurdu Fróða, hvussu tað bar
til, at júst henda sendingin verður fram-
leidd í Klaksvík, svaraði hann, at kanska
var meira av tilvild enn nøkrum øðrum.
- Onkur var, sum fekk hetta hugskotið,
og so fóru vit bara í gongd, sigur Fróði,
vit tala, men ov lítið gera. Samhald
má vera!
Annars var tað hugaligt at síggja
tveir føroyskar stuttfilmir sama kvøld-
ið. Jú, eg haldi at vit eru ikki so galin
kortini. Og Øssur Egholm hevur sett
dám á kvøldið við sendingini Sneis-
uni, sum eg haldi hevur bitið seg
fasta sum ein góður fastur táttur hjá
útvarpinum.
Rás 2 og Lindin hoyrast framvegis
bert í pørtum av landinum. Fríggja-
morgunin hoyrdi eina sending í Rás
2, har tosað við nøkur línuskip, sum
royndu undir Føroyum.
Prátað varð um fiskiskap, um
prísir, hvussu viðraði o.s.fr. Avgjørt
bæði nýskapandi og ikki so lítið krevj-
andi. Tað er gott at fólk her á landi
framvegis vilja bróta upp um ermar.
Uttan at tosa ella hugsa
alt ov nógv um omanfyri-
standandi yvirskrift, fór
Fróði Løkságarð í holt við
at framleiða eina sending,
sum hóast alt nertur við
evnið
sum eisini leggur afturat, at hann eisini
heldur tað vera av tilvild, at tað bert er
tann eina sendingin, sum verður
framleidd uttan fyri høvuðsstaðin.
Eftir hansara tykki kundi henda send-
ing akkurát tað sama verið framleidd í
Sortudíki, men hinvegin er einki til hind-
urs fyri, at fleiri enn tann eina sendingin
hjá Útvarpinum kundu verið framleiddar
aðrastaðni, eitt nú í Klaksvík.
Frítíðarítriv
Sum nevnt, so hevur Fróði nú í einar
10 mánaðir havt ábyrgd av hesi send-
ingini, og sjálvur heldur hann tað bara
vera heilt stuttligt at gera eina slíka
sending. Hann leggur tó afturat, at hann
sum so ikki hevur nakrar víðari ambi-
tiónir í so máta.
Fyri hann er talan bert um eitt frítíð-
arítriv, sum hann tekst við av berum
áhuga.
Eitt frítíðarítriv har hann saman við
tøkninginum, Andrias Sundskarð, hevur
møguleikan at lurta eftir tónleiki av øllum
slag, umframt at lurtarin eisini verður
væl kunnaður um tað menning, sum í
farnu árum hevur verið í tónasøguni.
Steintór
Rasmussen,
lærari, skrivar
Miðsavnan ella -spjaðing
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað eru nógvar gáttir at
fara upp um í lívinum og
hetta er ein av teimum.
Tað er væl skiljandi, at
Karin Brattaberg heldur, at
mikudagurin 16. februar
2000, er ein stórur dagur í
hennara lívið.
Hendan dagin læt hon
handil upp í Vági við vør-
um úr ektaðari, føroyskari
ull, sum hvørki er litað, ella
viðgjørd við øðrum evnum
av nøkrum sum helst slag.
So meiri natúrligt, vist-
frøðiligt og føroyskt kann
tað ikki blíva.
Tann
nýggi
handilin
kundi valla ligið betri fyri,
tí hann er beint við høvuðs-
vegin í Vági í gomlu kram-
búðini á Gørðunum, sum
sostatt aftur er komið til
heiður og æru.
Ikki minst er tað stuttligt,
at nógv av tí gamla inn-
búgvinum og tilfarinum er
varðveitt, so at trína innaftur
í krambúðina er ikki sørt av
eini søguligari løtu.
So nú má sigast, at tað av
álvara aftur er farið at koma
lív í Garðarnar aftur, sum
fyrr høvdu so ómetaligan
týdning fyri vágbingar, tó at
virksemið nú er øðrvísi, enn
tað var fyrr.
Í gamla vaskikjallaranum
er nú ullvirki, í gomlu kram-
búðini er nú sølubúð við
vørum úr føroyskari ull og
farið er av álvara at gera
Stóra Pakkhús til ein ment-
anarmiðdepil í Vági, tí har
skal bæði verða sjósavn,
umframt tilhaldsstað hjá
seks feløgum í Vági, sum
øll hava tilknýti til sjógvin.
Var ikki ætlanin
Á teirri hugnaligu samkom-
uni, tá ið handilin læt upp,
segði Árni Brattaberg, at tað
var ongantíð ætlanin, at tey
eisini skuldu hava sølubúð.
– Tá ið vit byrjaðu fyri
hálvum triðja ári síðani, var
ætlanin, at vit skuldu bara
spinna tógvið, so skuldu
onnur binda. Men tað var
skjótt, at vit komu eftir, at
skuldi gongd koma á, var
neyðugt, at vit eisini fóru at
virka ymisk pløgg burturúr.
– Tað hevur tó gingið so
mikið seint at fáa gongd á
søluna, at vit komu eftir, at
vit eisini noyðast at hava
sølubúð sjálvi.
Hann segði, at tann nýggi
handilin í Vági tí er ein
roynd at fáa meiri gongd á
søluna. Seinni í vár verður
farið eitt stig víðari, tí tá
letur eisini ein handil upp í
hjartanum á Havnini, í
handlinum hjá Jóan Jakku í
Vágsbotni, beint undir liðini
á sjálvum Nólsoyar Pálli.
Nýmótans snið
Árni Brattaberg vísti á, at
samstundis,
sum
hesin
handilin letur upp, verður
dúgliga arbeitt fyri at finna
uppá ymsar vørur at gera
burturúr teirri føroysku ull-
ini.
Og møguleikarnir eru ó-
endaligir. Umframt troyggj-
ur í ymsum sniðum og
longdum, kot, húgvur og
turrikløð, eru tey nú eisini
farin at gera sera snøggar
og snotiligar taskur, og tað
nýggjasta er buksur og kjól-
ar úr føroyskari ull.
Av tí, at ullin er púra na-
túrlig, eru litirnir eisini av-
markaðir til hvítt, ljósa- og
myrkagrátt, umframt til
ljósa- og myrkamorreytt.
Og nú eru tey eisini farin
at gera skjórut tógv, tað er
tógv, har fleiri litir renna
saman í ein.
Ektaðar natúrvørur eru
hægsti móti og Árni Bratta-
berg fegnaðist um, at sam-
stundis, sum tað gongur
meiri strilti at fáa føroyingar
at fylgja mótanum, er áhug-
in fyri framleiðsluni hjá ull-
virkinum veksandi uttan-
lands.
Hann sigur m.a., at ein
rættiliga kendur, norskur
formgevari hevur biðið um
tógv, sum hann so ætlar at
gera ymisk pløgg burturúr í
nýmótans sniði.
Royndir
verða
eisini
sendar til føroyskar form-
gevarar í mótavinnuni utt-
anlands, eitt nú í Danmark
og í Italia.
Og samstundis eru tað
formgevarar í Føroyum,
sum eru farnir at vísa „Før-
oya gulli“ ans.
Árni Brattaberg heldur
eisini, at tað kanska verður
líka nógv í útflutningsvinn-
uni, ar framtíðin hjá ullvirk-
inum liggur.
Hann sigur, at eitt nú tyk-
ist gongd verða komin á
útflutningin til Noregs.
– Í farnu viku vóru tveir
norðmenn á ullvirkinum og
teir søgdu, at tann besta før-
oyska ullin er fult á hædd
við tað norsku, men hon er
bara so nógv sterkari.
Eitt sindur er eisini útflutt
til Grønlands og Danmark-
ar.
Somuleiðis verður ull-
virkið við á stórari fram-
sýning
undir
heitinum
„Villmarksliv“ í skoytu-
høllini í Hamar í Noregi í
døgunum 7.-9. apríl.
Fegnast um tiltakið
Á samkomuni í Vági miku-
dagin vóru eisini umboð
fyri Ferðaráðið, Hendur og
hugflog Vágs Býráð, fígg-
ingarstovnar, økisgransk-
ingardepilin og onnur.
Umboðið fyri ferðaráðið
helt, at tað var harðliga til-
trongt at fáa eitt stað, sum
Ferðaráðið við góðar sam-
vitsku kundi vísa ferðafólki
til at fáa tað ektaðu vøruna.
Ólavur Waag Høgnesen
frá økisdeplinum segði, at
størsti týdningurin fyri at
menna útjaðaran var at seta
tiltøk í verk, sum høvdu rót
á staðnum, at tað júst hetta
tiltakið eitt dømi um.
Hann vónaði at hetta
kundi fara at geva vágbing-
um og føroyingum nakað.
Men hann helt eisini, at
hetta kundi eisini verða eitt
ískoyti til menning aðra-
staðni, tí granskingargar-
depilin fer sjálvsagt at for-
telja øðrum um hesar roynd-
irnar, eins og depilin kann
fortelja føroyingum, hvat
tað er, sum ger, at menn-
ingarætlanir
aðrastaðni
eydnast- ella miseydnast,
segði hann.
Krambúðin á Gørðunum í Vági er nú latin uppaftur við ektaðum natúrvørum frá Ullvirkinum í Vági
Ullvirkið í Vági hevur latið fyrsta handilin upp við ektaðum natúrvørum úr
Føroyskari ull. Samstundis hevur føroyska ullin vakt ans uttanlands
Hetta er sum at fara
upp um eina gátt
Asfaltera
fyri tvær
milliónir
Vágs býráð fer at asfaltera báðar
høvuðsvegirnar í summar
ÁKI BERTHOLDSEN
Vegirnir í Vági hava verið
sera vánaligir, men nú er
ætlanin at bøta uppá tað.
Á fundi mikukvøldið
samtykti Vágs Býráð at
fara undir umfatandi as-
faltering í ár, eftir at tað í
nógv ár bara hevur verið
ráð til at lappa, har ábøtur
hava verið harðast til-
trongdar.
Í seinastuni er eisini
umfatandi kaðalarbeiðið
gjørt í Vági, so mestsum
ígøgnum allan býin er
høvuðsvegurin uppgrivin
og kaðalar hjá SEV og
Føroya Tele niður lagdir
niður í.
Tað arbeiðið er nú lið-
ugt, so Býráðið heldur, at
nú tað er klárt at asfaltera,
er tað eisini neyðugt at
tað verður gjørt.
Upprunaliga hevur Bý-
ráðið sett eina millión av
til asfaltering í ár, men
nýggjar metingar vísa, at
arbeiðið fer at kosta nærri
tveimum milliónum.
Ætlanin er at asfaltera
allan Ovara Veg, umframt
Niðara Veg frá vendi-
plássinum hjá Karl Olsen,
vestur á Løghamar.
Samstundis er Lands-
verkfrøðingurin biðin um
at koma suður at mála
strikur í vegirnar.
Býráðið samtykti at
fara undir arbeiðið og at
taka kostnaðin til eftir-
tektar.
Ætlanin er at arbeiðið
skal verða liðugt til Jóan-
søku, sum verður í Vági í
ár.
Seinni er ætlanin at as-
faltera allar hinar vegirnar
í Vági so við og við.
Vágs Býráð hevur nú valt
sín nevndarlim í upptøku-
nevndina til eldrasambýl-
ið, sum letur upp í Vági
um ikki so langa tíð.
Býráðið valdi Ásgerð
Stenberg og hon verður
samstundis formaður í
nevndini.
Fýra fólk verða í upp-
tøkunevndini. Læknarnir,
heimarøktarskipanin og
heimasjúkrasystraskipan-
in velja hvør sín lim aft-
urat.
Býráðið hevur eisini
valt Páll Augustinussen í
nevndina fyri Stóra Pakk-
hús á Gørðunum.
Í løtuni eru tað seks fel-
øg í Vági, sum húsast í
Valt tveir
nevndarlimir
pakkhúsinum og tey hava
flestøll tilknýti til sjógv-
in: Tey eru felagið Jo-
hanna, Grindabátafelag-
ið, felagið Garðabrúgv,
Kappróðrarfelagið,
Nýggjársnevndin
og
Fornminnisfelagið.
Samstundis er ætlanin
at gera Pakkhúsið til eitt
sjósavn. Og nú hevur Bý-
ráðið stuðlað ætlanini við
72.000 krónur.
Nú eru feløgini í ferð
við at skipa eina nevnd at
arbeiða víðari við málin-
um og í tí sambandinum
vilja feløgini eisini fegin
hava ein býráðslim í
nevndina
–Áki–
Tað er ikki áræði, sum
manglar í Vági. Eftir
døpru kreppuna allan
fyrrapartin av nítiárunum,
eru síðani eitt virki fyri
og annað eftir stovnað og
fleiri virkisbygningar eru
reistir niðri á keiini.
Og skjótt verður helst
ein bygingur afturat reist-
ur á keiini í Vági. Tað er
hin blaðungi Arni D.
Brattaberg, sum hevur
søkt býráðið um byggi-
loyvi til eitt goymsluhús
niðri á keiini og á fundi
mikukøldið samtykti bý-
ráðið einmælt at ganga
honum á møti.
Talan verður um eitt
pakkhús, sum er 24x16
metrar og tað kemur at
standa uttanfyri virkið hjá
Palm Seafood. Ætlanin er
at byggja eitt pakkhús til
askyns endamál. Nevnt
varð, at tað m.a. skuldi
brúkast til at goyma salt
og fiskakassar í.
–Áki–
Byggir pakkhús