týsdagur 17. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2007
Eitt uppskot
um at javna
skattainntøkurnar
yvir allar
kommunurnar liggur
klárt í kommunu
tilmælinum. Hetta
er ein skipan, sum
verður brúkt í øllum
Norðanlondum, sigur
Hilmar Høgenni,
deildarstjóri í
Innlendismálaráðnum
ÚTJAVNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú tosið hevur verið frammi
um eina sonevnda útjavn
ingarskipan av skattapen
inginum millum kommun
urnar, gevur borgarstjórin í
Havn ilt av sær. Hann sigur
seg umhugsa, at krevja
skatt frá teimum avbygda
fólkum, sum arbeiða í
Havn.
Fíggjarmálaráðharrin,
Magni Laksáfoss, hevur
annars givið til kennar sína
hugsan um málið á fundi
við kommunufelagsskapir
nar, og hann rør heilt greitt
framundir at fáa sett eina
javningarskipan
í
verk
millum kommunurnar.
Og ein slík skipan liggur
sum so klár, tí kommunu
nevndin, sum gjørdi álit um
nýggjan kommunubygnað,
hevur eisini viðgjørt hetta
málið. Ein slík skipan
gongur í stuttum út upp á at
javna kommunuskattin út
frá tveimum sjónarmiðum,
inntøkugrundarlagi
hjá
kommununum og útreiðslu
tørvin.
Út frá hesum báðum skal
so ein javning fara fram,
roknað út eftir íbúgvara
talinum
í
kommununi.
Vístu dømini ganga út frá
»ideella« talinum á kom
munum,
nevniliga
sjey.
Men sjálvandi ber til at
javna eisini um talið er
størri enn so.
Men dentur verður lagdur
á, at skulu kommunurnar
hava neyðugu fíggjarligu
orkuna
at
veita
øllum
borgarum somu tænastuna,
er eisini neyðugt við ávísum
íbúgvaragrundarlagi í ymsu
kommunnunum.
Hetta
er
annars
ein
skipan, sum verður nýtt í
øllum
okkara
granna
londum, hóast skipanin er
ymisk frá landi til land. Í
summum londum er tað
landið, sum krevur inn allan
skatt fyri síðani at býta
hann út aftur á komm
unurnar eftir ávísum leisti.
Í Danmark er støðan so
hon, at eisini ein blokk
stuðulsskipan er inni í
myndini, men trupulleiin
við tí er, at skipanin gerst
so torskilt, at næstan eingin
skilir hana. Og tað er eisini
ein trupulleiki við donsku
skipanini,
vísir
Hilmar
Høgenni,
deildarstjóri
í
Innlendismálaráðnum á.
Eftir tørvi
Í uppskotinum hjá komm
ununevndini
eru
dømi
nevnd um, hvussu ein slík
skipan kann virka. Dømi
verður tikið millum tvær
ímyndaðar kommunur, har
inntøkugrundarlagið
í
aðrari kommununi er tvífalt
so stórt sum í hinari. Í
slíkum føri hevði komm
unan við størra inntøku
grundarlagnum javna pen
ing til hina við tí minna
inntøkugrundarlagnum.
Men tað er bert annar
parturin í skipanini. Hin
parturin er útreiðslugrund
arlagið. Í einum øðrum
ímyndaðum dømi eru tvífalt
so nógv børn í einari
kommunu enn í einari
aðrari. Í hesum førinum
hevði kommunan við færri
børnum javna til hina við
teimum fleiri børnunum.
Hesi bæði kriteriir skulu
síðani sjóðast saman í eina
eind, sum so skal geva
endaliga úrslitið.
Landsstýrið hevur jú í
mong ár havt í kvittanum at
leggja alt fleiri uppgávur út
á kommunurnar, og tað
sigur seg sjálvt, at um
kommunurnar ikki hava
neyðugu fíggjarligu orkuna
at veita tær tænastur, sum
landið leggur út á tær, er
lítið vunnið.
Útjavningarskipanin
er
eisini ætlað út frá teirri
áskoðan, at allar kommunur
kunnu
veita
sínum
borgarum
áleið
somu
tænastur. Í øllum førum er
tí neyðugt, at kommunurnar
hava eina passandi stødd, tí
annars ber slíkt ikki til.
Sjálvandi
halda
tær
kommunur, sum fara at fáa
pening
eftir
einari
útjavningarskipan, at hetta
er eitt gott hugskot, meðan
tær kommunur, sum noyðast
at lata frá sær, ivaleyst ikki
eru so glaðar fyri eina slíka
skipan.
Útjavning kann skjótt gerast veruleiki
Tveir australiumenn
hava uppfunnið
ein generator, sum
framleiðir fimm
ferðir so nógva orku,
sum hann brúkar
UPPFINNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað ljóðar næstan ov gott at
vera satt. Men sambært Sky
News hava tveir austra
liumenn upp á tað nærmasta
uppfunnið ævinleikamask
inuna.
John Christie, annar av
uppfinnarunum, sigur við
Sky News, at hann og
makkarin Lou, hava arbeitt
við verkætlanini í seks ár,
og nú er so komið á mál.
Generatorurin framleiðir
24 KW um døgnið, og tá
hann er startaður kann hann
koyra í áravís uttan at
steðga, sigur John Christie.
Generatorurin er gjørdur
av eitt nú magnetum, og
eingin, sum hevur sæð
hann, hevur pástaðið, at
hann ikki virkar. Íleggjarar
standa eisini í røð at sleppa
framat at fíggja hópfram
leiðslu av undurverkinum.
Steve Bressington, sum
er inginørur, ivast ikki í, at
hetta
er
ein
framtíðar
maskina. Hann hevur fylgt
við og hevur sjálvandi eisini
sæð generatorin, og hann er
sannførdur um, at hetta er
ein
kollveltandi
upp
finning.
Á
universitetinum
í
Sydney eru tey tó eitt sindur
meiri varin, og vilja ikki
siga so nógv, fyrr enn
generatorurin er royndur av
óheftum
serfrøðingum.
Men, siga tey, er hetta satt,
verða vit noydd at umskriva
fleiri av fysisku lógunum.
John Christie er tó ikki í
iva
um
uppfinningina.
Hann ivast ikki í, at tá
generatorurin er innstall
eraður í kjallaranum ella
garaguni og startaður, verða
familjurnar sjálvforsýnandi
við orku, uttan at tað kostar
teimum eitt einasta oyra.
Generatorurin fer at kosta
einar 5000 dollarar og
verður klárur til framleiðslu
innan eitt ár frá nú, sigur
stolti uppfinnarin við Sky
News.
Kollveltandi uppfinning
Streymoyarøkið og
serliga Havnin fer eftir
uppskotinum at javna
pening út til hini økini
Nýggjur danskur flokkur
Leiðarin á danska faðirshúsinum, Ruth Evensen, er í holt
við at seta nýggjan politiskan flokk á stovn. Flokkurin er
ein kristin flokkur, og skal bera heitið Frihedspartiet. Í
tíðindaskrivi boðar Ruth Evensen frá, at stigið er tikið
eftir stóru broytingina í fosturtøkukjakinum. Ruth hevur
stovnað flokkin saman við Eivind Fønss og Agner
Dalgaard, og flokkurin fer í næstum til góðkenningar av
heiti, heimasíðu, valfrágreiðslu og flokslista.
Nintendo Wii ávegis heimsmeti
Nýggja útgávan hjá Nintendo, Nintendo Wii, hevur gingið sum heitt
breyð, síðan tað kom út á gøtuna novembur í fjør. – Playstation 2 hjá
Sony hevur selt yvir 100 mió. eintøk, sum er eitt sera stór upphædd, ið
vit enn ikki hava rokkið, sigur Satoru Iwata, ovasti í Nintendo, við
Reuters. Uppá eitt hálv ár hevur Nintendo selt 5,8 mió. Wiiútgávur, og
gongst eftir ætlan, verður metið hjá Playstation sligið.
Heldur uppfinningin hjá australiumonnunum tað, sum teir lova, verður skjótt ikki brúk fyri
hvørki motorunum á Sundsverkinum ella SEV