Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2007 Útgávukonsert við Høgna Reistrup Mikudagin 18. juli kl. 20.30 verður útgávukonsert í Meiarínum í sambandi við at fyrsta solofløgan hjá Høgna Reistrup “Hugafar á ferð” er komin út. Við á konsertini vera Høgni Fagraberg, Rúni Mouritsen, Ísak Sambleben, , Finnur Jensen umframt tveir blásarar og tríggir strúkarar. Eftir konsertina ber til at keypa fløguna og fáa hana signeraða. Sama ferð í 40 ár Hóast donsku jarnbreytirnar eru mentar í góð 40 ár, hevur stórt sæð ikki eydnast at fingið tokini at koyra við hægri ferð. Á summum støðum er so galið, at tað tekur longri tíð at ferðast við toki í dag, enn tað gjørdi á sumri 1967. Jarnbreytarserfrøði ngurin Alex Landex er als ikki fegin um gongdina, og vísir samstundis á, at tað kemur fyri, at tey skjótu tokini eru noydd at bíða aftanfyri tey seinu. Sum støðan er í løtuni ber neyvan til at seta nakra javningarskipan í verk. Vit mugu fyrst skilgreinað uppgávubýtið millum land og kommunur við atliti at nýggja kommunu­ bygnaðinum. Men tað málið ætli eg mær at taka upp í heyst, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður ÚTJAVNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vøllurin er strikaður. Í einari lógarsamtykt í vár bleiv skilgreinað, hvussu økini skulu síggja út, sum kommunurnar kunnu samstarvað innanfyri ella leggja saman í. Hetta eru stórt sæð somu økir, sum kommunu­ nevndin, ið hevur gjørt álit í spurninginum um nýggjan kommunubygnað, hevur nýtt. Talan er um økini Norðoyggjar, Eysturoy, Sundalagið (sum umfatar norðurpartin av Eysturoy og Streymoy), Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Við øðrum orðum sjey økir ella kommunur. Uppskotið í álitinum hjá kommununevndini er kortini øðrvísið enn tað, sum fíggjarmálaráðharrin kundi hugsa sær. Laksáfoss skjeyt upp, at taka pening úr kommunala peninga­ renslinum í 2008 at seta í ein grunn, og síðani javna úr hesum grunninum út á kommunurnar í 2009. Men tað uppskotið vann ikki frama. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður við kommunu­ málum, sigur, at neyðugt verður við einum greiðum uppgávubýti millum land og kommunur – eisini við atliti at nýggja kommunu­ bygnaðinum – áðrenn talan kann gerast um at seta í verk eina útjavningarskipan. Og hann nevnir í tí sambandi eitt ítøkiligt dømi. ­ Taka vit skúlaøkið, so verður tað alneyðugt, at vit fáa savnað myndugleikan á einum stað, og ikki sum nú á tveimum. Tað er altíð óheppi, um myndugleikin liggur á tveimum støðum, vísir Jacob Vestergaard á. Við so nógvum kommu­ num og við so ymiskum støddum á kommununum heldur landsstýrismaðurin ikki, at grundarlag er fyri einari útjavningarskipan. Avgreiðast í heyst Talan hevur í longri tíð verið um at leggja eldraøkið út á kommunurnar at umsita, men sum støðan er, ber hetta stutt sagt ikki til, tí fleiri kommunur eru so smáar og fíggjarliga so veikar, at tær megna ikki hesa uppgávuna. Tað verður tí neyðugt at finna útvegir fyri størri kommunueindum, so ella so. Um tað so verður við samanlegging ella við samstarvi er ikki so avgerandi. Men lands­ stýrismaðurin ivast ikki í, hvat tað betra er. ­ Taka vit Suðuroynna sum dømi, so hava vit í dag sjey kommunur í oynni. Tað merkir, at vit hava eina rúgvu av dupultfunktiónum. Og áðrenn vit fáa ratio­ naliserað raksturin av kommunalu eindunum, verður trupult at fremja eitt hóskandi uppgávubýti millum land og kommunur, sigur Jacob Vestergaard. Nú, tá markið fyri kommunusamanlegging ella samstarvi er greitt, ætlar landsstýrismaðurin í kommunumálum at taka málið upp um uppgavubýtið millum land og kommunur. Tað verður nakað, sum vit fara at tosa um og finna fram til í heyst. Tí sum eg síggi tað, verður trupult at fáa skilagóðar loysnir á økinum, fyrr enn spurn­ ingurin um uppgávubýtið millum land og kommunur er loystur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýris­ maður. Økini eru skilgreinað Spurningurin um eina útjavnan av skattapengum millum kommunurnar er tengdur at uppgávubýtinum millum land og kommunur, heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í kommunumálum Eg eri ikki ímóti einari útjavningarskipan. Tað, sum eg eri ímóti, er áhaldandi tosið um, at Havnin skal gjalda til hinar kommunurnar. Men nógv skal fáast upp á pláss, áðrenn ein útjavningarskipan kann virka, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn ÚTJAVNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Heðin Mortensen hevur trý atlit at taka. Hann er javnaðarmaður, og skuldi tí havt áhuga í at »javna«. Hann er borgarstjóri í Havn, og hevur tí vælferðina hjá høvuðsstaðnum at hugsa um. Og hann er formaður í Ko m m u n u s a m s k i p a n Føroya, og má tí taka sær av teirra áhugamálum. Men Heðin Mortensen heldur, at hesi trý saktans kunnu sameinast. ­ Fyri at taka tað seinasta fyrst, so hevur Kommunu­ samskipan Føroya gjørt egnar útrokningar í sam­ bandi við eina møguliga útjavningarskipan. Tær vísa, at Suðurstreym og Eysturoy verða økini, ið skulu javna út til hini. Men talan verður bert um smápengar. Og sum javn­ aðarmaður havi eg sjálvandi einki ímóti at javna, men tað skal vera við skili. Og endiliga sum borgarstjóri í størstu kommununi í landinum havi eg einki ímóti at hjálpa øðrum kommunum, men eisini í tí førinum má skil vera í, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at Kommunu­ samskipan Føroya hevur gjørt sær stóran ómak at vitja allar kommunur í samskipanini og greitt frá teimum útrokningum, sum felagsskapurin hevur latið gjørt. Og ongastaðni hevur hann merkt nakran illvilja móti teimum ætlanum, sum KF hevur á hesum økinum. ­ Men tað eru nøkur ting, sum mugu fáast upp á pláss. Og her er serliga talan um uppgávubýtið millum land og kommunur. Vit vilja fegnir hava fleiri uppgávur lagdar út á okkum, tað verið seg eldraøkið, skúlaøkið ella sosiala økið. Men so mugu pengarnir eisini fylg­ ja við, sigur borgarstjórin. Landið við Tá tað verður nevnt, at øll grannalondini hava ein útjavningarpolitikk, so hevur Heðin Mortensen ikki nakað ímóti, at vit eisini fáa ein slíkan í Føroyum. ­ Tað er bara tað at siga til tað, at í grannalondunum letur landið pengar til økini, meðan ætlanin í Føroyum er, at kommunurnar sjálvar skulu gjalda tað, sum tað kostar. Til dømis vilja landsins myndugleikar nú minka afturberingina av MVG úr 75% niður í 25%, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur dent á, at hann ikki er ímóti einari útjavningarskipan, men skal hon kunna virka, er neyðugt við størri kommu­ nalum eindum. ­ Vit í Suðurstreymi hava gingið undan tá tað kemur til at leggja kommunur saman. Og tað hevur gingið sera væl. Somu gongdina síggja vit við Sunda Kommunu og Runavíkar Kommunu, sum eisini hava stóra framgongd eftir samanleggingar. Og tað er tann vegin vit noyðast at ganga um alt landið, sigur borgarstjórin í Havn. Hann heldur, at mann longu nú kundi sett á stovn ein kommunalan grunn, sum kundi verið til at tikið, um onkur av smærru kommununum kom illa fyri av onkrum óvæntaðum tilburði. Men útjavnanin má bíða, til tíðin og umstøðurnar eru til tað. ­ Eg síggi soleiðis upp á tað, at hevur Havnin tað gott, so hava bygdirnar tað eisini gott. Og hava bygdirnar tað gott, so hevur Havnin tað eisini gott, sigur Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn. Triðja hvør skattakróna í Havn fer sum er til bygdirnar, og tí heldur Heðin Mortensen, at Havnin longu hevur eina útjavningarskipan Størri eindir er lyklaorðið