Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2007 tíðindi At bygdafólk, sum arbeiða í Havn, eisini skulu gjalda skattin í høvuðsstaðnum, kann Heðin Mortensen gloyma alt um, siga borgastjórarnir í Sundalagnum og í Klaksvík Útjavning Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Heldur ágangurin móti okk­ um fram, mugu vit eisini umhugsa at krevja, at tey bygdafólk, sum arbeiða í Havni, eisini gjalda skatt í høvuðsstaðnum. Hesi niður­ støðu kemur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, við í blaðnum í gjár, har hann finst at tí, sum fer fram í løtuni. Hann vísir til uppskotið frá landsstýris­ manninum í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss, ið hevur borið upp á mál at seta eina kommunala útjavningar­ skipan í verk, har tað tað liggur í luftini, at Havnin kemur at gjalda til aðrar kommunur í landinum. Sosialurin hevur spurt tveir borgarstjórar uttanfyri Havnina, hvat teir halda um útmeldingina hjá Heðini Mortensen, um at bygdar­ fólk, sum arbeiða í Havn, eisini skulu gjalda skatt til Tórshavnar Kommunu. Borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zacharia­ sen, sigur, at áðrenn byrjað verður at tosa um útjavning, so má kommunubygnaðurin fáast upp á plass. ­ Sum er flóta ov nógv øki, har tað er ógreitt, um tað er kommunurnar ella landið, sum hevur ábyrgd­ ina. Vit mugu eisini hava greiði á, hvørjar uppgávur kommunurnar fáa, og hvørj­ ar landið framvegis fer at hava. Tí er tað endamálsleyst at byrja slíkt orðaskifti nú, sigur Heðin Zachariasen. Hann vísir á, at tað eisini er nógv ferðsla úr Havn til arbeiðsplássini á bygd, men viðgongur, at tann tungi endin helst vendir suður­ eftir. ­ Havnin er høvuðsstaður, og vit eiga øll at virða ta serstøðu, ein slíkur býur hevur. Tí er Heðin Morten­ sen ikki hvør sum helst, og eg haldi ikki, at tað sømir seg fyri hann at koma við slíkum útmeldingum. Tað stendur onki í samgongu­ skjalinum um kommunala útjavning, sjálvt um øll vita, at nógvar inntøkur í Havn gjalda skattin á bygd. Men um vit skulu hava útjavninig, so skal hetta gerast undir neyvum treytum, sigur Heð­ in Zachariasen, sum eisini er løgtingsmaður fyri Fólka­ flokkin. Neyvan nøkur slagsíða Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, ivast stórliga í, um fleiri skatta­ krónur úr høvuðsstaðnum enda í Klaksvík, enn øvugt. ­ Eg veit ikki, hvussu nógvir norðoyingar arbeiða í Havn, men ivist í, um samlaða roknistykkið hevur nakra slagsíðu. Vit hava nógv skip í Klaksvík, sum leggja nógvan pening eftir seg, og har partur av mann­ ingini millum annað kemur úr høvuðsstaðarøkinum. Tað er eisini nógv annað arbeiði her norðuri, sum dregur arbeiðsmegi hendan­ vegin, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Bæði Steinbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen halda tí, at Heðin Mortensen eig­ ur at gloyma alt um at fáa skattakrónur frá teimum, sum arbeiða í Havn, men hava bústaðin í eini aðrari kommunu. Gloym alt um bygda­ skattin, Heðin Steinbjørn fer ikki í Miðflokkin Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, hevur ongar ætlanir um at fara úr Tjóðveldisflokkinum, sum hann annars segði seg umhugsa, tá Karsten Hansen fór í Miðflokkin Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tá Løgtingið samtykt nógv umtalaðu 266B, sum fekk Karsten Hansen at venda Tjóðveldislflokkinum bakið, úttalaði borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacob­ sen, positivt fyri at gera tað sama. Sosialurin hevur spurt borgarstjóran, um hann fram­ vegis umhugsar hendan møguleikan. ­ Nei, sum sagt hevði eg forstáilisi fyri avgerðini hjá Karsten Hansen, men eg ætli mær ikki at gera tað sama, sigur borgarstjórin í Klaksvík, ið umboðar Tjóð­ veldisflokkin í býráðnum. Hetta merkir ikki, at Steinbjørn O. Jacobsen er nøgdur við sín egna flokk. ­ Eg haldi framvegis, at tað var skeivt av flokkinum at lata tvey tingfólk seta uppskotið fram. Hetta merkir tó ikki, at eg ætli mær úr flokkinum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Spurdur um hann hevur fingið tilboð frá Miðflokk­ inum um at gerast valevni til komandi løgtingsval, sigur borgarstjórin, at tað hevur hann ikki. ­ Eg havi nóg mikið við at røkja borgarstjórastarvið og havi ongar ætlanir um at fara upp í landspolitik. Tí er hetta ikki aktuelt, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Hetta er annað valskeiðið hjá Steinbjørn O. Jacobsen sum borgarstjóra í Klaksvík, men triðja valskeiðið tilsamans. Fyrsta skeiðið var hann varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð. Blaðfólk fann vilstan drong Í gjár varð ein átta ára gamal smádrongur frá Åsane í Noregi eftirlýstur. Foreldrini høvdu ikki sæð hann síðan tíðliga á morgni, og eitt størri leitiarbeiði varð sett í gongd. Norska blaðið BT skuldi fylgja við leitanini, men tað endaði við, at útsenda blaðfólkið hjá blaðnum sjálvt fann dreingin. Á veg út á staðið møtti blaðfólkið einum lítlum smádreingi við vegjaðaran, rullaði rútin niður og spurdi dreingin hvat og hvussu. Hann segði seg ikki hava verið heima í rættiliga langa tíð, og eftir hetta koyrdi løgreglan dreingin heim til húsa, har ovurfegnu foreldrini tóku ímóti Noreg eisini sjey undurverk Eins og Kringvarp Føroya, skipar norska sjónvarpsrásin NRK fyri einari kapping, har hyggjarar kunnu senda uppskot inn til tey størstu undurverkini av einum bygningi. Kappingin hjá NRK fór í gongd seinasta mikudag, meðan Kringvarp Føroya byrjaði sína kapping seinasta fríggjadag. Noreg er tiltikið fyri sínar nógvu sera vakru bygningar, so ivaleyst verður ringt at kjósa sjey meistaraverk burturúr rúgvuni. Tað kemur ikki upp á tal, at Tórshavnar Kommuna skal sleppa at krevja skatt frá bygdafólki, sjálvt um tey arbeiða í Havn, siga borgarstjóranir Sundalagnum og í Klaksvík Savnsmynd Sjálvt um borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, framvegis er ónøgdur við Tjóðveldisflokkin, ætlar hann sær ikki at skifta flokk og stilla upp til komandi løgtingsval Savnsmynd