Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2007 - Vit hava brúk fyri fólki og hjá teimum ungu er eisini gott at hava okkurt meiningsfult at tríva í, sigur Landsverk. Men tað er nógv størri áhugi hjá teimum ungu í Eysturoy enn tað er hjá teimum ungu í Suðuroy Ung í arbeiði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsverk er nú farin at ganga nýggjar leiðir fyri at fáa arbeiðsfólk. Í hesum sambandi gongur Landsverk nú í fótasporu­ num hjá nógvum kommu­ num og er tískil farin at søkja eftir skúlanæmingum og øðrum ungum fólki at fáa tey til arbeiðis. ­Tað er ikki beinleiðis av neyð at vit gera hetta. Men vit hava brúk fyri fólki og tað eisini gott hjá teimum ungu at hava okkurt at tríva í, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki. Ætlanin er at fáa tey ungu at hjálpa til at seta upp bila­ verjur framvið nýggja Hovs­ vegnum og framvið Strand­ arvegnum. ­ Talan er um lutfalsliga lætt og einfalt arbeiði. Talan er eisini um arbeiði, sum ikki tekur meiri enn einar tvær vikur og av tí, at tað er so stutt tíð, er torført at fáa arbeiðsfólk annars. Teir menninir, sum Lands­ verk annars hevur í arbeiði, hava úr at gera og tí verður nú roynt at fáa ungdómar at gera arbeiði. ­ Sostatt hava vit brúk fyri fólki at gera arbeiði, sum er lutfalsliga lætt og einfalt og tí fóru vit at hugsa um at søkja eftir ungfólki, sigur Oyvindur Brimnes. Sostatt er tað bæði av praktiskum og av sosialum orsøkum, at Landsverk er farin undir hetta tiltakið. ­ Men hetta er ikki sosial­ hjálp. Hetta er eitt meinings­ fult arbeiði, sum skal gerast, leggur hann dent á. Nógv størri áhugi í Eysturoy Hinvegin staðfestir Oyvind­ ur Brimnes, at áhugin hjá teimum ungu í Eysturoy er nógv størri enn hann er hjá teimum ungu í Suðuroy. ­ Vit skulu hava eini 6­9 ungfólk í Eysturoy og sama tal í Suðuroy. Men í Eystur­ oy hava vit higartil fingið einar 22 umsóknir, men í Suðuroy eru tær ikki meiri enn helvtin av tí. Men undir øllum umstøðum er nóg mikið av umsøkjarum. Tað kann vera eitt tekin um, at eisini ungdómurin hevur nóg mikið at gera, heldur stjórin á Landsverki. Men hann heldur kortini, at næmingar í 9.­10 flokki átti at verið áhugaðir í at forvinna nøkur oyru og tí høvdu tey væntað fleiri umsóknir frá teimum ungu í Suðuroy. Seinasta freist at søkja er mikudagin 18. juli. Fyri at byrgja fyri krabbameini í húðini hava læknar og krabba- meinsfelagið í Dan- mark og Føroyum mælt til at brúka sólkrem við faktor 15. Men tað er alt ov lítið, sigur danskur yvirlækni í húðsjúku Húðkrabbi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er als ikki nóg mikið at brúka sólkrem við fak­ tor 15. Tað staðfestir kendi, danski húðlæknin, Kaare Weismann. Hann er leiðari á húð­ klinikkini í Hørsholm og herfyri rópti hann varskó í donskum miðlum. Í seinastu hava sannar herferðir herjað landið við ávaringum um at sóla sær, tí geislingarnar frá sólum økja munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba. Fyri at vera seg, hava læknar og feløgini ímóti krabbameini mælt til at brúka sólkrem við faktor 15. Men tað forslær ikki, staðfestir danski yvirlækn­ in í húðsjúkum. Hann heldur, at sólkrem gevur eina falska trygd, tí tað fær bara fólk at liggja longri í sólini. Hann staðfestir, at sól­ krem hjálpir bara, tá ið tað verður brúkt í rættari mongd. Vanliga brúka fólk bara helvtina av teirri mongdini, tey eiga at brúka, og so verjir sólkremið tilsvarandi minni. Fyri at smyrja seg nóg væl í sólkrem, skulu eini 40 ml til, tað svarar til upp í ein fullan lógva. Tí mælir danski yvir­ læknin til at brúka sólkrem við faktor 50 ella meiri. Men samstundis staðfestir hann, at tað er neyðugt at brúka tær røttu mongdina. Og hóast fólk brúka fak­ tor 50, mælir hann frá at sóla sær, tí tað er so vanda­ mikið. Ætlanin við sólkremi er at verja húðina, sum ikki er vard av klæðum og tað eru framvegis óráð at sóla sær, sama hvussu nógv ella hvussu sterkt sólkrem, fólk brúka. Tað verður sagt so mangt um sólkrem. Eitt er, at ein kann falda fak­ torin við 10, so fæst at vita, hvussu nógvar minutt­ ir ein kann sóla sær. Tvs, at við faktor 12 kann ein sóla sær í 120 minuttir, ella í tveir tímar, uttan at skálda seg ­ Hetta er als ikki rætt, sigur Kaare Weismann. Hann sigur, at faktortalið sigur eitt sindur um, hvussu leingi, ein tolir at liggja í sólin, uttan at skálda seg. Men tað er so ógvuliga ymiskt, hvussu nógv fólk tola og ongin veit framm­ anundan, hvussu nógv, tey tola. Tað veldst eisini um árstíðina og um nær á deg­ num, tað er. Nógv størri áhugi í Eysturoy enn í Suðuroy Faktor 15 er alt ov lítið Bilaverja skal gerast framvið nýggja Hovsvegnum og framvið Strandarvegnum og tað ætlar Landsverk at fáa ungdómin at gera. Men tey ungu í Eysturoy eru ídnari enn tey í Suðuroy Drap konuna á sangpalli Undir einari veitslu í býnum Cheyenne í Amerika var ein maður so frá sær sjálvum, at hann skeyt konu sína við byrsu. Kona hansara var undir at framføra ein sang á pallinum, tá ið maður hennara skeyt hana. Maðurin er vandur skjútti í amerikanska herinum, og hann er nú skuldsettur fyri viljað manndráp. Skriðulop í Noregi Eitt skriðulop omanfyri Lierostunlinum í Noregi hevur ført við sær, at 131 hús í bygdunum Kvam og Samnanger eru uttan telefonsamband. Eisini hava fleiri fartelefonir mist sambandið. Hetta hevur verið ein smeitur fyri telefyritøkuna Telenor, og sum skilst frá norsku fjølmiðlunum, eru fleiri fólk farin heim av feriu teirra úr hesum bygdum, sum eru tiltikin feriumál.