týsdagur 17. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 TÍÐINDI
Nr. 135 - 17. juli 2007
Føroya størsti kult-
bólkur fer at spæla á
Summarfestivalinum
í august. Original-
ar nir úr Leirvík
fara at syngja um
Hans Ansgar, Riu og
Knarvakotið
SUMMAR FESTIVALUR
Tíðindaskriv
Eittans kassettuband og
bert seks konsertir á sumri í
1991 gjørdust grundarlagið
undir fólkakæru sangunum
um gerandishetjurnar Hans
Ansgar, Riu, Beiggjar og
svangar bøndur, sum fram-
vegis ljóða í føroyska luft-
rúminum.
Húskallar, við dugnaligari
manning úr bæði bygd og
býi, vóru óvanligir, spon tan-
ir og dugdu at sniðgeva var-
andi føroyskar poppsangir,
sum flestu fólk í dag kenn-
ast við. Leygarkvøldið 4.
august fer fjølmenti bólk-
urin við avgerandi íkasti úr
Leirvík á høvuðspallin á
Summarfestivalinum
í
Klaks vík.
Bólkurin
Húskallar
spretti úr gátuføra “Fjósi-
num” í Leirvík og spjaddi
seg miðvíst til tónleika um-
hvørvið í Havn fyrst í níti-
árunum. Verkætlanin var
úrslit av hollum før oyskum
sangsmíði og impulsivum
ánarum av upptøkuhølunum
LT Studio.
Herluf Sørensen og Kári
Poulsen vóru í hesum høpi
millum ídnastu stuðlar hjá
bólkinum.
Originalarnir úr Leirvík,
Kaj Johannesen og Jákup
Alberg Eliasen, vóru mill-
um teir, ið høvdu feskt og
óbrúkt sangtilfar liggjandi,
og bæði tónleikarar og
onnur áhugað syrgdu skjótt
fyri at útvega stóru mann-
ingini høvið at festa sangir-
nar á band. Og soleiðis
bleiv. Á útgávuni, sum verk-
ætlanin við flestu av land-
sins fremstu tónleikarum í
hópinum, sendi á marknaðin
á sumri í 1991, er ein snøgt
skorin sangskattur, sum enn
í dag ljóðar í útvarpslurtum
um landið. Skemt og álvara
mynda saman við stórum
parti
av
manningini
í
Plúmm, umframt einum
hópi av navnframum ein-
stak lingum eina tónleika-
útgávu, sum klárar at sam-
antvinna eitt stórt úrval av
stíleyðkennum; bygda popp-
ur við lættbeintum stevi
stendur lið um lið við fastan
og smidliga synkoperaðan
funkpopp við ramligum
málsligum innihaldi.
Sangirnir snúgva seg um
eitt nú ferðslumentan og
dirvi mótvegis máttloysi.
Bóndin Hungrar kann,
sambært navnframum hús-
kalli, bert skiljast “um ein
vendir áherðsluni í teksti-
num á høvdið”.
Fjølment veitsla
á Vágsbøi
Fyrireikararnir av Summar-
festivalinum kannaðu fyrr í
ár møguleikan at savna
mann ingina, sum fyri 16
árum síðani stóð fyri einari
av sermerktastu føroysku
tónleikaútgávunum í nýggj-
ari tíð. Høvið var forkunn-
ugt, og tónleikararnir, ið
mann aðu Húskallar, vóru
skjótir at taka av. Við á
bandinum, sum bólkurin lat
frá sær fyri sekstan árum
síðani vóru ikki færri enn
19
ymiskir
tónleikarar.
Flestu av teimum vera aftur
við í summar, tá ið harð-
mælta og litfagra manningin
“í myrkamorreyðum troyggj-
um, virkaðum úr føroyskari
ull og í kolli” fer at seta
ferð á árligu veitsluna, sum
myndar miðbýin í Klaksvík
fyrsta vikuskiftið í august
mánaða.
Guitarleikararnir Leivur
Thomsen, Hjalti Joensen
og Eyðun Mohr Hansen
sveiggja ravmagnsspakar í
felag, ímeðan Hans Petur í
Brekkunum
og
Ólavur
Olsen blása horn í stra teg-
iskum støðum. Ein av land-
sins stinnastu rútmueindum,
mannað av Rógva á Rógvu
á
trummum
og
Jón
McBirnie á bass fer at halda
grýtuni kókandi. Magnus
Johannesen og Finnur Han-
sen trýsta tangentar og
syngja við, og miðskeiðis í
fjølmenta rokanum fara
originalu húskallarnir, Kaj
Johannesen og Jákup Al -
berg Eliasen, við ágrýt num
sangi at festa eld í krútið.
Sum tiltikna rosinan í pylsu-
endanum kemur fortíðin á
forkunnuga
vitjan,
og
kassettu bond við Húskallum
í fornum búna fáast til
keyps í grøna nærumhvørvi-
num.
Fjøldin hevur fingið boð-
ini, og kátir Húskallar eru
aftur til reiðar at tæna. Kom-
ið á Vágsbø til ársins
veitslu; har verður svongd
og har verður ferðsla, har
vera Ria og Hans Ansgar,
har vera Beiggjar og har
verð ur ball!
Leygarkvøldið 4.august
fer Føroya størsti kultbólkur
at syrgja fyri ársins føroysku
kultframførslu á Summar-
festivalinum 2007.
Húskallar gera comeback
Konsert í Søldarfirði
Tónleikur: Mikukvøldið klokkan 20.00 verður konsert við Nes Sóknar
Musikkfelag í skúlanum í Søldarfirði. Konsertin er í sambandi við, at
hornorkestrið fer á konsertferð í London frá 23. juli til 30. juli. Vanligt er,
at hornorkestur taka frí frá tónleikinum um summarið, men soleiðis hevur
ikki verið hjá hornorkestrinum á Skálafjørðinum. Tað hevur verið vant
dúgliga seinastu mánaðirnar fyri, at túrurin til London skal eydnast væl. Á
konsertini mikukvøldið verður møguleiki at hoyra sangirnar, Nes Sóknar
Musikkfelag fer at spæla fyri onglendingum á túrinum. Skráin er sett
saman av fleiri kendum løgum, so sum Beauty and the Beast, Aladdin og
mongum øðrum. Hornorkestrið er undir leiðslu av Kenneth Jones.
Kópakonan sum bók og plakát
Fyrr í ár gav Postverk Føroya út smáarkið Kópakonan, sum Edward Fuglø
hevur teknað. Nú er eisini ein lítil bók givin út við sjálvari søgnini um kópa-
konuna í Mikladali. Bókin er myndprýtt við tekningunum úr frímerkja arki-
num. Bókin fæst á fimm málum: føroyskum, donskum, enskum, týskum og
fronskum og er til sølu á Postverki Føroya fyri 49,- kr. Hon fæst eisini á Kunn-
ingarstovuni í Havn. Ein plakát við tekningum av kópakonuni er eisini givin
út. Støddin er 70 x 50 cm og plakátin kann vendast. Tað vil siga, at hon er
prent að á báðum síðum. Onnur síðan hevur hvíta bakgrund og hin brúna.
Plakátin kostar 95,- kr.
Mín
fyrsta
reyða
orðabók
ORÐABÓK
Tíðindaskriv
ENSKT: Bókadeild Før-
oya
Lærarafelags
er
longu til reiðar við spild-
urnýggjari orðabók til
fólkaskúlan.
Saman við forlagnum
Gyldendal hevur Bóka-
deildin latið gjørt orða-
bók, sum er sera væl egn-
að til frálæru í enskum
hjá 8 til 12 ára gomlum
børnum.
Orðabókin er í trimum
pørtum:
Ein enskur-føroyskur
orðalisti.
Ein partur um hugtøk
og nøvn á ávísum evnum
og lutum. Nevnast kann
t.d. orð í samband við
sjógv, ítrótt, føðingardag,
kroppin, køkin, skúla,
tíð. Umframt dømi um
sagn orð, fyrisetingar og
annað mangt.
Ein partur er føroyskur-
enskur orðalisti.
Mín fyrsta reyða orða-
bók er ein spildurnýggj
orðabók. Tekstin hava
Dorthe Maria Buhl og
Ellen Jørgensen skrivað,
og Marna Jacobsen hev-
ur týtt til føroyskt.
Í orðabókini eru fleiri
enn 2600 leitorð, og hon
er prýdd við stuttligum
tekningum eftir kenda
teknaran Jon Ranheim-
sæter.
Bókin er innbundin, er
187 bls., umframt at
avritsørk eru í bókini til
at spæla sær við orðum.
Orðabókin kostar 220 kr
í handlunum.
Mín fyrsta reyða orða-
bók er ein góð og stuttlig
hjálp hjá bæði stórum og
smáum, tá ið farast skal
undir at læra enskt á
fyrsta sinni!
K
F
h
k
n
f
i
ú
p
P
Hesir báðir verða at síggja og hoyra á Summarfestivalinum
Mynd: Sunva Ey. Lassen