Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2007 Í samband við ætlanina at endurskoða barsilsskipanina, sum er umrøtt í hinari greinini her á síðuni, hevur Bjarni Djurholm gjørt nevndini hendan arbeiðssetningin:    Arbeiðsbólkurin  skal  endurskoða Barsilsskip­ anina  í  síni  heild,  her­ uppií  gera  neyðugar  tekniskar  tillagingar.  Harumframt  skal  arb­ eiðsbólkurin  m.a.  við­ gera  longd  og  býti  av  farloyvistíðini  millum  mammu  og  pápa,  út­ gjaldstíðina  sum  heild  og  viðurskiftini  við­ víkjandi  inngjaldi  til  pensjónsskipanir  v.m.  í  farloyvistíðini.   At enda skal arbeiðs­ bólkurin  gera  uppskot  um umskipan av Barsils­ skipanini til grunn og í  hesum sambandi viðgera  støðu grunsins í mun til  stýrisskipanarlógina.”  Ætlanin var,  at arbeið­ ið  skuldi  vera  liðugt  1.  januar.  Men  sum  tað  sæst  á  aðrari  grein  í  blaðnum,  hevur ætlanin fingið eitt  rættiligt skot fyri bógvin,  tí  feløgini  ár  arbeiðs­ marknaðinum nokta fyri  at fara í ein arbeiðsbólk  at  endurskoða  barsils­ skipanina, fyrrenn viður­ skiftini viðvíkjandi ALS  eru fingin í rættlag. Arbeiðs­ setningurin Sólstrálur eru sunnar Tað hevur verið nógv tosað um, at sterkar sólstrálur elva til  húðkrabba. Hetta sigur Hans Storm, sum er yvirlækni hjá  Kræftens Bekæmpelse. Møguleikin at yvirliva sjúkuna er í  veruleikanum 100%, tí tey raktu liva vanligt longri enn tey,  ið ikki hava sjúkuna. Hann vísur eisini á, at tey, ið verða  rakt av húðkrabba, oftast liva eitt sunt lív.  Tokvanlukka í Amerika Ein ógvusligur samanstoytur millum eitt tok og ein bil í  Amerika kravdi í gjár fýra mannalív. Tokvanlukkan hendi í  býnum Tampa í landspartinum Florida, og øll tey deyðu eru  tannáringar. Tannáringarnir koyrdu í bili teirra, tá ið tey av  ósketni komu frammanfyri tokið. Bresturin var so harður, at  bilurin lendi heilar 274 frá staðnum. Í morgun hevur  framvegis ikki verið møguligt at eyðmerkt líkini. Hann vil hava fakfeløgini og arbeiðsgevararnar at vera við í eini nevnd at endurskoða barsilsskipanina, men feløgini siga kortanei Barsilsskipan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hóast  nógvar  atfinningar  hava  heglað  niður  yvir  barsilsskipanina  seinastu  tíðina, er onki, sum bendir  á, at hon verður endurskoðað  við bræði. Bjarni  Djurholm,  lands­ stýrismaður  í  vinnumálum  hevur  ætlað  at  seta  eina  nevnd    at  endurskoða  bar­ silsskipanina  og  í  hesi  nevndini  skulu partarnir á  arbeiðsmarknaðinum  vera  umboðaðir,  bæði  fakfeløg  og arbeiðsgevarar. Men feløgini siga kortanei  og tey nokta sostatt at vera  við í nevndararbeiðnum. Ingeborg Vinther, forkvin­ na í Føroya Arbeiðarafelag,  sigur,  at  fakfeløgini  og  arbeiðsgevararnir hava sent  landsstýrismanninum bræv,  har  tey  gera  greitt,  at  tey  eru ikki sinnað at vera við í  eini  nevnd,  sum  skal  endurskoða  barsilsskipan­ ina.  Feløgini  siga,  at  tey  eru  ikki sinnað at vera við í eini  nevnd at endurskoða barsils­ skipanina,  fyrrenn  skil  er  fingin á ALS. ­ Viðurskftini  í ALS  eru  út  av  lagi  og  vit  eru  ikki  sinnað  at  fara  undir  at  endurskoða  barsilsskipan­ ina,  fyrrenn  vit  fyrst  hava  fingið  skipað  viðurskifti  í  ALS. Barsilsskipanin  er  stutt  síðani  broytt  og  vit  halda  ikki, at tað er nøkur orsøk  at  broyta  hana  longu  aftur  nú,  samstundis  sum  ALS  flýtur. Tað  nyttar  ikki  at  hava  fleiri  bóltar  í  luftini  ísenn  og so missa allar á gólvið.  Tí  vilja  vit  hava  ALS  í  rættlag,  áðrenn  vit  fara  víðari. Skattur ella ikki Tað, sum Ingeborg Vinther  hugsar  um,  er,  at  enn  er  ongin  avgerð  tikin  um,  hvussu  inngjaldið  inn  í  ALS skal definerast. Fleiri politikarar halda, at  inngjaldið  í  ALS  er  ein  skattur og at skipanin tískil  skal á fíggjarlógina. Partarnir  á  arbeiðsmark­ naðinum  vilja  ikki  oyra  talan um tað. Teir tvíhalda  um,  at  inngjaldið  er  eitt  arbeiðsmarknaðargjald  og  at ALS er ein grunnur, sum  partarnir  á  arbeiðsmarkn­ aðinum sjálvir skulu umsita  og hava fult ræði. Teir hava eisini lovað ilt,  taka  politikararnir  ræði  á  ALS  og  leggja  skipanuna  inn  undir  vanligu  fíggjar­ lógina hjá landskassanum.  ­ Politikararnir hava lovað  okku at fáa greiði á hesum  viðurskiftunum,  men  tað  hendir  akkurát  onki.  Men  vit hava avgjørt, at vit fara  ikki í holt við at endurskoða  barsilsskipanina,  fyrrenn  politikararnir  hava  hildið  lyftið um at fáa viðurskiftini  í  ALS  í  rættlag,  sigur  Ingeborg Vinther. Bjarni Djurholm fær krakk - Vit røra ikki Barsilsskipanina enn, tí politikararnir skulu fyrst halda lyftið um at fáa viðurskiftini í ALS í rættlag, sigur Ingeborg Vinther Á nýggjárinum skulu øll hús í Vági hava rottanga. Um neyðugt fer kommunan at seta tangar upp fyri fólk- men tey noyðast sjálvi at betala reinføri Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað  eru  heilt  nógv  hús  í  Vági,  sum  framvegis  ikki  hava rottangar, men har alt  skarn  rennur  í  áirnar  og  endar í mølini og á sjónum. Men  nú  skal  ein  endi  fáast á hesum. Vágs  Býráð  hevur  samtykt,  at  á  nýggjárinum  skulu  øll  hús  í  Vági  hava  rottangar. Teir vágbingar, sum ikki  longu  hava  rottangar,  fáa  sostatt eitt hálvt ár til at fáa  viðurskiftini í rættlag. Tað hava tey húski í Vági,  sum  ikki  hava  rottanga,  fingið bræv frá kommununi  um nú um dagarnar. Og har stendur eisini, at  tey,  sum  ikki  hava  fingið  viðurskiftini  í  rættlag  á  nýggjárinum, kunnu vænta  sær,  at  kommunan  setir  rottangan upp fyri tey, men  tað  verður  so  framvegis  húseigarin´, sum má betala  fyri arbeiðið. Tað  eru  góð  500  hús  í  Vági og av teimum eru tað  væl yvir 100, sum enn ikki  hava rottanga. Sum  skilst,  er  tað  ikki  nakað  eindømi,  at  hús  í  Vági ikki hava rottanga, tí  tað hava nógv hús aðrastaðni  heldur ikki. Men tað skilst kortini, at í  Vági  er  støðan  í  tí  verra  endanum,  tí  tað  er  ikki    á  nógvum so stórum plássum,  eitt  so  munandi  tal  av  húskum ikki hevur rottanga. Tað  eru  yvirhøvur  nógv  av teimum gomlu húsunum,  sum ikki hava rottanga. Vágbingar fáa eitt hálvt ár Í Vági eru tað framvegis væl yvir 100 hús, sum ongan rottanga hava. Men nú skal skil fáast á tey viðurskiftini og freistin er eitt hálvt ár