Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 135 - 17. juli 2007 Sosialurin Útoyggjarnar – strategi endurskoðast Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Útoyggjastevnan í Fugloy setti fokus á trupulleik- arnar hjá útoyggjunum. Tað skerst ikki burt, at framtíðarmyndin er døpur, og alt bendir á, at avvarandi myndugleikar, stovnar og felgasskapir eins væl og einstaklingar mugu til at endurskoða strategiina viðvíkjandi útoyggjunum. Uttan at fara í smálutir ber til at staðfesta, at strategiin higartil, um ein kann tala um eina strategi yvirhøvur, hevur verið búskaparlig menning. Við hesum verður hugsað um at fáa stovnsett nýggj arbeiðspláss, kanska serstakliga almenn arbeiðspláss til tess at draga fólk til útoyggjarnar. Tað ber til at staðfesta, at henda strategi tíverri ikki ber á mál. Tað er í hvussu so er tann niðurstøða, ein má koma til, um lurtað verður eftir teimum, sum av fullum huga stríðast fyri at menna útoyggja- samfeløgini. Men tað tykist, sum hetta stríðið ikki ber nóg góðan avøkst. Trupult er at fáa fígging og trupult er at varðveita ella skapa tey tilboð, sum eitt nú ung hjún forvænta av tí lokalsamfelag, har tey setast í búgv. Tað er í dag heldur ikki nóg mikið at vera á einum lønarlista. Tey ungu krevja annað og meira: dygdargóð mentanar- og frítíðartilboð, góðan skúla og góðar útbúgvingarmøguleikar til tey ungu og góða røkt, tá ellisárini koma. Vit eru øll samd um, at samfeløgini á útoyggjunum eiga at verða varðveitt. Her liggja stór mentanarlig og tjóðskaparlig virði umframt ein stórbær og óspilt náttúra. Spurningurin er bert: hvat skal gerast? Hvussu tryggja vit, at fólk býr á útoyggj um tíggju ella um fimti ár? Tað nyttar ikki at lata eyguni aftur fyri teimum forðingum, ið eru fyri menning av útoyggjunum. Her má nakað annað og meira til. Strategiin má endurskoðast. Spyrjast má um tey mál, ið ein higartil hevur sett sær, eru realistisk. Ber tað yvirhøvur til at droyma um at fáa fólk at flyta aftur út í oyggjarnar? Ella skal ein heldur statsa uppá tey, sum eru har og teirra menniskjanliga tilfeingi? Kanska kundu vit lært av øðrum, sum hava somu trupulleikar. Í útheimi eru myndugleikar og felagsskapir farnir at tala um ”varðveiting uttan menning”. Hetta skal skiljast so, at fokuserað verður á tey virði, sum nú eru tøk og atkomulig í útjarðanum. Virði sum kvirra, ektað og upprunalig mentan, vøkur og óspilt náttúra og menniskju, sum eru góð við sítt umhvørvi. Kanska skuldu røttu avvarandi nú roynt aðrar strategiir, áðrenn ov seint er. Hinvegin er skjótt at staðfesta, at uttan mun til strategi mugu landsmyndugleikar tryggja útoyggjunum eitt optimalt undirstøðukervi. Optimalt ferða-og telesamband er meginfortreyt fyri, at fólk kann liva og trívast á útoyggj í einogtjúgundu øld. Útoyggjafelagið ger eitt stórt arbeiði, og eiga vit øll at geva tí gætur og verða við til at menna orðaskiftið um, hvussu vit best varðveita hesi fyri Føroyar týdningarmiklu búpláss. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Fyrr í ár kom úrslitið av Pisakanningin í føroyska fólkaskúlanum, sum nógv var gjørt burturúr – serliga tað vánaliga úrslitið. Men har vóru eisini glottar. Eitt nú vísti kanningin, at Tofta skúli kláraði seg væl – serliga í støddfrøði. Í fjølmiðlunum segði Olaus Jespersen, deildar­ stjóri fyri fólkaskúlan, at høvuðsorsøkin til góða úrslitið í støddfrøði hjá Tofta skúla var, at tey høvdu brúkt tað danska roknisystemið, Faktor. Sjálvandi vóru tey, ið varða av Tofta skúla fegin um úrslitið. Í Gøtu vóru lærararnir eisini fegnir um hetta góða úrslitið – men serliga fegn­ ir um, at tey á Toftum, eins og í Gøtu skúla nýttu Faktorsystemið í stødd­ frøði. Fara vit aftur til heystið í 2004, so var eitt stríðsmál í Gøtu skúla um undirvísing í støddfrøði, har foreldra­ par tók børn síni burtur úr støddfrøðiundirvísingini, tí at skúlin brúkti danska roknisystemið, Faktor. Sami Olaus Jespersen tók málið upp í fjølmiðlu­ num og nærmast niður­ gjørdi Gøtu skúla og lærar­ arnar fyri at brúka donsku bøkurnar. Hann segði, at tað ikki vóru aðrir skúlar í Føroyum, sum nýttu hesar bøkur, tí allir nýttu før­ oysku Sigma­bøkurnar. Lærarar og skúlaleiðsla í Gøtu vóru ógvuliga hørm um soleiðis at verða niður­ gjørd í fjølmiðlunum av sjálvum leiðaranum í fólkaskúlanum. Eg haldi, at tú, Olavus Jespersen, deildarstjóri fyri fólkaskúlan, skyldar Gøtu skúla eina almenna frágreiðing. Undrunarvert er, at eingi skúlafólk hava latið við seg komið – kann tað vera tí, at hetta er komið frá Olavusi Jespersen? Takk fyri viðmerkingina, Kristin! Uppi á Borg síggja vit beint út á Nólsoynna (ups, Nólsoy?!?). Dagliga síggi eg Boðan, Stongina og Borðuna, so eg skuldi kent eitt sindur til bundin staðanøvn. Alt er jú lutfalsligt, so segði hann, maðurin. Tú finnur stórthundrað bundin staðanøvn. Eg finni fleiri túsund óbundin staðanøvn í okkara frálíka, føroyska atlasi. Dømi: Korndalur, Tjørnunes, Høsmøl, Blábjørg, Jøkladalur, Breiðá, Toftanes, Varmakelda o.s.fr., o.s.fr. “Sigur seg vera lærara í føroyskum”. Eg meini tað! Heyggjur ella heygur, ikki heyggur! Útiá Fløtum? Óbundið! Við blíðari staðanavna­ kvøðu Nú í mong Harrans ár hava vit hoyrt ein av okkara bestu framleiðarum av føroyskum natúrsendingum í sjónvarpinum við einum heldur sjáldsomum fram­ burði í orðaendingum, t.e. (í hesi bygde), í staðin fyri (í hesi bygd) uttan at koma við hasum mishátta e – ljóðinum í endanum, men eg havi hugsað sum so: Ilt er at venja gamlan hund uppi at sita, so eg havi ikki tímað at gjørt viðmerking­ ar til tað. Men nú hevur so ein kvinnurødd í útvarpinum – vøkur rødd annars – tikið upp henda mishátta sið, og tí havi eg hug at tala at, tí eingin orsøk er til at lívga um henda ósið. Framburður í fjølmiðlunum (óbundið) EyðUN Á BoRg lærari HARALd HAMMER Fuglafirði KRIStIN PoULSEN Pisakanningin, Olaus Jespersen og Gøtu skúli Staðanøvn eru óbundin – nøkur (fá) undantøk finnast