týsdagur 17. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2007
13
Tit hava í hesum døgum
fingið tilfar úr Mentamála-
ráðnum um val av bispi.
Hetta valið fellur saman
við yvirtøku av kirkjuni,
sum Føroya løgting hevur
viðtikið skal fara fram á
Ólavsøku.
Kirkjan kemur á før oysk-
ar hendur í eini tíð sum er
merkt av nógvum ivaspurn-
ingum.
Ungur maður sum fer at
lesa theologi sigur við Trú-
boðan 12. juli: ”Heimurin
flytir seg, verður meira
liberalur, og kirkjan fylgir
við, tí kann tað eisini vera,
at kirkjan hevur flutt seg
ov nógv, so eg tá ikki vil
verða partur av kirkjuni”.
Samstundis sum tað
unga fólkið verður meira
leitandi og religiøst í lond-
unum rundan um okkum,
so eru tað yngri sum eldri
sum venda fólkakirkjuni
bakið. Í miðbýnum í Keyp-
mannahavn verða nú 10
kirkjur niðurlagdar.
Men har sum prestur
hevur ein greiðan bíbilskan
boðskap, koma fólk lang-
vegis frá í kirkju.
Fyrsta bispasetan í yvir-
tiknu kirkjuni verður
av gera ndi fyri lív og lagnu
fólka kirkjunnar.
Bispaembætið er Guðs
sendiboð, sum er kallað av
kirkjuliðunum at boða
evangeliið um Jesus
Kristus.
Myndugleikin hjá bispi
er í andans ríki og er púra
óheftur av myndugleika-
num í hesum heimi.
Hann skal forvalta orðið
í anda og sannleika, tí utt-
an sannleikans anda er
orðið bert bókstavur.
Bispur forvaltar dópsins-
og altarsins sakramenti.
Bispaembætið gevur
collats til prestar, og hevur
fullan myndugleika at taka
collats frá prestum sum
ikki røkja uppgávuna eftir
tí sum er fyriskrivað Bispi.
Kirkjuliðið, prestar og
kirkjuráðslimir, hava
umsjón við bispi, og kunnu
heita á setanarmyndug-
leikan um at loysa hann úr
starvi eftir nágreiniliga
fyriskrivaðum reglum, sum
hava sítt støði í Bispa-
embætinum sum umrøtt
omanfyri.
Bispur er saman við
Mentamálaráðnum (les:
Kirkjumálaráðnum) ovasti
umsitingarligi myndugleiki
fólkakirkjunnar.
Kæru Kirkjuráðslimir!
Í kanska øllum kirkjum í
landinum er lestrarbók, har
ivi er sáddur um inkarna-
tiónina av Gudi til at vera
menniskjasonurin Jesus
Kristus. Við hesum er
ljómurin av himli á Mariu
boðanardegi og jóladegi
tileinkisgjørdur. Tá er
grundarlagið eisini burtur
fyri dópsins- og altarsins
sacramentum.
Við doypifunt verður
annars í dag sagt um
børnini: Tí himmiríki er
teirra. Við hesum er
evangeliska kirkjan ikki
Luthersk longur, men ein
baptistakirkja, sum sigur
eins og heimurin, at
menniskja er syndafrítt í
sjálvum sær (les: arva-
syndin, sum nú eisini
stríðir móti allari manna-
hugsan, er ikki til).
Bíbilska grundarlagið at
doypa børn er við hesum
burtur. Teksturin er heilt
ørðvísi: Tí at fyri slík er
himmiríki.
Við innsetan av prestum
eru í summum førum
bíbliu týðingar brúktar, sum
ikki eru autoriseraðar.
Týðingarnar eru ótrúgvar
móti frumtekstinum, men
laga seg til lívsførðsluna í
dag.
Vit í hesum heimi siga at
alt er relativt. Men kirkj-
unnar grundarsteinur er
ikki relativur. Pilka vit við
samanhangin í guðs loynd-
ardómi, sum er handan
okkara vit og skil, so eru
vit ikki í kirkjuni. Men
kirkjan, sum er loyndar-
dómurin hjá øllum teimum
sum hava sett sítt álit á
upprisna frelsaran Jesus
Kristus, kemur at standa
um allar ævir.
Skjótt verður bispavígsla
í Dómkirkjuni. Er tað sum
í hinum norðanlondunum,
vera erkabisparnir í hinum
norðanlondunum til steðar
í glitri og gleim.
Hvør skal so kallast í
Bispaembætið?
Bispur í dag skal hava
nógvar førleikar og egin-
leikar:
- Hann skal stíga niður
úr bispastólinum og áhald-
andi vera áhugaður í hvat
rørir seg millum fólk í øll-
um lívsins viðurskiftum og
seta seg aftur í stólin, uttan
at ein flís av virðing og
sóma er fokin úr embæti-
num.
- Hann skal fylgja væl
við í hvat rørir seg av átrún-
aðarligum og eksistensi-
ellum spurningum.
- Hann skal skapa virð-
ing fyri embætinum sum
ein ið ikki trillar um fyrsta
og lættasta hornið, men
vera ágrýtin at lurta og
geva sær góða tíð at finna
loysnir.
- Hann skal raðfesta sam-
bandið við prestarnar og
kirkjuliðið høgt, og taka
embætisførðsluni at geva
collats til prestar í fullum
álvara.
- Bispur skal vera sannur
í orði og verki.
- Hann skal vera pæda-
gogur og koma teimum
nær sum leita eftir øðrum
formum at samlast uppá,
men halda fast um at
kirkjunar einasta uppgáva
er at boða orðið, sum er
Jesus Kristus.
Bispur skal vera allra
føroyinga bispur.
Komið saman allir kirkju-
ráðslimir at koma við upp-
skotum.
Teir báðir sum fáa flestar
atkvøður eru kandidatar.
Møtist so nakrar dagar
seinri at tosa við kandi-
datarnar
Tann í prestahópinum
sum best lýkur oman fyri-
nevndu kriteriir, er Heri
Joensen.
Opið bræv til kirkjuráðini
ÓLAVUR
PETERSEN
HUGLEIÐING
Robert Mc. Birnie
“Ikki herma eftir fólki!!!!”
Soleiðis plagdi mín góði vinur
Hermann at siga, tá ið eg við
hvørt “royndi” at herma eftir
honum. - Ikki tók hann sær
tykni av tí, sum tann stóri
skemtarin hann var. - Hvørt
mansbarn kennir teir figurarnar
hann skapti. Fremst av øllum
Pallaba. - Men tað var eftir
mínum tykki sum vísusangari,
hann var heilt framúr. - Hann
dugdi ikki bert at frambera eina
vísu, ella ein tátt, soleiðis, at tú
skilti væl og virðiliga hvat tað
snúði seg um, men Hermann
hevði sín egna stíl. - Tann
nærmasta eg kann samanlíkna
hann við er kanska Osvald
Helmuth. - Serliga tá ið
Hermann í ávísum støðum í
vísunum nærmast sleppur
sjálvum lagnum og fortelur,
uttan tó at missa hvørki takt ella
tóna.
Eg skrivi hetta sjálvandi í
samband við fløguna, sum júst
er komin út. Ikki sum
nakað ummæli, men
meira sum nakrar
hugleiðingar.
Fløgan er býtt upp í 5
partar, sum í sjálvum sær
vísa, hvussu fjølbroyttur
Hermann var. Fyrsti
partur við teim sera væl
kendu sangunum frá
tíðini í
tónleikafelagnum. Síðan
eitt av spesialunum hjá
Hermann, nevniliga
Friedmans Epistler. -
Minnist eg var inni hjá
Hermann einaferð, og
onkursvegna var ein
svii komin inn við.
Minnist sera væl,
hvussu hesin sviin sat
og gapaði, meðan
Hermann siteraði fleiri
epistlar uttanat og á
flótandi svenskum.
Nr. 3 eru nakrir
kabarett sangir, sum
eisini hava verið
framførdir í V-4.
Næstseinast koma so
nakrir av teim
kendastu V-4
tættunum. - Nú
nevndi eg
frammanundan tann serliga fram-
førsluháttin hjá Hermann. -
Hann kemur kanska ikki so væl
fram her, uttan kanska í “Tað
sum vendir niður vendir upp!”
og “Útvarpið 15 ár” - Vit mugu
minnast til, at allir hesir V-4
tættirnir vóru framførdir “live” -
tað vil siga í beinleiðis send ing-
um. Fyri ikki at tala um, at
tekstirnir til hesar tættir fekst tú
í hondina stutt áðrenn sendingin
fór í luftina, so har var ikki nógv
tíð til nakra venjing. - Ótrú ligt
at tað kundi gerast so gott
kortini. - Í hesum sambandi má
tað nevnast, sum tað eisini
verður í
formælinum, at Svenn
Brimheim átti sín stóra lut í
hesum framførslum. Teir báðir
kendu so væl hvønnannan, at
tað skuldi ikki nógv venjing til,
fyrr enn løgini vóru komin upp
á pláss.
Hetta førir okkum
til tann seinasta
partin á fløguni,
nevni liga
barnasangirnar. Sum
tað eisini stendur í
formælinum, so
gjørdi Hermann
barnasendingar eitt
skifti. - Tað finnast
ein hópur av fittum
barnasangum, sum
børn hava sent inn
sum yrkingar og sum
Hermann og Svenn
Brimheim gjørdu løg
til og sungu og
spældu. - Serliga her
leggur tú til merkis tað
framúrskarandi og heilt serliga
guitarspælið hjá Svenn.
Jú, ein hugnalig, minnisrík og
ikki minst søgulig fløga. - Hon
fer so í hvussu so er at runga
inni hjá okkum á Ólavsøku.
Fløgan: »Hermann syngur!«
r
ga fram-
n -
um Fyri ikki at tala um at
verður í
ti
p
n
ba
ta
fo
gj
ba
sk
ein
ba
bø
sum
He
Bri
til o
spæ