Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2007 15 Signar á Brúnni skúlastjóri á Ziskatrøð nøvn Jastrid Olsen, vanliga nevnd Jastrid á Toft, fer til gravar úr Húsarvíkar kirkju týsdagin klokkan 12. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Jastrid, kunna lata eina gávu til Dals kirkju, konta í Eik ella Føroya Banka Berint Berhtelsen, Strendur, andaðist á landssjúkrahúsinum leygardagin 14. juli 66 ára gamal. Knút Sonne Olsen, Funningur, andaðist 14. juli, 77 ára gamal. Jarð­ arferðin verður úr Funn­ ings kirkju týsdagin klokkan 14. Tey, ið vil­ ja minnast Sonna, kun­ nu lata Ellis­ og Røktar­ heiminum í Runavík eina gávu Andlát og jarðarferðir Í juli 1977 tóku 14 stýrimenn prógv á Føroya Sjómansskúla, teir vóru: Hans Magnus Hansen, Klaksvík, Gunnar J. Joensen, Sørvágur, Dan F. Magnussen, Tórshavn, Símun Joen-Jacobsen, Sandavágur, Carl-Erik Reynheim, Tórshavn, Daniel Eliasen, Mikladalur, Ólavur S. Hovsgarð, Hovi, Tummas Christophersen, Vestmanna, Beinir Simonsen, Klaksvík, J. Napoleon Purkhús, Kunoy, Jóhannes Lassen, Klaksvík, Jákup Anthoniussen, Klaksvík, Per Lund Gulklett, Argir, og Hans Oluf Johannesen, Klaksvík. Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1977 Fyri 30 árum síðan: Stýrimenn í 1977 Tíðindaskriv Frímarknaðurin Sel.fo á net­ inum, ið dagliga verður brúktur av privatum seljar­ um og keyparum, hevur nú Føroya størsta bilmarknað. Klokkan 23.37.39 tann 15. juli 2007 vísti síðan 400 bil­ ar í senn. Hettar var eitt met, sum eigararnir Arngrím Poulsen og Magni J. Hansen fegnast um. Síðani oktober 2004 hev­ ur Sel.fo verið ein fríur marknaður fyri privatar sel­ jarar, har skrásetta limatalið nú er komið upp á yvir 3.100. Heimasíðan verður væl vitjað av bæði keypar­ um og seljarum, har tey javnan síggja, at síðan broyt­ ist til teirra fyrimun. Vit koma við nøkrum broytingar afturat í nærmas­ tu framtíð og vóna at limir­ nir taka væl í móti teimum nýggju broytingunum, ið hava til endamáls, at gera Sel.fo til eina meira persón­ liga heimasíðu fyri limirnar, siga Arngrím Poulsen og Magni J. Hansen. Tøkk Øllum tykkum, sum við gávum, blómum, fjarritum og á annan hátt gleddu meg á mínum 90 ára føðingardegi, takki eg hjartaliga. Bestu heilsanir Elsebeth Maria Joensen, Syðrugøta Dagurin 17. juli Arnolphus, deyður ár 641. Hann var biskupur í Metz. Eftir deyða hansara henda mong undurverk við grøv hansara, og hann varð skírdur halgimenni. Størsti bilmarknaður á Føroyska netinum Landsstýrismaðurin í men­ tamálum hevur í dag sett Signar á Brúnni sum skúla­ stjóra í Skúlanum á Ziska­ trøð frá 1. august 2007. Signar er 62 ára gamal. Hann tók læraraprógv á Før­ oya Læraraskúla í 1969 og hevur síðani tá arbeitt sum lærari og leiðari í fólkaskúl­ anum. Hann hevur í styttri tíðarskeið verið varaskúla­ stjóri í Fuglafjarðar Skúla fyrstilærari í Leirvíkar Skú­ la fyrstilærari í Eiðis Skú­ la, skúlastjóri í Vestmanna Skúla, og síðani 23. mars 2007 skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð. Signar hevur eisini verið landsstýrismaður, varaløg­ maður, limur í Lands­ skúlaráðnum í mong ár og formaður í ráðnum í tíðar­ skeiðunum 1979­81 og 1984­89 stendur í tíðinda­ skrivi frá Mentamálaráð­ num.