týsdagur 17. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 135 - 17. juli 2007
tíðindi
Tað varð samtykt á
aðalfundinum hjá
Útoyggjafelagnum
leygardagin.
Henda seinasta
stevnan varð sett í
Fugloy, í Hattarvík.
Aðalfundurin var í
skúlanum í Hattarvík,
og tann einasta, lítla
skúlastovan í hesum
lítla bygdarskúla var
kjokkfull av fólki.
Stevnugestirnir fyltu
nógv í teirri fólkalítlu
oynni, sum úr erva
líkist einari dunnu.
Búgva 20 fólk á
Kirkju og í Hattarvík,
so er tað eisini alt.
Fólkatalið í Fugloy
minkar og minkar.
Lítið skal til, at tað
ikki longur er nakað
fólkatal at minka av
ÚTOYGJASTEVNA
Sonne Smith
Frøi var á fundarfólki í skúl
anum, tá ið tað varð avrátt,
at Mykines er ráðstevnu
oyggj í 2008. Tað sást ser
liga væl á Esbern í Eyðan
stovu, sum annars situr í
starvsnevndini hjá Útoyggja
felagnum. Kona hansara,
Katrina, situr í umboðs
ráðnum. Hon umboðar altso
Mykines. Tað er valla koll
gitt, at fleiri longu ta løtuna
í Hattarvík sóu fyri sær,
hvussu tey kundu hugsað
sær at lagt ferð sína til Myki
nes til rættis. Kortini verður
Mykines straffað, nú Strand
ferðslan hevur boðað frá, at
hóast ferðaseðlaprísurin fer
niður í eina helvt á farleið
unum yvirhøvur, verður
prísurin tann sami sum
higartil á Mykinesleiðini.
Spell, tí Mykines er einasta
útoyggj, ið hevur matstovu
at bjóða sínum gestum. Enn
tá eina góða matstovu.
Pengar
Eisini á hesum aðalfundi
num varð tosað um pengar
og aftur pengar. Í hesum
føri varð sum ikki einaferð
tosað um tvørrandi pengar.
Her var eingin politikari hjá
staddur. Onkur helt fyri, at
tað kundi gera tað sama.
Útoyggjafelagið fær onga
játtan. Politikarar geva ikki
felagnum ans, og tað kom
sjálvandi fram. Onkur annar
helt fyri, at Útoyggjafelagið
var nógv betur farið við als
ikki at blanda politikk uppí.
Felagið skal gera nakað
sjálvt. Av sínum eintingum.
Framtíðin er og verður
ferðavinnan. Glottar eru
fyri framman, hóast seint
gongur.
Útoyggjafelagið
arbeiðir við tankanum um
at fáa vistarhaldsskipan í
lag í útoyggj. Fyrimyndin
kundi verið tann skotska,
eingilska, írska Bed &
Breakfastskipanin (B&B).
Latið ferðafólk fáa okkurt
at gista í. Tað ber væl til, og
tað hevði drigið ferðafólkini
til sín. Latið tey fáa nøkur
rein og nosslig toilett. Latið
tey fáa tak út yvir høvdið,
Mykines hýsir útoygg
Símun Gullaksen, elsti maður í Hattarvík, og Jákup Næss. Mamma hansara er ættað av Kirkju
Mynd: Eirikur Ólason Simonsen
Álitismaðurin Jóannes
Christiansen, bóndi á
Kirkju
Mynd: Eirikur Ólason
Simonsen
Hanus Hansen, bóndi í
Hattarvík, setti stevnuna
Mynd: Frits Jacobsen