Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2007 17 tíðindi Fá stig tikin at bøta um viðurskiftini á útoyggjum Útoyggjafelagið Tíðindaskriv Útoyggjastevnan úti í Fugloy eydnaðist sera væl. Fleiri enn 700 fólk luttóku í teimum tiltøkum, ið vóru fyri­ skipað í Hattarvík og á Kirkju. Á stevnuni helt Útoyggjafelagið sín árliga aðalfund. Formaðurin Óla Jákup úr Dímun, greiddi frá virksemi felagsins í farna árið, og víst m.a. á leiklutin, sum felagið hevur havt í visión 2015 og í Samferðsluætlanini. Seinasta árið, er eisini komin gongd á arbeiði við fram­ leiðsluhúsi á útoyggj, eins og aðrar verkætlanir, ið fólk á útoyggj hava tikið stig til. Aðalfundurin kom til ta niðurstøðu, at hóast fólk á útoyggjunum vísa ítøkiligt fyritakssemi og arbeiða við at skapa fleiri vinnumøguleikar og arbeiðspláss á út­ oyggj, eru sera fá ítøkiligi stig tikin frá landsins myndug­ leikum, ið bøta um umstøðurnar og gera tað møguligt at venda gongdini á útoyggj. Tað er alneyðugur og somuleiðis bráneyðugur tørvur á alternativum fíggingarmøguleika til vinnuligt virksemi á útoyggjunum. Tað er staðfest at privati fíggingarmarkn­ aðurin ikki vil fíggja vinnuvirksemi á útoyggj, tí mett verður at trygdin í bygningum og virkisgøgnum er ov lítil og harvið váðin ov stórur. Sostatt er einasta loysn at ein almennur grunnur verður stovnaður, ið kann veita hesa fígging. Arbeiðast skal miðvíst og áhaldandi við at betra sam­ ferðsluna, tí stórur tørvur er á nýggjum skipum til útoyggjasiglingina. Lækkanin á ferðaseðlaprísunum skal eisini galda fyri tyrluflúgvingina, ið fleiri útoyggjar eru sera bundnar at. Ongar einskiljingar skulu fremjast uttan so, at hetta er væl umhugsað og lagt til rættis við neyvum atlitið til umstøðurnar á útoyggj, og trygd skal vera veitt fyri, at møguligar einskiljingar ikki lækka tænastustøði og gera livilíkinidini á útoyggj verri. Fundurin metti, at Útoyggjafelagið eigur fáa størri fíggjarliga orku til at fremja tey mál, ið felagið setur út í kortið. Heitt var á fólk um at tekna seg sum lim. Útoyggjafelagið skal gerast meira sjónligt og hoyrast betur og í størri mun gera sína ávirkan galdandi, har politisku avgerðirnar verða tiknar. Felagið skal fram­ haldandi og áhaldandi arbeiða fyri at bøta um viður­ skiftini á útoyggjunum. Á aðalfundinum var eisini val av nevnd og umboðsráð á skránni. Øll nevndin var afturvald. Í henni sita Óla Jákup úr Dímun úr Dímun, formaður, Olga Biskopstø úr Klaks­ vík, ið er samskipari og Esbern í Eyðansstovu í Myki­ nesi, nevndarlimur Í Umboðsráðnum hendi ein broyting við tað, at Ragna Glerfoss úr Mikladali fór frá og fyri hana varð Magnus Eliassen valdur í ráðið. Í Umboðsráðnum eru: Fríða Isaksen, Húsar, formaður Sanna Silvurstein, Hestur, næstformaður Óli á Geilini, Svínoy, skrivari Harry Jensen, Skúvoy Eyðun Eliasen, Trøllanes Andrass í Frammistovu, Kirkja & Hattarvík Poulina Eliasen, Syðradalur Ragna Glerfoss, Mikladalur Katrina Johannesen, Mykines Bjørn Patursson, Koltur Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun Útoyggjafelagið takkar teimum, ið fyriskipaðu Útoyggja­ stevnuna, sum veittu eina hjálpandi hond á landi og sjógvi, sum hava veitt fíggjarligan stuðul og teimum, ið komu út til Fugloyar. Ein stór tøkk til tykkum øll, ið á hendan hátt stuðla arbeiðinum, við at menna og skapa livilíkindi á útoyggj. jastevnu næsta ár so tey fáa gjørt sær ein drekkamunn. Í Havn til dømis sleppa ferðafólk ikki av við sítt rusk. Tey ganga og leita og eru til seinast noydd at sleppa plastrusk­ posanum onkustaðni, með­ an tey rodna av skomm. Skelting Í Klaksvík er eittans skelti við rundkoyringina í nánd av tunnilsmunnanum, sum vísir leiðina til eitt nú Viðar­ eiðis. Eitt skelti. Tað kom eisini fram á aðalfundinum. Hvussu skulu ferðafólk finna og vita, hvar tey eru. Tað er nóg ringt hjá føroy­ ingum sjálvum. Tað kom fram á fundinum í Hattarvík, at tað gjørdi einki, um eitt stórt skelti boðaði frá: Væl­ komin til Fugloyar/Wel­ come to Fugloy. Og hevði sama skelti víst, at her er B&B. Slíkt kostar. Ja! Men so er at taka tað fyri tað, so at tað loysir seg. Eini ráð kundu verið, skiltist á fund­ inum, at ein dygg almenn ella privat íløga í tænastu­ veitingar hjá ferðafólki hevði gjørt munin. Útoyggja­ felagið lýsir sín roknskap við einum javna uppá umleið 90.000 krónur. Tað rætta hevði verið 90 milli­ ónir, helt ein heilt annar fyri, sum ikki hevði verið á aðalfundi. 500 fólk Vell, pengar ella ei. Leygar­ dagin vóru eini 500 fólk í Fugloy. Liggjandi góðveður hevði verið leingi, men leyg­ ardagin var ringasta ætt í Fugloy, landnyrðingur og norðan. Ein lágur vestan er best har um vegir. Veður ella ei. Hetta var ein fínur dagur hjá fólki. Góður morg­ unmatur til teirra, døgurði fyri einki. Tjaldskýli vóru reist bæði í Hattarvík og á Kirkju. Tú kundi keypa tær breyð, vatn og øl umframt tinganest. Alt í interimistiskum sølubúð­ um. Í Hattarvík greiddi Árni Dahl frá kirkjuni í Hattarvík. Á kirkju greiddu Jenny Lyd­ ersen og deknurin, Jóannes Christiansen, frá kirkjuni á Kirkju. Í Hattarvík undir­ hildu Trøllapætur og Omm­ an. Á kirkju var bæði før­ oyskur og eingilskur dansur. Jóannes Jakobsen og Sølva Ford spældu og sungu til dansin. Tey, sum lógu sunnu­ nátt í Fugloy, høvdu ein góð­ an dag. Summi bóru ótta fyri, at tey sluppu ikki av oynni aftur. Møsn, tí Másin sigldi aftur og fram fleiri ferðir. Tað sama gjørdu Alfa Pilot, Froyur hjá Skúvadali og Silja Star hjá Palla Lamhauge. Og seinast kom Tjaldrið eftir fólkunum, sum vóru komin úr Skúvoy, og tyrlan kom eftir teimum úr Dímun. Tað ber saktans til at skipa fyri fyrsta floks sam­ komu í útoyggj. Starvsnevnd og umboðsráðsnevnd í Útoyggjafelagnum Mynd: Frits Jacobsen Eini 500 fólk vóru í Fugloy á útoyggjastevnu Mynd: Frits Jacobsen