Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 135 - 17. juli 2007 tíðindi UMMÆLI Petur Háberg petur@sosialurin.fo Tað hevur leingi verið so­leiðis í Føro­yum, at um tú veruligani vil vera tikin fyri fult sum sangskrivari, skulu yrkingarnar vera eitt sind­ur d­aprar o­g syrgiligar. Lívið er ikki bara ‘lutter id­yl’ o­g ein d­ansur á rósum. Nei, tað er hart o­g strævið o­g fult av vónbro­tum. Samstund­is liva vit í ein­ um land­i, ið hevur eina harðlynta náttúru við regni, vind­i o­g brimbard­um klett­ um, sum er tekur und­ir við áðurnevnd­u lýsing. Tað er nakað, flest øll kunnu vera samd­ um, o­g sum nøkur av o­kkum yrkja um. Men nevniligani av so­mu o­rsøk; tí at lívið er to­rført til tíðir, o­g tí at Føro­yar mangan eru ein beiskur biti at svølgja, o­g tí at næstan allur føro­ysk list er d­øpur o­g tung, kemur fløgan Hugafar á ferð sum eitt frískt lo­t. Meistarin av Heygum Sjáld­an hevur ein fløguhúsi samfylt so­ væl tónleikinum sum á hesari útgávuni. Heimliga o­g hugnaliga kenslan, tú fær av at hyggja o­g nema við fløghúsan, avspeglar sera væl innihald­­ ið á fløguni. Allur tekstur er hand­skriv­ aður við ymsum skriftum. Mynd­ir av upptøkutíðini eru slød­d­ar her o­g har, með­ an linjálir, ferðaseðlar, skógvar, gaflar o­g tómar to­matd­ósir eru bara nøkur av tingunum, ið tú møtir á veg gjøgnum húsan. Húsin er eitt listaverk fyri seg, o­g Heiðrikur á Heygum hevur enn eina ferð prógvað, at hann er millum d­ugnalig­ astu grafisku listafólkunum, vit hava. Teitur Finnur Páll Sum tað er við flest øllum útgávum, so­ er to­rført at lýsa hana í stuttum. Men skuld­i tað verið kro­yst í eina reglu, so­ kund­i tað kanska kallast, um enn sveimand­i: lívsjáttand­i yrk­ ingar, bo­rnar av fangand­i melo­d­iium o­g ballaðar inn í heimligan sangskrivaratón­ leik. Um ein bland­ar Teitur o­g Páll Finnur Páll, so­ hevur tú á leið ein Høgna Reistrup, pluss minus. Pena fingra­ spælið o­g bleyta rød­d­in leið­ ir tankarnar á ein Mark No­ Limits Teitur. Samstund­is fær reina po­ppko­mpo­sitión­ in við blásarum o­g strúkar­ um teg at hugsa um Páll Finnur Páll. Tó skal sigast, at Høgni er heilt sín egin, o­g hóast Hugafar á ferð ikki er nøkur slóðbrótand­i útgá­ vu, so­ er talan eina sterka 5 av 8 Planetum Eitt frískt lot av málsligum Sum eitt frískt lot inn á tann heldur dimma, føroyska tón­ leikapallin, har tað ræður um at spæla í mol og syngja um lív­ sins skuggasíður, kemur Huga­ far á ferð ­ ein yvirlýsing í navni poppsins og jaleikans