Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2007 19 tíðindi flø­ga við góðum tekstum og fangandi lø­gum. At hvíla við Høgna Tað skal ikki vera nø­kur loy­na, at hesin ummælarin er follin ‘pladask’ fy­ri rø­ddini hjá Hø­gna. Hø­gni hevur eina hása og pena rø­dd, ið hann eisini hevur sera gott tamarhald á. Hann sy­ngur reint og dugir væl at nýta hana dy­namiskt, og fer man í smálutir, so hevur hann eisini eina sjar­ merandi vibrato á endunun­ um á teimum langu tónun­ um. Á summum útgávum sit­ ur man mestsum og kry­mp­ ar tær, meðan sangarin í heilum fríggjar við hálvtón­ um y­vir og undir teimum, ið miðja verður eftir. Men við Hø­gna hvílir tú og nýtir tónleikin. Ungt skald Tað eru allarhelst fleiri við mær, ið hava tveitt pennin frá sær eftir óteljandi mis­ ey­dnaðar dansir við fø­roy­s­ ka málinum. Ein hø­rð ma­ damma at svinga við. Men Hø­gni dugir væl at y­rkja og megnar at skriva fjø­lbroy­tt og vakurt. Frið­sæ­ la stund er eitt dø­mi upp á hansara skaldsligu dy­gdir: Kom lat okkum finna spírandi gøtur Dáttliga heimurin bjóð­ar tær várskrýddar løtur Ein sjón so vøkur at løtan hon verð­ur til ár Væna steð­ga so at tíð­in kann festa sær røtur Frið­sæla stund stimbra lívsins lund At Hø­gni á so ungum aldri vísir slíkar dy­gdir innan skriving, kundi bent á, at unga ættarliðið hevur fingið sín Kára P. Sjálvandi er eitt sindur eftir enn, men tað er ikki óhugsandi, at um nø­kur ár er Hø­gni ein av okkara mætastu y­rkjarum. Riggar best niðri á jørðini Millum sterku lø­gini á flø­guni eru Býurin við­ án­ na, Hugafar á ferð­ og Tak meg við­. Øll trý eru rættiliga still lø­g, og tað eru nevniliga hesi, tey­ einklu og naknu lø­gini, ið rigga best. Tað organiska og inniliga ljóðið er fangað, og rø­ddin hjá Hø­gna er í sentrum. Kassa­ gittarin, ið ljóðar serstaklig­ ani væl gjø­gnum alla flø­g­ una, kemur til sín rætt. Men tá ið gongd kemur í, og ljóðmy­ndin by­rjar at fy­ll­ ast, haltar eitt sindur. Sum til dø­mis í Ei longur ein lítil genta, sum er tað villasta lagið á flø­guni og er eitt up­tempo popplag. Roy­nt verður at fáa eitt stórt sound, men á ein ella annan hátt ljóðar tað tómt og ikki væl miksað. Kanska serliga trummuljóðið er tunt. Tað er sum um, at tað lítla og einkla ljóðið, ið riggar so væl í teimum stil­ lu og friðarligu sangunum, ikki heilt slær til, tá ið gongd kemur í. Samstundis livir teksturin, eftir mínum ty­kki, ikki upp til Hø­gnasa annars so frálí­ ku y­rkjan. Ein dýrgripur Men talan er avgjø­rt um eina frálíka debutflø­gu, ið Hø­gni kann vera sera stoltur av. Leiklutin sum skald og tónasmið megnar hann til fulnar, og eingin ivi er um, at vit hava fingið ein tónlis­ tarligan og málsligan dýr­ grip í Hugafar á ferð. Uttan iva millum bestu fø­roy­sku útgávurnar í ár. Aktuelt: Í annaðkvø­ld, mikudagin tann 18. juli, verður útgávukonsert í Meiarínum kl. 20.30. Við á konsertini vera Hø­gni Fagraberg, Rúni Mouritsen, Ísak Sambleben, , Finnur Jensen umframt tveir blásarar og tríggir strúkarar. Slóð: www.my­space.com/hognireistrup FAKTA og tónlistarligum dygdum Høgni Reistrup vísir bæði málsligar og tónlistarligar dygdir á Hugafar á ferð. Hann dansar hegnisliga við føroyska málinum og tekur lurtaran við í sín heimliga tónleikaheim mynd: Sunva Eysturoy Lassen Heiðrik av Heygum prógvar enn einaferð við fløguhúsanum, at hann telist millum fremstu grafisku listafólkini í Føroyum