týsdagur 17. juli 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2007
- Tað er so illa statt
við lomviganum, at
hann eigur at verða
friðaður alt árið.
Hinvegin ger tað
neyvan mun at friða
lundan, hóast støðan
er vanlukkulig,
heldur formaðurin í
Útoyggjafelagnum
Fuglaveiða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg haldi, at lomvigin
eigur at verða friðaður
Tað er boðskapurin frá
Óla Jákup úr Dímun.
Hann er útoyggjamaður
av Stóru Dímun og formað-
ur í útoyggjafelagnum, sum
hevur aðalfund í Fugloy í
dag.
Tað hevur mangan verið
ført fram, at fuglaveiða er
ein týðandi táttur í møgu-
leikunum at skapa sær livi-
líkindi á útoyggj.
Men fuglaveiða er í
vanda, tí fuglurin er mink-
aður og í útvarpinum hava
vit hoyrt harmaljóð úr tí
mesta landinum at kalla
alla síðstu viku um, hvussu
illa tað stendur til við fugla-
meinginum, bæði lomviga-
num og lundanum.
Óla Jákup í Dímun ásann-
ar, at støðan er vánalig og
hon er akkurát líka vánalig
í Stóru Dímun, sum hon er
í landinum annars, eisini á
plássum, sum plaga at vera
frágera góð fuglapláss.
- Tað verður latið illa at
allastaðni og tað kunnu vit í
Stóru Dímun tíverri ikki
annað enn taka undir við,
sigur hann.
- Tað sær syndarligt út
við fuglinum, leggur hann
afturat.
- Vit síggja, at lundin ger
okkurt lítið rend inn á land,
men tað er bara ein, tveir
dagar, so er hann vekk aft-
ur.
Hann sigur, at av tí sama
er svarta onki komið burtur
úr fleygingini higartil í ár.
- Og sum støðan er nú,
vænti eg heldur ikki, at nak-
að fer at koma burtur úr,
hóast vit sjálvandi vóna tað
besta.
Gamli
dímunarbóndin
sigur, at tað sær eisini synd-
arliga svart út við lomviga-
num.
- Sum eg dugi at síggja,
trúgvi eg ikki, at nakar ligg-
ur á eggi. Undir øllum
umstøðum eru teir ótrúliga
fáir, sigur hann.
Stór lomvigabjørg eru í
Stóru Dímun, men hann
metir, at tað eru í mesta lagi
10% eftir av tí, sum var, tá
ið hann var upp á tað mesta
fyri 40-50 árum síðani.
Lomvigin friðast
Óla Jákup væntar ikki at
tað nyttar at friða lundan
fyri fleygi, tí tað er so lítið
intensiv veiða, at tað av-
markar seg sjálvt og tí ger
tað valla mun.
Hinvegin heldur hann
kanska, at tað er rætt at lata
vera við at geva loyvi at
draga lunda.
Hinvegin er heldur ikki
loyvt at taka lomvigaregg
og annars er bert loyvt at
skjóta lomviga eina stutta
tíð um veturin.
Annars er lomvigin frið-
aður tað mesta av árinum.
Men hóast hann hevur verið
friðaður mestsum alt árið í
nógv harrans ár, vísir tað
ikki at gera mun.
- Tá ið støðan er so vána-
lig, sum hon er, er so øgiliga
skjótt at gera av við tað
syndrið, sum er eftir.
Hann heldur, tískil eigur
lomvigin at verða fullkomi-
liga friðaður.
Hann vísir eisini á, at bát-
arnir, sum skjóta nú, eru so
effektivir, teir sigla bæði
skjótt og langt og tí gera
teir mun á stovninum.
- Tað er ikki vist, at tað
hjálpir at friða lomvigan.
Men tað er tað einasta, vit
kunnu gera og so hava vit
gjørt tað, vit kunnu.
Sjálvur metir hann, at or-
søkin til, at fuglurin mink-
ar, er, at hann manglar
føði.
- Annars frættist frá bátu-
num í oljuvinnuni í Norð-
sjónum, at tað er ein øgi-
ligur fuglur, sum doyr av
dálking rundanum boripall-
arnar og av eldunum, sum
brenna á pallinum.
- Tað eru kanska fleiri
viðurskifti, sum gera seg
galdandi, tí tað er ikki vist,
at tað er veiðan, sum hevur
beint fyri fuglinum. Tað
kann einsvæl vera ein sam-
anspæl ímillum veiði, dálk-
ing og trot á føði, sigur Óla
Jákup úr Dímun.
Seismikkur og
olja forkemur
lomviganum
Íðin fuglaveiðimaður heldur, at tað er av
mannaávum at lomvigin minkar burtur í
onki, men tað er ikki av veiði
Fuglastovnur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru seismikkur og oljuvinnan, sum eru ein stór
orsøk til, at lomvigastovnurin er so illa fyri.
Tað heldur ein íðin fuglaveiðimaður í nógv ár.
Hann sigur við Portalin, at í nógv ár hevur nógvur
lomvigi verið at fingið eystanfyri Nólsoy og
Fugloy.
Men tað, sum menn tosa um, er, at talan er um
útlendskan lomviga, bæði norskan, skotskan og
íslendskan og tað sæst aftur á ringmerkingini.
- Føroyski lomvigin kemur aftur undir land í
januar og februar og tí varð friðingin flutt til at
byrja 20 Januar.
Sostatt heldur hann, at friðingin frá 20. januar til
1.oktobur er í fínsta lagi.
Men spurningurin er so, hví fuglastovnurin
minkar.
- Ein stór orsøk sigst vera eldsprænurin sum
stendur upp úr oljupallunum. Fuglur søkir at ljósi í
myrkri, so hann flýgur gjøgnum eldin og forekmur
sær. Onkur vil halda, at fuglur í stórum tali ferst á
hendan hátt.
Annars er manglandi æti í nøkur ár helst eisini
ein orsøk,men hon kemur aftur, tí tað hevur altíð
gingið upp og niður.
Hann heldur seg eisini hava eina forkláring uppá
søguna í Útvarpinum um, at fuglurin varð vekk
eftir einum degi í Vestmanna og í Vágum.
- Mín meting er, at orsøkin til tað er, seismik-
skjótingin sum bleiv gjørd frá Skálavík til norður
um Slættanes, sigur fuglaveiðimaðurin.
Hann hoyrdi sum tíðindir 7. juli, at Magnus
Heinason skuldi skjóta seismikk á firðum og sund-
um 10 dagar fram og 12. juli vóru tíðindini í Útvarp-
inum um, at fuglurin var horvin og hann heldur, at
tað er ein áhugaverd samanrenning.
Annars stðfestir hann, at tað hevur verið rættuliga
nógv álka og stórir flokkar hava verið á sæð inni á
Tangafirði, Kalbaksfirði, Kollafirði og í Sunda-
lagnum nú í langa tíð.
- Neyvan er hon føroysk, tí sambart upplýsing
um, hvussu nógv álka eigur í Føroyum, er talan um
eini 700-800 pør og tað hevur verið mangt slíkt inni
á firðunum.
Lomvigin eigur
at verða friðaður
Tað er ikki vist, at tað hjálpir at friða
lomvigan, men so hava vit gjørt, tað vit
kunnu, sigur Óla Jákup úr Dímun. Í Stóru
Dímun eru í mesta lagi 10% eftir av tí
lomviganum, sum var fyrr í tíðini
Deyðadømd fyri rættin
Tær fimm sjúkrasystrarnar og tann palestinski læknin, sum
herfyri í Libia vórðu deyðadømd fyri at hava smittað 400
børn við HIV við vilja, fáa kanska ein møguleika at yvirliva
kortini. Hægsti rættur fer nevniliga seint í dag og í kvøld at
taka málið uppaftur, og her verður møguleiki fyri leyslating.
Myndugleikarnir vænta nú, at tey HIV-smittaðu børnini
vórðu smittað grundað vánaliga røkisskapin á sjálvum
sjúkrahúsinum.
Tjóvar gera um
seg
Í Danmark hava tjóvar av álvara gjørt um seg í
ár. Síðan 2002 er talið á innbrotum bara minka,
men nú gongur aftur skeiv vegin. Fyrstu tríggir
mánaðirnar í ár fekk løgreglan fráboðan um
20.500 innbrot, og hetta er heili 16% fleiri enn
sama tíðarskeið í fjør.