Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2007 21 Longsulin heim til Føroyar hevur givið tekstunum á nýggju fløguni hjá Eivør ein serliga persónligan og troystarfullan dám NÝGGJ FLØGA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í morgin kemur nýggja fløg- an hjá Eivør Pálsdóttir, “Mannabarn”, á gøtuna. Nøk ur av løgunum hava í eina tíð verið at hoyrt á heimasíðuni hjá Eivør, og sum mong ivaleyst hava varnast, hava hesi løgini ein serliga inniligan dám. - Sum útiseti fært tú eina nýggja og sterkari kenslu av, hvat hugtakið “heim” inni ber. Longsulin heim verður ein sterkur íblástur, og tað hevur sett sín dám á fløguna. Hetta er nokk mín mest persónliga og kenslu- borna útgáva higartil, sigur Eivør, sum hevur búð í Keyp mannahavn seinastu árini. “Troystarfløga” Sjálv heldur Eivør, at frá- støðan til heimlandið, vin- fólk og familju hevur gjørt hana meir tilvitaða um, hvussu vit menniskju hava tað við hvørjumøðrum. - Eg eri nokk vorðin meir eym um, hvussu míni nærm- astu hava tað. Til dømis skriv aði eg sangin “Grát ei” til eina vinkonu, sum eitt tíðarsekeið hevði tað sera ringt, sigur Eivør og leggur afturat, at í so máta er “Mannabarn” kanska eitt slag av troystarfløgu. Ein reyður tráður í tekstu- num tykist í øllum førum vera troystarfulla trúgvin á, at tað dapra ongantíð heilt fær valdið. Handan myrkrið hómast altíð eitt ljós, aftan fyri grátin hoyrist altíð lát- ur, og í sorgini kennast altíð brá av gleði. Eivør hevur lagt serliga nógva orku í tekstirnir á nýggju fløguni, har hon hevur skrivað átta av teim- um nýggju løgunum sjálv. - Í so máta er hetta nokk mín mest búna fløga higar- til, har eg eisini eri rættiliga tilvitað um, hvar eg standi tónleikaliga. Verjir sítt frælsi At finna sítt egna fótafesti tónleikaliga forðar tó ikki Eivør í lata seg inspirera av øðrum. - Eg eri sera impulsiv og verði typiskt fullkomiliga berg tikin av onkrum. Á “Mannabarn” er tað írska tón leikin, eg havi gravað meg í og so at siga latið í mín egna tónleikaliga kjóla, sigur Eivør. Fyri Eivør verður hennara tónleikaliga frælsið ongan- tíð til diskussión. Tí gongur hon heldur ikki serliga høgt upp í, hvat ummælarar meina um hennara tónleik. - Eg eri nokk bangin fyri, at eg ótilvitað fari at laga meg eftir teirra meiningum. At missa meg sjálva burtur tónleikaliga er á leið tað ringasta, sum kann henda fyri meg, sigur Eivør, sum leggur doyin á at verja sítt tónleikaliga frælsi. Serlig uppliving Eivør viðgongur, at hon gleðir seg sum eitt barn, nú “Mannabarn” er á veg í handl arnar. - Hetta er ein fløga, sum stendur mínum hjarta ser- liga nær, og eg havi eina góða kenslu við henni. Eg havi arbeitt við fløguni í tvey ár, og onki á henni er latið til tilvildina, sigur Eivør, sum samanumtikið met ir fløguna vera meira lurtara vinarliga enn tær und- anfarnu. At nakrir av bestu og navnframastu írsku tónleik- ararnum eru við á “Manna- barn”, hevur gjørt arbeiðið við fløguni til eina heilt ser- liga uppliving fyri Eivør. - Tað er ótrúliga inspir- erandi at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarar- um. Tú verður líkasum lyft upp á eitt hægri tónleikaligt støði, og tað kennist ómeta- liga mennandi, sigur Eivør, sum hevur útgávukonsert sam an við írsku tónleik- ararnum á G! festivalinum. Keypssamtøkan í Hoyvík FK í Hoyvík sóknast eftir Slaktarameistara at byrja 1. september 2007 ella eftir nærri avtalu Slaktarameistarin skal standa fyri dag­ liga arbeiðinum í slaktaradeildini Slaktaradeildin letur vørur til allar deildirnar í FK Nærri fæst at vita við at ringja á tel 214016, Bent Lundsgaard Løn: Eftir avtalu Umsókn: Skrivlig umsókn skal, í sein­ asta lagi 23. juli 2007, sendast til FK Hoyvík Att. Bent Lundsgaard Hoyvík Postboks 349 FO-188 hoyvík ella sum teldupostur til: bl@fk.fo Troystarorð frá Eivør Sangin “Grát ei” á nýggju fløguni skrivaði Eivør sum ein troystarsang til eina góða vinkonu - Longsulin heim til Føroyar hevur verið sterkur íblástur til nýggju fløguna, sigur Eivør Pálsdóttir, sum seinastu árini hevur búð í Keypmannahavn Í blaðnum í morgin hevur Petur Háberg eitt longri um mæli av nýggju fløguni hjá Eivør Pálsdóttir