týsdagur 17. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 135 - 17. juli 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Krzysztof Popczynski
er settur sum venjari
hjá TB, har málið
enn er at vinna sær
uppflyting í Formula-
deildina. Hartil kem-
ur nýggjur spælari til
felagið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað ljóðaði alla seinastu
viku, og nú er tað ein veru
leiki. TB hevur gjørt avtalu
við frákoyrda HBvenjaran,
Krzysztof Popczynski, um
at hesin skal vera venjari
hjá felagnum restina av hes
um kappingarárinum.
Í fyrsta umfari fevnir
avtalan bert um tað, sum er
eftir av hesum kappingarár
inum. Men vit hava avtala,
at partarnir síðani taka upp
samráðingar um komandi
kappingarár, sigur Jóan Pet
ur Olgarsson, formaður í
TB.
Hann leggur afturat, at
málið í fyrstu atløgu er at
vinna seg upp millum tey
bæði bestu liðini í 1. deild,
soleiðis at uppflytingin til
Formuladeildina kann ger
ast veruleiki. Eitt mál, sum
tó ikki verður lætt at røkka,
nú TB er 15 stig aftan fyri
FSV, sum liggur nummar
tvey. TB hevur tó ein dyst
til góðar.
Men í øðrum lagi er mál
ið so sjálvandi eisini at
byggja liðið upp til komandi
ár, og vit ivast ikki eina løtu
í, at nýggi venjarin er rætti
maðurin til hetta, sigur Jóan
Petur.
Nýggjan spælara
Umframt venjaran, so váttar
Jóan Petur eisini, at ein
nýggjur spælari helst kemur
afturat til TB.
Hesin eitur Sasa Jovanov
ic, og hevur higar til spælt
fyri FC Radnicki í næst bes
tu serbisku deildini. Tað er
nakað síðani, at avtalan
millum TB og spælaran
varð gjørd, men enn eru
formligu loyvini um arbeiði
og uppihald ikki komin upp
á pláss, sigur Jóan Petur
Olgarsson.
Føroysku fimleikar-
arnir gjørdu alt fyri
eitt vart við seg, tá fim-
leikaoyggjaleikirnir
byrjaðu í gjár
Fimleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fimleikur er ein av kapping
argreinunum, sum Føroyar
vanliga hava staðið seg væl
í á oyggjaleikum. Á Rhodos
var fimleikurin tó ikki mill
um greinarnar, sum kappast
varð í, og tí hava ymsu fim
leikasambondini gjørt av at
halda serstakar fimleika
oyggjaleikir. Nakað sum
eisini varð gjørt í 1999, tá
fimleikur heldur ikki var á
skránni.
Kappingin verður hildin
á Man, har føroyskir fim
leikarar upplivdu satt gull
regn fyri seks árum síðani.
Og tó at ikki alt er gull, sum
glitrar, so gjørdist talan um
hópin av heiðursmerkjum
fyrsta dagin.
Silvur til kvinnurnar
Fyrsta kappingin var lið
kappingin hjá kvinnum, og
her vóru føroysku vónirnar
góðar. Bermuda hevur verið
rættiliga sterkt á seinastu
tveimum oyggjaleikunum,
men bæði Isle of Man og
Føroyar porógvaðu avgjørt,
at gullið ikki skuldi fara
fyri einki.
Tað gjørdist tó Bermuda,
sum streyk avstað við sigri
num, men munurin var tó
ikki stórur. Caribisku gen
turnar
fingu
samanlagt
101,018 stig framman fyri
Isle of Man við 100,584
stigum og Føroyar, sum
vunnu 100,135 stig.
Tær, sum mannaðu før
oyska liðið, vóru Kristine
Toftegaard, Elinborg T. Dur
huus, Brim H. Hoydal, Son
ja Joensen, Silja Højgaard
og Anita Knudsen.
Gull til Gutta
Seinni á degnum var ein
staklingakappingin
hjá
monnum á skránni. Besta
føroyska hálið her gjørdi
Gutti Harryson, sum vann
gull, tá kappast varð í ring
unum.
Og eisini gjørdist talan
um onnur heiðursmerki.
Rósing Dam vann silvur í
kappingini á gólvinum, og í
lopi vunnu Føroyar bæði
silvur og bronsu. Øssur D.
Eiriksfoss vann silvur og
Fróði Mortensen bronsu.
Fimm heiðursmerki fyrsta dagin
Føroysku fimleikakvinnurnar vunnu bronsu í liðkappingini.
Men munurin upp til næstu londini var sera lítil
savnsmynd
Serbi skal styrkja TB
Sasa Jovanovic eitur maðurin,
sum í heyst skal styrkja um
TB-liðið, sum framvegis ikki
hevur givið upp vónina um at
spæla Formula-bólt komandi
kappingarár
Mynd: Aleksandar Djorovic