Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 136 - 18. juli 2007 Tað er niðurstøðan av einari kanning hjá einum bólki av altjóða granskarum, sum er umrødd í tíðarritinum Science. Orsøkin er missur av marinera biomargfaldinum um allan heim, sum minkar um havsins førleika at framleiða føði og verja fyri sjúku, samstillað við veðurlagsbroytingum og ovurfisking FISKARØKT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hetta er fyrsta kanningin av sínum slag, sum umfatar øll verandi hagtøl á øllum fiskastovnum og ecoskip­ anum. Kanningin nevnist »Impacts of Biodiversity Loss on Ocean Ecosystem Services«. Tað tók teimum ellivu havbiologunum og trimum búskaparfrøðing­ unum fýra ár at gera kanningina lidna. Ein av granskarunum sigur, at verður einki gjørt til tess at halda stovnunum saman sum eina samlaða ecoskipan, verður hendan øldin hin seinasta við villfiski. Grundað á verandi altjóða rákinum halda granskar­ arnir, at alt slag av sjómati, sum veitt verður vilt, heilt frá tunfiski til sardinir, fer at halda uppat innan ár 2050. »Halda uppat« verður skilgreinað sum minni enn 10% av mestu veiði­ sum er skrásett. Tá fiskasløg doyggja út, ávirkar tað framleiðslu­ evnini og støðufesti í allari ecoskipanini. Granskararnir vóru skelkaðir av, hvussu samanfallandi hetta rákið vísir seg at vera. Hetta fer aftur at ávirka heilsustøðuna hjá fólki, tí oyddar stranda ecoskipanir gerast viðbreknar mótvegis sjúkufongdum sløgum og alguálopum, sum verður úrslitið. Ein av granskar­ unum sigur: »The ocean is a great recycler. It takes sewage and recycles it into nutrients, it scrubs toxins out of the water and it produces food and turns carbon dioxide into food and oxygen. But to provide these services, the ocean needs all of its working parts – the millions of plant and animal species that inhabit the sea«. Eina stýringsskipan Granskingarbólkurin hevur nýtt umfatandi hagtøl frá eitt nú hagtalsskipanini hjá United Nations Food and Agriculture Organization um fiskiveiði um allan heim frá 1950 fram til 2003, og hevur eisini kannað 1000­ára tíðarrøðir fyri tólv strandaøkir. Úrslitið vísir eina alsamt størri minking í stranda­ stovnunum seinastu 1000 árini við missi av biologisk­ ari filturorku og sjúkufríum fiskasløgum. Kanningin vísir, at fyri hvørt fiskaslag, sum hvørv­ ur, versnar samlaða eco­ skipanin skjótari. Hetta skapar ikki bert trupulleikar at útvega føði til alsamt vaksandi mannaættina, men oyðileggur eisini støðufesti í havumhvørvinum. Og fyri hvønn stovn, mann megnar at byggja upp aftur, verður tað ein munandi betran fyri ecoskipanina. Versnandi heilsustøðan í ecoskipanini ger, at fiska­ sløgini hvørva skjótari. Fiskur má hava reint umhvørvi, og øll sløg eru knýtt saman í eini margfaldsskipan. Tað merk­ ir, at øll fiskssløg mugu metast samlað, í staðin fyri at royna at stýra hvørjum fiskaslagi sær. Tað er ein av undrunarsomu niðurstøð­ unum í frágreiðingini. Um eitt nú toskur ella tunfiskur hvørvur, fer tað at hava týðandi ávirkan á onnur at síggja til óviðkomandi fiskasløg. Byggja upp Ein týðandi spurningur er, um ein fiskastovnur hvørv­ ur, ber so til at byggja hann uppaftur. Og svarið er ja – um stovnurin altso ikki er ov nógv týndur. Tí tað er sjálvandi eitt »point of no return«, har endurupp­ bygging er lítið sannlík, eins og støðan er við toskinum í Norðuratlants­ havi. Men í tí stóra og heila er tað ikki ov seint. Í mongum førum kunnu stovnarnir koma rættiliga skjótt fyri seg – millum trý og tíggju ár – nakað, sum skjótt gevur stórar fyrimunir. Frágreiðingin endar við at staðfesta, at neyðugt er at endurbyggja marinera bio­ margfaldni umvegis eina ecoskipan­grundaða yvir­ skipaða stýring, við einari samskipaðari fiskistýring, og umhvørviseftirlit er eisini neyðugt fyri at sleppa undan álvarsomu vandu­ num, sum hótta altjóða mattrygdina, góðskuna á strandaumhvørvinum og støðufesti á ecoskipanini. Sum støðan er í dag, er minni enn 1% av altjóða sjógvinum nøktandi vardur. Sum er finnast ongar altjóða avtalur at verja fyri ovurfisking, burtursæð frá hvalaveiði. EU­londini mugu akta fiskiveiði­ politikkin hjá EU, men annars er tað upp til hvørt einstakt land at taka egnar avgerðir. Ein av granskarunum sigur: »Hetta er ikki nakað, ið spátt verður fer at henda, hetta hendir nú. Um bio­ margfaldni framhaldandi versnar fer havumhvørvið ikki at megna at varðveita okkara livistøði. Í ringasta føri megnar tað ikki at halda lív í okkum yvirhøvur« Soleiðis metir altso ein altjóða granskingarbólkur um støðuna. So er tað upp til hvønn einstakan at meta um, hvørt teir hava grein í sínum máli, og um støðan í veruleikanum er so ring, sum teir vilja gera hana til. Tilfeingið burtur um fá ár Sambært altjóða granskarum kunnu vit væntað, at eingin fiskur kemur upp á land eftir ár 2050. Spurningurin er so, hvat vit føroyingar skulu liva av Harry Potter á ovastu rók Filmurin ‘Transformers’ var mest sæddi filmur í amerikonsku biografunum farna vikuskiftið, men hetta vikuskiftið varð filmurin væl og virðiliga sligin av ovasta plássi. Næstan sjálvsagt er tað Harry Potter, ið nú langt á odda. ‘Transformers’ seldi biografatgongumerki fyri 194,4 mió. kr. farna vikuskiftið, meðan Harry Potter um hetta vikuskiftið seldi fyri heilar 418 mió. kr. Nýggj orðabók komin út Bókadeild Føroya Lærarafelags er longu til reiðar við spildurnýggj­ ari orðabók til fólkaskúlan. Eftir summarferiuna fáa skúlanæmingar í aldrinum 8 til 12 ár gleði av einari orðabókini, ið kallast ‘Mín fyrsta reyða orðabók’. Tekstin hava Dorthe Maria Buhl og Ellen Jørgensen skrivað, meðan Marna Jacobsen hevur týtt til føroyskt. Í orðabókini eru fleiri enn 2600 leitorð, og hon er prýdd við stuttlig­ um tekningum eftir kenda teknaran Jon Ranheimsæter. Bókin er innbundin, er 187 blaðsíður, umframt at avritsørk eru í bókini til at spæla sær við orðum. Orðabókin kostar 220 kr í handlunum.