mikudagur 18. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 136 - 18. juli 2007
Sluppu undan deyðarevsing
Tær fimm bulgarsku sjúkrasystrarnar og tann palestinski læknin,
sum vórðu dømd til deyða, hava nú fingi dómin skerdan niður
til lívlanga fongsulsrevsing. Dómin fingu tey, eftir at tey eru
løgd undir at hava sproyta HIV inn í fleiri hundrað børn.
Skerjingin av dóminum fór fram í gjár, eftir at hægsti rættur
viðgjørdi málið av nýggjum.
Gongutúrur týskvøldið
Týskvøldið 24. juli, kl. 19.00, fer Gongubólkurin hjá Felag
num Tórshavn at ganga fram við tí, sum eftir er av okkara
´kinesiska múri´, sum Petur Háberg kallar Stóragarð í sínum
Hugbirtingum í 1981. Á longum strekkjum er garðurin illa
farin, í støðum er hann horvin, og lata vit bara standa til,
standa bert fáar leivdir eftir, har privat fólk í Havn enn virða
søguna og sínar forfedrar. Túrurin byrjar kl. 19.00 Yviri við
Strond, við Válgaravík, sum liggur eitt sindur heimari enn har
Tórgarðsgøta kemur oman í Vegin Yviri við Strond.
Vit í Fólkaflokkinum
halda, at lógin er ov
stirvin. Vit vilja fegnir
verða við til at finna
eina loysn á málinum
um Sunbeam, men
vit bíða eftir einum
útspæli frá Bjørn
Kalsø, sigur Jørgen
Niclasen, fyrrverandi
fiskimálaráðharri
FISKILOYVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólkaflokkurin, sum er ein
av samgongupartnarunum
hjá sitandi fiskimálaráð
harra, Bjørn Kalsø, er ikki
avvísandi at finna eina
loysn
á
málinum
um
fiskiloyvið hjá Sunbeam.
Vit vilja fegnir verða
við til at finna eina loysn á
hesum málinum. Eisini ti
vit meta, at lógin sum hon
virkar í dag, er ov stirvin.
Tíðirnar broytast og tí er
eisini neyðugt, at vit tillaga
lógirnar samsvarandi, sigur
Jørgen Niclasen, fyrrverandi
fíggjarmálaráðharri og lim
ur í vinnunevndini hjá
løgtinginum.
Hann sigur, at tað sjálv
andi ikki ber til at greina
ein fiskivinnupolitikk út
frá einum einstøkum dømi,
men tað, sum var rætt í 90
unum, nýtist ikki neyð
turviliga at vera rætt í dag.
Tað er okkurt, sum
bendir á, at útrokningar
mátin,
sum
samsvaraði
ógvuliga væl við veiðina í
90árunum, átti at verið
endurskoðaður, tí tað er
ikki vist, at hann er hóskandi
sum útrokningarháttur í
dag, sigur Jørgen Niclasen.
Tað var hann sjálvur, sum
í síni tíð sum fiskimála
ráðharri innførdi BT ferðir
maskinrorku sum útrokn
ingarhátt fyri trolarar og
volumen (longd x breidd x
dýpd)
fyri
húkaflotan.
Seinni vísti tað seg, at
bruttotons var ein undarlig
útrokning, og tí broytti
Jacob Vestergaard útrokn
ingarháttin
til
volumen
ferðir maskinorku í staðin.
Tað kann vera, at vit
skuldu
nýtt
tógmegina
heldur
enn
støddina
á
maskinuni sum útroknin
gargrundarlag,
heldur
Jørgen Niclasen.
Í málinum um Sunbeam
eru fleiri ymsir faktorar
inni í myndini, men Jørgen
Niclasen heldur, at tað átti
at borið til at funnið eina
loysn á málinnum. Sum eitt
dømi um stirvnaðin í lógini
nevnir hann, at tað átti at
verið møguligt hjá fleiri
reiðaríum at uppkeypt eitt
loyvi, sum teir síðani kundu
býtt í fleiri lutir, og harvið
økt um egna veiðiorku.
Vit vilja finna eina loysn,
men treytin er sjálvandi, at
hetta verður gjørt innan fyri
galdandi fiskivinnulóg – og
sum nevnt bíða vit eftir
einum útspæli frá fiski
málaráðharranum,
sigur
Jørgen Niclasen.
Til reiðar at finna eina loysn
Lógin er ov stirvin, og tí eigur hon at verða tillaga broyttu umstøðunum, sigur Jørgen Niclasen,
fyrrverandi fiskimálaráðharri
Vit hava roynt at
hjálpt til við eini
loysn, so skipini
kunnu verða verandi
á fjørðinum. Men tað
ber ikki til at benda
lógina, sigur Jóhan
Dahl, løgtingsmaður
FISKILOYVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sunbeam fekk upprunaliga
innflutningsloyvi í staðin
fyri Roc Amadour. So tað
snøggasta hevði verið, um
fiskiloyvið
varð
flutt
millum tey bæði skipini, so
kundi avlops veiðiorkan
verið flutt yvir á Sancy, um
tað ber til sambært lógini.
Tað sigur Jóhan Dahl,
partamaður
hjá
Bjørn
Kalsø, og løgtingsmaður
fyri Suðuroynna. Og sjálv
andi vágbingur eisini.
Hann hevur verið við í
málinum alla tíðina, og
hevur roynt at gera sína
ávirkan galdandi. Men hann
viðgongur samstundis, at
skal ein loysn finnast, so
má
hon
finnast
innan
lógarinnar karmar. Tí tað
ber ikki til at benda og
snara lógina eftir vild.
Mann hevur alla tíðina
verið greiðir yvir, at Sancy
var ov lítið skip til at kunna
verða skift út við Sunbeam,
eisini um Topas kom inn í
myndina. Tað visti reiðaríið
jú eisini framman undan,
sigur Jóhan Dahl.
Hann viðgongur, at tað
hevur verið ógvuliga trupult
at finna eina loysn á hesum
málinum, men hann heldur,
eins og Jørgen Niclasen úr
Fólkaflokkinum, at tað átti
at borið til sambært lógini,
hjá fleiri reiðaríum at keypt
veiðiloyvi frá einum skipi
og síðani býtt hetta út á
keypandi reiðaríini. Tað
hevði
skapt
ein
størri
fleksibilitet í lógini.
Løgtingsmaðurin í Vági
heldur, at helt reiðaríið fast
við uppruna ætlanina við
Roc Amadour, og heimilar
lógin, at restorkan verður
flutt yvir á Sancy, so kundu
vágbingar fingið tvey góð
skip fyri tey gomlu.
Málið er ikki endaliga
avgreitt enn, so vónandi ber
til at finna eina skilagóða
loysn, sum allir partar
kunnu liva við, sigur Jóhan
Dahl.
Harmiligt um skipini fara
Jóhan Dahl sigur seg
hava gjørt sítt til, at
finna eina loysn á
málinum. Men enn
hevur tað ikki borið til