mikudagur 18. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 136 - 18. juli 2007
Eivör við nýggjari útgávu
Í dag kemur nýggja fløgan hjá Eivör, Mannabarn út. Mannabarn
hevur verið í ger í meiri enn tvey ár. Tónleikararnir, ið spæla á
fløguni, eru nakrir av bestu tónleikarunum í Írlandi, har fløgan eisini
er tikin upp. Til at produsera hevur Eivör fingið Donal Lunny, ið
fyrr hevur arbeitt við kendum nøvnum sum Sinéad O’Connor og
Rod Stewart. Útgávan kemur út bæði á føroyskum, Mannabarn, og
á enskum, Human Child, har tað einans er teksturin á muni.
Ummæli av fløguni verður í blaðnum í morgin.
Alsamt fleiri føroy
ingar royna at fáa
sær hendur á ólóg
ligum heilivági
umvegis internetið.
Landsapotekarin
ávarar ímóti, at hesin
heilivágur í ringasta
føri kann verða bein
leiðis vandamikil
Heilivágur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Viagra, steroidir, klænki
evni, pínutablettir. Hetta
eru bara nøkur av teimum
evnum í pakkum, sum tey á
Postdeildini hjá Toll og
Skatt í Havn javnan fáa
hendur á. Slíkar bíleggingar
eru ikki bara ólóligar. Tá
ongin trygd er fyri, at heili
vágurin lýkur neyðugu krøv
ini, kann hann vera bein
leiðis skaðiligur at brúka,
ávarar landsapotekarin.
Alt millum
himmal og jørð
Í gjárkvøldið visti DR at
siga, at ólógligur heilivágur
mest sum floymir inn yvir
landið í Danmark. Í send
ingini varð víst á, at stórur
partur av hesum heilivági
varð bílagdur umvegis inter
netið. Nú bendir alt á, at
eisini føroyingar gera sær
dælt av hesum ólógliga
handli.
Tað er rættiliga týðiligt,
at hesin trupulleikin er
íkomin og vaksin við økta
internethandlinum,
sigur
Herman í Stórustovu, deild
arleiðari á Postdeildini hjá
Toll og Skatt.
Meðan tað fyrr mest var
brennivín, tey á Postdeildini
hildu eyga við, er nú oftast
smærri pakkar, sum vekja
illgruna.
Vit eru jú ikki serfrøð
ingar, so tá vit fáa pakkar
við illgrunasomum heili
vági, seta vit okkum í sam
band við landsapotekarin,
sigur Herman í Stórustovu.
Og landsapotekarin, Heri
Mørkøre, váttar, at tað
koma alsamt fleiri fyrispurn
ingar frá Postdeildini um
tey ymsu sløgini av heili
vági, føroyingar royna at
innflyta.
Vit síggja alt millum
himmal og jørð, líka frá løg
num potensfremjandi evn
um til eitt nú Letigen og
Helsingørklænkibollar, ið
langt síðani er bannað at
selja, sigur Heri Mørkøre.
Fólk blíva ill
So leingi talan ikki er um
rúsevni, verður politiið ikki
blandað inn í hesi mál. Tá
er mannagongdin í staðin,
at móttakarin fær boð um,
at pakkin ikki verður út
flýggjaður, tí sendanin er
ólólig.
Fólk blíva ofta ill og
skilja ikki, hvør trupulleikin
er, tá tey fáa eina slíka frá
boðan, sigur Heri Mørkøre,
og leggur afturat, at hetta
bara vísir, hvussu óvitandi
nógv eru á hesum øki.
Alsamt fleiri fólk duga
sera væl at leita á interneti
num og skaffa sær upp
lýsingar um, hvørji sløg av
heiligvági
finnast.
Men
nógv eru als ikki greið yvir,
hvørjar reglur eru galdandi
á hesum økinum, staðfestir
Heri Mørkøre.
Hann vísir á, at Apoteks
verk Føroya er einasti mynd
ugleiki, sum hevur loyvi til
at innflyta heilivág. Harum
framt eru tað heilt greiðar
reglur fyri, hvat er at meta
sum heilivágur, og hvørjar
treytir hann skal lúka.
Bíleggur tú heilivág
umvegis internetið, fært tú
ikki tryggja tær, at hann
lýkur neyðugu krøvini. Og
tað er skjótt at verða snýttur,
tí nógvir framleiðarar duga
serstakliga væl at fáa inn
pakningin at síggja ektaðan
út. Í besta føri er okkurt av
hesum púra nyttuleyst. Í
ringasta føri kann hesin
“heilivágur”
gera
meir
skaða enn gagn, sigur lands
apotekarin.
Neyðugt eftirlit
Landsapotekarin fegnast tó
um, at eftirlitið í Føroyum
við hesum handli er mun
andi betri enn i EU londum,
har vørur hava frítt at fara
um landamørk. Og hann
mælir ikki til, at eftirlitið í
Føroyum verður gjørt linari,
sum talan annars hevur ver
ið um.
Sum sagt, so fáa vit ótrú
liga nógar fyrispurningar
frá Postdeildini hjá Toll og
Skatt um pakkar við ill
grunasomum heilivági. Tað
vísir í verki, at hetta eftir
litið virkar og hevur eina
stóra uppgávu, staðfestir,
Heri Mørkøre, landapotek
ari.
Føroyingar fylla seg við
ólógligum heilivági
- Keypir tú heilivág umvegis internetið, hevur tú onga trygd fyri, at hann inniheldur tað, hann skal, ávarar, Heri Mørkøre, landapotekari