mikudagur 18. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 136 - 18. juli 2007
Ein arkitektur heldur
tað vera fínt at fáa
eitt orðaskifti um
bygging í Føroyum,
men staðfestir, at onki
bygningsverk livir
upp til eitt undurverk.
Orsøkin er, at
føroyskir politikarar
ongantíð hava havt
nakrar ambitiónir
um at skapa stórverk
í føroyskari bygging.
Og tað hevur ongan
tíð verið verri enn
júst nú
Bygging
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Kendi føroyski arktitekturin,
Albert Isfeld, heldur tað
vera fínt, at Kringvarpið
skipar fyri eini kapping um
tey bestu føroysku bygn
ingsverkini, tí hetta kann
um ikki annað skapa eitt
orðaskifti um spurningin.
Trupulleikin er bert, at vit
ikki hava nakað bygnings
verk í Føroyum, sum livir
upp til heitið »undurverk«.
Tíansheldur koma upp á
heili sjey av slagnum,
heldur hann.
Hvørki landspolitikarar
ella lokalpolitikarar tykjast
hava nakran sum helst
áhuga fyri at skapa nakað,
sum líkist nøkrum undur
verki. Og tað hevur ongantíð
verið verri enn júst nú, sig
ur Albert Isfeld.
Her vísir hann á løgtings
húsið sum dømi, har politik
ararnir høvdu møguleika
fyri at leggja støðið undir
eitt
flott
bygningsverk.
Ístaðin valdu teir at varð
veita eitt »høsnarhús«, sum
hann kallar verandi løgtings
hús, ið ger, at alt kompleksið
líkist
eini
lappaloysn.
Albert Isfeld undirstrikar,
at onki er galið við tí arbeið
num, sum arkitekturin aftan
fyri løgtingshúsið hevur
gjørt, men at rammurnar
ikki vóru til staðar fyri at
fáa nakað líkinda burturúr.
At vit ikki hava ráð at
gera íløgur í vala bygningar,
gevur Albert Isfeld heldur
ikki nógv fyri.
Við einum fingraknipsi
byggja tunlar fyri eina hálva
milliard og meiri, sum
liggja undir jørð, so hatta
við at vit ikki hava ráð, er
nakað tvætl. Samfelagið
hevur ongantíð verið ríkari
enn nú, men hoyrir tú
nakran politikara tosa um
at byggja okkurt, sum bæði
vit og eftirtíðin fær gleði
av? Nei, hvørki í løgtingi
num ella í býráðnum í
Havn, har pengarnir eru,
eru ambitiónir um nakað
sum helst, staðfestir Albert
Isfeld.
Trý verk í nánd
Tá Sosialurin spyr bersøgna
arkitektin,
hvat
kemur
nærmast einum føroyskum
undurverki skapt av manna
hondum, nevnir hann trý.
Tey eru Kirkjubømúrurin,
Norðurlandshúsið og Christ
ianskirkjan.
Nú eru ymsar meiningar
um, hvørt Kirkjubømúrurin
nakrantíð gjørdist liðugur,
men familjan ígjøgnum 17
ættarlið hevur funnið slutt
steinin, so nógv týðir uppá,
at so var. Í øllum førum
varð lagt støðið undir at
gera nakað stórt har við got
iska
byggistílinum.
Og
sjálvt um Norðurlandahúsið
og Christianskirkjan eru
valaverk, so haldi eg ikki,
vit kunnu siga, at hesi liva
upp til heitið undurverk,
sigur Albert Isfeld.
Hann er væl greiður yvir,
at vit eiga at síggja kapp
ingina út frá einum føroysk
um mátistokki, men sjálvt
út frá tí ber ikki til at finna
nakað, ið livir upp til hetta.
Sjálvandi høvdu vit
ongantíð
kunnað
brúkt
egyptisku
pyramidurnar
sum mátistokk, men kortini
haldi eg ikki, at vit á nakran
hátt liva upp til tað, vit
kundu megna, um viljin var
til staðar. Ístaðin byggja vit
eitt høsnarhús fyri og annað
eftir, sigur Albert Isfeld.
Vit hava pengarnar nú
og áttu tí at brúk teir til at
skapa varandi virði.
Altartalvan í Vestmanna Kirkju
Amtmannsborgin í Havn
Antennan á Loranstøðini á Eiði
Apotekið úti í Klaksvík
Bátahylurin í Húsavík
Bólið hjá teimum Sunnaru í
Sandavági
Brimgarðurin á Fiskaeiðinum í
Hvalba
Brúgvin um Glyvragjógv
Brúgvin um Sandá í Havn
Brúgvin um Sundsvegin í Havn
Brúgvin út í Mikineshólm
Bukkarnir, sum hildu rennistrongin
úr Rangabotni og oman á Drelnes
Býlingurin Heimi í Húsi í Koltri
Byrging í Heygadali
Christianskirkjan
Diana Victoria (báturin hjá Ova
Joensen) í Nólsoy
Dómkirkjan
Ebenezer í Havn
Frammi við Gjónna við Leynavatn
Fríðrikskirkjan á Toftum
Føroya Tele bygningur
Gamla Landsbókasavnið
Gamla Rætt
Gamli býlingurin í Norðagøtu
Gamli einahandilin úti í Klaksvík
Gamli Kommunuskúlin í Havn
Grótgarðarnir í Gásadali
Gróthústangi í Vágum
Grótlagingin í Hesi
Grundin á Roykstovuni í Klaksvík
Gøtan í Mykinieshólm
Havið við Norðurlandahúsið
Heiðursportrið í Nólsoy
Hillabøurin í Vík
Hvalaportur í Sigmundargøtu í Havn
Hvalbiar tunnilin
Í Hoygarðum í Leynum
Kálvalíð í Miðvági
Keldan í Skálabotni
Kgl. handilinT.F. Thomsen og
fiskaplássið
Kioskin á Vaglinum í Havn
Kirkjan á Eiði
Kirkjan á Sandi
Kirkjan í Gøtu
Kirkjan í Saksun
Kirkjan í Vík
Kirkjubøar Kirkja
Kirkjubømúrurin
Kirkjubøstólarnir
Kollafjarða Kirkja
Kongavarðarnir á Kirkjubøreyni
Látralonin á Eiði
Listasavn Føroya
Listasavnið á Sandi
Mariukirkjan í Havn
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Merkið í Fámijins Kirkju
Mikkjal á Ryggi risti ørindi í hendan
stein í Miðvági
Minnisvarðin á Syðradali, Kallsoy
Minnisvarðin í Porkeri
Minnisvarðin í Rituvík
Minnisvarðin í Viðarlundini í Havn
Minnisvarðin við Gjógv
Minnisvarðin við Gjógv
Myllan Niðri í Húsi í Hattarvík
Müllers Pakkhús í Havn
Nes Kirkja
Neystini í Húsavík
Nólsoyar Viti
Norðoyar Sparikassi í Klaksvík
Norðoyartunnilin
Norðurlandahúsið
Norrøna
Ónagerði á Viðarreiði
Porkeris Kirkja
Porkeris Skúli
Radarstøðin á Sornfelli
Rúnasteinurin í Sandavági
Rundkoyring og standmynd í
Klaksvík
Rætt Kálvs Lítla
Rættin á Kirkjubøreyni
Saltsilo á Drelnesi
Sandavágs Kirkja
Skansin
Skúlaskipið Dragin
Sluppin Johanna
Sluppin Norðlýsið
SMS í Havn
Smyril
Stabbagrótlaðing við havnalagið á
Tvøroyri
Standmyndir í Fuglafirði
Stjørnuhúsini ovasta á Dalavegnum í
Havn
Stokkastovan
Stórigarður kring Havnina
Summarhús á eggini í Mikadali
Svangaskarð
Tarira standmyndin
Tinganes
Trappan inni á Christiansborg
Trappurnar til lendinginga í Gásadali
Trøðin hjá Arnhold West í Hvalba
Túnið hjá Húsfrúnni í Húsavík
Tunnilin millum Mittvatn og
Ryskivatn
Tvøroyra Kirkja
Urtagarðurin á Langtrøðni í Miðvági
Úti í Grøv í Klaksvík
V. U. Hammerhaimbsminnisvarðin í
Sandavági
Vágasnellan
Vágatunnilin
Vágs kirkja
Vatnorkuverkið í Botni
Vesturkirkjan
Viðarlundin í Havn
Viðarlundin í Kunoy
Vitin á Stong í Nólsoy
Zarepta í Vatnsoyrum
kelda: kringvarp.fo
Langt til
undurverk
116 uppskot til undurverk
Sjálvt um talan er um stórfingna bygging, eru hvørki Múrurin í
Kirkjubø, Christianskirkjan í Klaksvík og Norðurlandahúsið í Havn
nøkur undurverk, heldur Albert Isfeld, arkitektur
Savsmyndir
Albert Isfeld, arkitektur, heldur lítið um føroysku politikararnar, tá tað snýr seg um bygging. Har eru rætt og slætt ongar
ambitiónir
Mynd: Álvur Haraldsen