Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 136 - 18. juli 2007 Amerikanski olju­ risin Chevron sigur nú frá, at royndar­ framleiðslan á Rose­ bankfeltinum, sum Sosialurin boðaði frá herfyri, hevur verið væleydnað, og at talan er um lætta og góða olju. Hetta kann vera byrjanin til eina útbygging beint við føroyska markið. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Chevron sigur í tíðinda­ skrivi, at royndarframleiðsla í avmarkingarbrunni tess á Rosebankkelduni hevur verið væleydnað. Oljan, sum er av góðum slag, renn­ ur eisini sera væl. Talan er um eitt 80 føtur tjúkt olju­ lag. Rosebankkeldan, sum varð funnin í 2004, er á ein­ um dýpi, sum er 3.700 føtur ella 1100 metrar, umleið 100 fjórðingar úr Hetlandi. Keldan er bert 8 fjórðingar frá føroyska markinum. Chevron sigur, at tá tey royndarframleiddu í brunn­ inum, framleiddu tey 6000 tunnur um dagin. Talan er um góða og lætta olju. At oljufundið er stórt og gott og helst ein kollvelting í oljuhøpi, tí eingin olju­ framleiðsla er um hesar leiðir, benda úttalilsi hjá nýggja bretska oljumálaráð­ harranum á. Eingin mætari enn sjálvur oljumálaráð­ harrin ger viðmerking í tíð­ Olja funnin – Tað er sera spenn­ andi, at olja er funn­ in so tætt við okkara mark, tí hetta setir føroyska olju­ og gassleiting í heilt nýtt perspektiv Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hetta sigur Bjarni Djur­ holm, landsstýrismaður í oljumálum, nú Chevron hevur staðfest, at royndar­ framleiðslan beint við markið hevur verið sera væleydnað. Hann sigur víðari, at vit við hesum kunnu hava grundigar vónir til, at olja og gass eisini er á okkara leiðum í rakstrarverdugum nøgd­ um. Hetta fer sjálvsagt eisini at økja munandi um áhugan fyri 3. útbjóðingar­ umfari, sum verður í heyst. Uppskot verður lagt fyri løgtingið í september. Bjarni Djurholm leggur tó dent á, at kolveltni­ royndirnar frá 2001 eiga at læra okkum ikki at kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur. Tí skulu vit halda høvdið kalt. – Men finna vit kol­ vetni á okkara leiðum, so setir tað alt samfelagið í eina nýggja vinnu­ og búskaparliga støðu, og tað fer at opna nógvar dyr, har vit fara at taka av nógvum nýggjum avbjóðingum, sum vit skulu duga at handfara við varðsemi. – Nú er uppgáva okkara at bera okkum rationelt at. Ikki leypa á leistum men við skili nýta nýggja bretska fundið at økja um áhugan fyri okkara øki. – Hetta eru kanska tey bestu tíðindi um oljuleiting á Atlantsmótinum í mong ár? – Ja avgjørt. Tann vitan­ in, sum m.a. eg sum lands­ stýrismaður í oljumálum havi fingið um jarðfrøði­ ligu viðurskiftini á um­ røddu leiðum, eiga at for­ telja okkum, at tá kolvetni eru funnin eystan fyri markið, so er tað sannlíki fyri, at tað er ella verður funnið okkara megin eis­ ini. Tað er í sær sjálvum stak positivt. Landsstýrismaðurin sig­ ur víðari, at tað er eisini hugvekjandi at vita sær, at júst hesi somu feløg, sum hava funnið oljuna við markið, longu í næsta mán­ að fara undir seismiskar kanningar í sínum loyvi føroyskum megin markið. –Tað er gott at vita sær, at tað eru stór og roynd olju­ feløg, sum hava megi og orku til at gjøgnumføra hetta, ið nú fara undir at leita eftir oljuni, sum ligg­ ur hesumegin markið, bert fáar fjórðingar frá Rose­ bankfundinum. Hetta fund kann so eisini fáa feløgini til at skunda undir sínar kanningar og vónandi eis­ ini boring á føroyska land­ grunninum. – Samanumtikið er hetta ein søgulig løta fyri okk­ um sigur Bjarni Djur­ holm. Kærkomið oljufund Bjarni Djurholm: -Hetta er ein søgulig løta Gulu økini eru loyvi hjá Chevron. Rosebankfundið liggur beint eystan fyri føroyska markið. Føroysku megin er Súluprospektið (Pílurin), har Chevron nú fer undir miðvísar kanningar, sum skulu gera av, hvar tað fer at bora í 2008 ella 2009. Frá royndarframleiðsluni á Rosebank fyri fáum vikum síðani tíðindi