mikudagur 18. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 18. juli 2007
15
á markinum
Jaligt fyri
føroyska
økið
-Er talan um eitt lønandi fund, so verður
tað útbygt skjótast sigur Gregory Himes,
varastjóri fyri altjóða leiting hjá Statoil
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eisini Statoil fegnast um væleydnaðu royndarfram
leiðsluna á Rosebankleiðini. Rúni M. Hansen, stjóri í
Statoil Exploration í Føroyum sigur, at hetta fer at hava
eina jaliga ávirkan á leitingina í føroyskum øki í fram
tíðini, tó at tað ber ikki til at siga nakað um
møguleikarnar at finna olju og gass í rakstrarverdugum
nøgdum við Føroyar, fyrr enn vit hava borað aftur.
Fyri Statoil, sum í fjør boraði ein turrran brunn á
landgrunninum, er Rosebank, hóast hetta er í bretskum
øki, eitt stig tann rætta vegin og um man kann siga so,
eitt plástur uppá sárið eftir turru Brugduna. Rúni M.
Hansen leggur aftrat, at hevði úrslitið av Rosebank ver
ið vánaligt, so hevði hetta kunnað havt negativa ávirkan
á oljuleiting við Føroyar í framtíðini. Statoil telvaði tí
rætt, tá tað í 2004 keypti seg inn í loyvið hjá Chevron
við 30%. Hini feløgini eru OMV og Dong. Og eisini tá
tað setti alt inn uppá at fáa loyvið í 2. rundu føroysku
megin markið saman við somu feløgum.
Eisini á høvuðsstøðini hjá Statoil í Noregi verða tíð
indini væl móttikin. – Hetta sær sera lovandi út og
hetta gevur okkum góðar vónir sigur Gregory T Himes,
varaforseti fyri altjóða leiting hjá Statoil. Hann sigur
víðari, at feløgini í hesum samtakinum skjótast til ber
fara at gera alt tey eru ment fyri at vita, um tað er
lønandi. –Um tað er lønandi, so fer tað at vera enn eitt
gott íkast til framleiðsluna hjá Statoil á Atlantsmótinum.
Frammanundan eigur Statoil lut í Schiehallion
oljukelduni. Statoilstjórin sigur, at boriverkætlanin
teir eru í gongd við leggur seg eftir at kunna fara undir
eina skjóta útbygging, um alt peikar rætta vegin.
Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil: -Mugu bora áðrenn vit
kunnu siga nakað við vissu um olju á føroyskum øki
indaskrivi frá oljufelagnum.
Malcolm Wicks sigur, at
hetta fundið og væleydnaða
royndarframleiðslan
eru
eitt sera lovandi signal, sum
hann vónar kann skunda
undir royndirnar hjá bæði
oljufeløgum og myndugleik
um at útbyggja bæði olju
og gassleiðir vestan fyri
Hetland.
Stjórin í Chevron, Rick
Cohagan sigur, at úrslitið er
sera lovandi, serstakliga tá
hugsað verður um torføra
umhvørvið at arbeiða í. Tað
ger tað eisini nógv meira
sannlíkt, at felagið kann
fara undir at hyggja at eini
útbygging av feltinum. –Vit
hava fingið sera góðar upp
lýsingar, sum eisini fara at
hjálpa okkum at avgera tey
komandi stigini á Rosebank
feltinum og á øðrum leið
um í hesum økinum. Her
sipar hann m.a. uttan iva til
loyvið, sum Chevron hevur
á føroysku síðuni av mark
inum. Har visti Sosialurin
at siga frá í vikuni, at Che
vron í august fer undir eina
stóra seismiska kanningar
verkætlan, sum fer at fevna
um 80% av føroyska loyvi
num, ið á manna munni
verður nevnd Súlan.
Chevron, Statoil, OMV
og Dong hava brúkt nærum
tvær milliardir krónur í
hesa seinastu verkætlanina
at bora avmarkingar og
metingarbrunnar á Rose
bank fyri at vita, um talan
er um eitt rakstrarverdugt
fund. Hvat nú nógv bendir
á, at tað er. Nú verður farið
undir at bora triðja avmark
ingarbrunninum í sama øki
við boripallinum Trans
ocean Rather. Hetta arbeiðið
verður liðugt í november, tá
BP so tekur yvir pallin at
bora Williambrunnin á før
oyskum øki.
tíðindi