Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 136 - 18. juli 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Teir spæla góðan tekniskan fótbólt, og eru í so máta ikki nakað typiskt íslendskt lið Albert Ellefsen, HB-venjari Sinkewitz var dopaður Týski Patrik Sin­ ke­witz e­r te­staður po­sitiv­ur fyri do­p­ ing Súkkling Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sambært týska dpa var royndin, sum Sinkewitz læt tann 8. Juni positiv. Testosteron-innihaldið í royndini var væl hægri enn tað loyvda, tá roynd- in varð tikin. Súkklarin, sum er á liðnum hjá T- mobile, er tó ikki longur við í Tour de France. Hann mátti nevnliga gevast herfyri, tá hann var við í einum drama- tiskum falli og endaði millum áskoðararnar. Sinkewitz hevur sein- nu árini verið mettir sum ein av evnaríkastu súkklarunum í Týsklan- di. Hann hevur nú fimm dagar umhugsanartíð, har hann skal gera av, hvørt hann vil taka eina nýggja B-roynd. Róðrargalla’ið nærkast Tá ólavsøkuróðurin er liðugur, er punktum sam- stundis sett fyri aktiva partinum av kappróðrar- árinum. Seinnu árini hevur verið siður at hava róðrargalla, og verður hetta eisini hildið í ár. Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri veitsluni, sum verður hildin i Høllini á Hálsi í Havn tann 10. august. Tilmelding til veitsluna skal tó vera gjørd í sein- asta lagi tann 25. juli. Tilmelding fram á heimasíðuni hjá Knørri, www.rk.fo. Á v­e­stanste­v­nu le­ygar­ dagin v­arð le­iktur e­in se­rligur v­inardystur. Útle­ndsku fótbólts­ le­ikararnir í Føro­yum v­óru sav­naðir á e­in­ um liði, o­g le­iktu te­ir ímóti e­inum Vágaliði Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Dysturin varð fyriskipaður og leiktur við tí fyri eyga, at varpa meira ljós á trupul- leikan við rasismu í føroysk- um fótbólti. Rasisma í føroyskum fót- bólti hevur víst seg at vera ein afturvendandi trupullei- ki, og Alexandre Braga úr FS Vágum, bar so í bandi, at savna so nógvar útlend- ingar til dystin sum tilber. Og tað má sigast at hava hil- nast sera væl hjá brasiliu- manninum, sum fekk savn- að so at siga allar útlendsku leikararnir. Sjálvur dysturin eydnaðist eisini sera væl, og varð hann leiktur við góðum ítróttaranda frammanfyri teimum 200-300 áskoðarun- um, sum høvdu sýnt tiltakin- um áhuga bara við at møta upp, og hyggja at tí í løtum vakra fótbóltsspælinum. HB skal í kv­øld spæla Champio­ns Le­ague­ undankappingardyst móti FH. Eitt lið, sum HB­v­e­njarin als ikki me­tir sum typiskt ísle­ndskt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er um spæl um millió- nir, tá HB í kvøld skal royna seg í fyrsta umfari í Champ- ions League undankapping- ini. Higar til er B36 einasta føroyska liðið, sum hevur spælt seg víðari í kappingini, og málið hjá HB er sjálvandi at gera grannunum hetta eft- ir. Men talan er tó um trupla- ri uppgávu enn hana, sum B36 í fjør hevði á Malta. FH hevur seinnu árini verið mest sum einaráðandi í íslendskum fótbólti, og nýg- gi HB-venjarin, Albert Ellefsen, ivast onga løtu í, at talan er um sera sterka mótstøðu. Teir spæla góðan teknisk- an fótbólt, og eru í so máta ikki nakað typiskt íslendskt lið. Ikki minst hava teir eitt gott álop, so tað er lítil ivi um, at vit koma undir stórt trýst í dystinum, sigur hann. Uppskriftin hjá HB verð- ur tí ikki óvæntað tann eyð- kenda hjá føroyskum liðum. Nevnliga at standa væl í ver- jupartinum fyri síðani at dúva upp á kontra-álop. Men teir ætla sær tó ikki at grava seg niður kortini, sig- ur Albert. Nei. Vit fara at spæla við tveimum áleyparanum, sum skulu stuðlast av einum framrættaðum miðvallara. So hava vit trígjar verju- kendar miðvallarar, meðan bakkarnir vónandi fáa rúm at koma nakað niðanvið, sigur hann. Rógvi Jacobsen verður ikki við hjá HB í dag. Hann hevur framvegis leikbann eftir reytt kort, sum hann áður hevur fingið í europi- skum høpi. Tí er lítið at ivas tí, at Andrew av Fløtum verður annar maðurin í HB- álopinum. Dysturin byrjar klokkan 21 føroyska tíð, og hann verður sýndur á íslendsku rásini, Sýnin. Atypiskir íslendingar Vágaliðið – Útlendingaliðið 3-1 (1-1) 1-0, Jack Joensen 1-1, Alex Castilho 1-2, Anderson Castilho 1-3, Clayton Soares Vágaliðið: Trygvi Askham, Hans Arni Ellefsen, Gunnar Haraldsen, FSV-04, Jack Joensen, Ingi V. Joensen, SÍ, Tór-Ingar Akselsen, HB, Jens Erik Rasmussen, Ebbe Kristinn, Kim Poulsen Jørgin Meitilberg, SÍ, Johan Hendrik, MB Innskiftir: Esmar Fagraberg, MB, Dann Johannesen, B36, Hans Fróði, SÍ, Ingi-Ole Jacobsen, SÍ Útlendingaliðið: Marcin Dawid, HB, Flávio, Fábio, B71, Robson, GÍ, Alex Dos Santos, Amed Davy Sylla, B36, Gunnar G. Nielsen, Erik G. Nielsen, KÍ, Jovan Panic, FSV-04, Alex Castilho, B68, Krzyzstof Popczynski, TB Innskiftir: Silva, Heron Charles, FSV-04, Wellington, B71, Heron Charles, FSV-04, Anderson Castilho, NSÍ, Clayton Soares, B71 Føroysku útlendingarnir vunnu vinardystin Føroysku útlendingarnir vunnu dystin í Sørvági, sum var væl vitjaður av vestanstevnufólkunum