mikudagur 18. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 136 - 18. juli 2007 ]
Í dag verður farið
undir stóru súkklu
kappingina kring
Føroyar. Fyrsti tein
urin er í Klaksvík, har
einkultstartur er á
skránni
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er Tórshavnar Súkklu
felag, sum skipar fyri kapp
ingini, sum er einasta etapu
kappingin her á landi. At
talan er um etapukapping
merkir eisini, at kappast
verður um fleiri heiti. Bæði
um bláu føraratroyggjuna,
ið fremsti súkklarin í kapp
ingini ber, og um fjalla
troyggjuna.
Fyrsti teinurin, sum verð
ur súkklaðir í dag, er ein
einkultstartur
upp
á
8
kilometrar. Hesin byrjar og
endar á Statoilstøðini í
Klaksvík, haðani súkklað
verður til Haraldssund og
aftur.
Hinir teinarnir, sum skulu
súkklast, eru:
Eysturoy (105 km): Oyri
– Norðskála Ljósárir –
Eiðisskarð – Funningur –
Funningsbotn –Oynda
fjørður– Skálabotn undir
Gøtueiði – Gøta Leirvík
– Gøta – Runavík – Toftir
runt Agnið Statoilstøðin á
Saltangará
Sandoy (22 km einkultst):
Statoilstøðin, um brúnna á
Sandafløttinum,
Traðadalur, Statoilstøðin.
Suðuroy (77 km): Tvøroyri
– Øravík – Fámjin –
Øravík – Hov – Porkeri –
Vág – Lopra – Sumba, um
Hestin, Sumba, Vágur.
Streymoy (120 km):
Tjørnuvík – Saksun
Sundalagið – Kollafjørður
– Oyggjarvegin – Tórshavn
– Ringvegur – Gomlu rætt
– Tórshavn –Áargeil –
Gundadalsvegnum – R.C.
Effersøesgøtu – vestara
Ringvegi – Áargeil –
Gundadalsvegur. Teinurin í
Tórshavn verður súkklaður
4,5 ferðir.
Tilsamans eru 18 súkklarar
teknaðir
til
kappingina.
Teirra millum er vinnarin
frá í fjør, íslendski Hafsteinn
Ægir Geirsson, sum sjálv
andi ætlar sær at verja
heitið.
Føroysku Ulands
liðini, sum í hesum
døgum eru í Aber
deen, hava higartil
vunnið allar sínar
dystir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Liðini, sum taka lut í kapp
ingini, eru U15 og U17 hjá
dreingjum, og U17 hjá
kvinnum.
U15 dreingirnir spældu
móti Fraserburgh BC í sín
um fyrsta dysti, og hesin
endaði við tryggum føroysk
um sigri. Úrslitið gjørdist
40, og skutu Rógvi Høgne
sen og Gilli Sørensen tvey
mál hvør fyri Føroyar.
Næsta dystin varð spælt
móti
Hetlandi,
og
her
gjørdist talan um sannan
stórsigur. Ikki minni enn 9
0. Málini skutu Rógvi
Høgnesen(3),Tóki Brattalíð
(2), Bogi Petersen, Gilli
Sørensen, Ari Ellingsgaard
og Ísak Simonsen.
Kvinnurnar spældu sín
fyrsta dysti móti Vareneset
Ballklub, og vunnu tær ikki
minni enn 60. Føroysku
málskjúttarnir í dystinum
vóri
Mona
Breckmann,
sum skeyt tvey mál, og
Fríðrunn Danielsen, Stein
tóra Joensen, Bára Berthel
sen og Ása Klakstein.
U17 liðið spældi týsdagin
sín næsta dyst í kappingini.
Fyrra dystin vunnu teir 41
móti Westdyke úr Aberdeen.
Málini í tí dystinum skutu
Bjarti Mortensen, Hanus
Hansen,
Johan
Símun
Edmundsson og Vilhjálmur
Davidsen.
Næsti dysturin var móti
Dyce BC, ið somuleiðis er
úr Aberdeen, og hendan
dystin vunnu okkara menn
20. Bæði málini vórðu
skotin tíðliga í dystinum,
og vóru tað Jógvan Rói
Davidsen og Hans Mort
ensen, sum stóðu fyri hes
um.
Kasta um FM
Bragdið skipar leygardagin fyri FM í
olympisku kastigreinununum. Hesar eru
spjótkast, hamarkast, diskuskast og kúlustoyt.
Kappast verðr á kastivøllinum við Eysturskúlan
í Havn, og verður byrjað klokkan 14. Fyrsta
kappingin er spjótkast, og síðani koma
hamarkast, diskuskast og kúlustoyt. Øll, sum
eru limir í FÍF og eru fylt 15 ár kappingardagin
kunnu luttaka Tilmelding til kappingina fer
fram hjá Hera Ziska, hziska@athletics.fo
Renna á Skálatrøð
Fríggjadagin 27. juli skipar Bragdið fyri
rennikapping á Skálatrøð, har kappast verður í
fleiri aldursbólkum hjá bæði vaksnum og børnum.
Byrjað verður klokkan 18.30, tá tey vaksnu renna
5 kilometrar. Runnið verður nakrar ferðir á einum
teini, sum er frá Skálatrøð og út á bakka. Børnini
byrja at renna klokkan 19, tá yngstu rennararnir
fara ígongd. Tey trý fremstu í hvørjum aldursbólki
fáa heiðursmerki. Tilmelding til tiltakið fer fram a
www.renn.fo
Byrja at
súkkla
í dag
Gongst væl í Aberdeen
Umframt tveir einkult
startir, so verður talan um
harðar teinar, tá súkklast
skal í Eystur, Suður og
Streymoynni
Føroysku genturnar høvdu
nú ikki nakra serliga orsøk
at smæðst, eftir at tær vunnu
fyrsta dystin 60
Mynd: www.football.fo