mikudagur 18. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 136 - 18. juli 2007
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
bilar
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast nokk so nógvir Lexus
bilar eru í landinum, hevur
enn eingin ognað sær ein av
teimum størstu Lexus LS.
Orsøkin er helst, at ein slík
ur bilur kostar millum eina
og hálva aðru millión her
hjá okkum.
Vit kundu tí ikki standa
fyri freistingini, tá søldfir
ingurin Pól Rasmussen,
sum er búsitandi á oynni
Bømlo í Norra, ein dagin
kom inn á golvið og bjóðaði
okkum ein royndatúr við
sínum Lexus LS430 árgang
2001. Hann keypti bilin í
oktober í fjør fyri umleið
eina hálva millión krónur.
Sum nýggjur kostaði hann
um 1, 2 milliónir krónur.
Tey, sum vanliga lesa
útlendsk bilbløð, hava lagt
til merkis, at tá ein av hes
um stóru Lexus bilunum
verður royndarkoyrdur, er
tað altíð ein serlig uppliving
fyri motorjournalistin. Tað
er sum um at teir sveima á
ljósareyðum skýggjum, og
eingin endi er á, hvussu teir
lovprísa bilinum.
Satt at siga so var tað ein
serlig uppliving at koyra bil
in. Hóast talan er um ein
stóran bil við stórum moto
ri, er hann sera lættur at
koma runt við í ferðsluni.
Tá vit komu til bilin við
billyklunum í lummanum,
læt bilurin sjálvur upp, og
bilførarin kundi seta seg í
førarasetrið, sum sjálvt still
ar seg inn. Síðan var klárt
at trýsta á knøttin, so 4.3 lit
ra V8 motorurin við næstan
300 hk fór í gongd, hóast
tað næstan ikki hoyrdist el
la merktist inni í luksusken
du leðurkabinuni.
Faktiskt er eingin listi
yvir eykaútgerð til ein slík
an bil, tá alt er standard. Vit
kunnu t.d. nevna at hann
hevur luftfjaðraskipan (við
hæddarregulering), parker
ingssensorar framman og
aftan, elsetur framman við
memory og elsetur aftan,
sum kunnu stillast aftur og
fram. Setrini hava innbygdar
vibratorar, sum massera
ryggin undir koyring.
Um ein hurð t.d. ikki er
ordilga afturlatin, finnur bil
urin út av tí og syrgir fyri at
allar hurðarnar eru afturlat
nar undir koyring.
At Lexus hava vunnið
sær eitt pláss millum heim
sins fremstu bilar er ikki so
ringt at skilja eftir ein roynd
artúr við Lexus LS430.
Tá alt er standard
Søldfiringurin Pól Rasmussen,
sum er búsitandi á oynni
Bømlo í Norra, eigur hendan
Lexus LS430
Lexus LS430 er ein stórur luksusbilur
Lexus halda upp á at
teir við nýggja LS 460
hava gjørt heimsins bes
ta bil, sum varð kosin
World Car of the Year
2007. Bilurin, sum vit
royndarkoyra í dag er
forgangarin hjá LS460,
Lexus LS 430
4.3 litra V8 motorurin við 284 hk hoyrist næstan ikki inni í kabinuni
Baksetrini kunnu stillast aftur og fram hvør sær elektriskt
Lexus LS430 innan við leður og nøtutræ og allari útgerð
Motorurin
4,3 litra diesel 284 hk
Snúningsmoment
417 Nm v.3.500 snún.
0-100 km/t
6,7 sek
Bensinnnýtsla
8,3 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
225/55-17
Stødd og vekt
Longd
500,5 cm
Breidd
183,0 cm
Hædd
147,0 cm
Eginvekt
1.830 kg
Viðførisrúm
552 litrar
Lexus LS 430