Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2007 23 bilar Mazda2 verður í heyst avloystur av einum nýggjum bili við saman navnið. Talan verður um ein heilt nýggjan hatchback við fimm hurðum, sum verður teknaður og framleiddur hjá Mazda í Hiroshima Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í heyst kemur ein heilt nýggj­ur Mazda2 á marknað­ in. Meðan núverandi Maz­ da2 er meira til tey tilkom­ nu, vendir hesin nýggi sær serliga til unga ættarliðið. Nýggi Mazda2 hevur ein­ ki við forgangaran at gera – tað einasta teir hava til fel­ ags er navnið og støddin, sum er áleið tann sama. Ein nýggj­ur bilur frá topp til tá. Núverandi Mazda2 verð­ ur gj­ørdur í Valencia í Span­ ia saman við Ford Fiesta, meðan tann nýggi verður bæði teknaður og gj­ørdur hj­á Mazda í Hiroshima í Japan. Japanararnir koma eisini at tekna tann næsta Ford Fiesta, sum verður bygdur yvir sama plattform sum Mazda2. Ford eiga umleið ein triðing í Mazda. Við allari tí nýggj­u tøkn­ ini er tað vanligt, at bilarnir verða tyngri so hvørt sum nýggj­ modell koma á mark­ naðin. Men Mazda settu sær fyri við Mazda2 at gera ein lættari bil, og tað hevur eydnast teimum at gera ein bil, sum er millum 100 og 200 kg lættari enn kapping­ arneytarnir. Hetta fyri at gera bilin meira orkusparan­ di og lættan at umgangast í ferðsluni, uttan at tað á nakr­ an hátt gongur út yvir trygd­ ina. Mazda2 kemur í fyrstu atløgu at fáast við tveimum 1,3 litra motorum við ávika­ vist 75 og 86 hk og einum 1,5­litra motori við 103 hk. Seinni kemur eisini ein 1,4 litra dieselútgáva. Bilurin er gj­ørdur í sama væl umtókta ”zoom­zoom” stíli, sum byrj­aði við Maz­ da6 í 2002, síðan komu Mazda3 og Mazda5. Í heyst kemur so Mazda2 á evro­ peiska marknaðin. Nýggjur og lættari Mazda2 Nýggi Mazda2, sum kemur á marknaðin í heyst, verður bæði teknaður og framleiddur hjá Mazda í Japan Fyrsti Mazda2 fer av samlibandinum í Hiroshima Mazda2 er ein heilt nýggjur hatchback við fimm hurðum cee'd við tigandi dieselmotori Kia Ceed, ið er best kendur fyri síni sjey ára garanti, fæst eisi­ ni við einum 1,6 litra 115 hk dieselmotori, sum er sera friðarlig­ ur og kraftar væl Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Kia tóku allan bilídnaðin á bóli fyrr í ár, tá teir komu á marknaðin við Kia Ceed við sj­ey ára garanti. Bilurin fær sera góð skotsmál frá evropeiskum motorj­ourna­ listum, sum ikki ivast í at Kia við hesum bilinum hava sera góð kort á hond­ um í hørðu kappingini um evropeisku kundarnar. Ceed er gj­ørdur á eini av heimsins mest framkomnu bilverksmiðj­um, ið korean­ ararnir hava latið bygt í Slo­ vakia, og Kia Ceed er fyrsti bilur, sum kemur frá hesi verksmiðj­u. Kia Ceed fæst við 1,6 lit­ ra dieselmotori við 115HK og snúningsmomenti upp á 255 Nm við 1.900 snúning­ ar. Umframt dieselútgávuna fáast Kia Ceed fáast við trimum ymiskum bensinmo­ torum: 1,4 litur við 109 hk, 1,6 litur við 122 hk, og 2,0 litur við 143 hk. Bilurin kann síggj­ast og roynast hj­á Berg Motors. Dieselútgávan byrj­ar við kr. 226.800. Kia Ceed fæst við 1,6 litra dieselmotori við 115HK , sum er sera friðarligur og kraftar væl