hósdagur 19. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 137 - 19. juli 2007
tíðindi
Nýggi barnagarðurin á Traðagøtu fingið leiðara
Klaksvíkar kommuna hevur sett Hedvig Johansdóttir sum dagstovnaleiðara í Barnagarðinum á Traðagøtu.
Hedvig Johansdóttir, sum er 32 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur frá Ballerup Seminar í Danmark, har
hon rók prógv í 2001. Síðani hevur hon millum annað arbeitt á einari kreppumiðstøð fyri ung á Nørrebro í
Keypmannahavn, og síðani í fjør hevur hon starvast á frítíðarskúlanum Sornhúsinum í Klaksvík. Barnagarðurin
á Traðagøtu letur ætlandi upp um hálvan september. Har er pláss fyri 24 vøggustovubørnum og 40
barnagarðsbørnum. Ætlandi verða 16 starvsfólk knýtt at nýggja barnagarðinum umframt leiðaran, og hesi
verða sett í starv í løtuni, skrivar klaksvik.fo.
50.000 krónur til Asia
Reyði Krossur Føroya hevur latið 50.000 krónur til neyðhjálp
ararbeiði í suðurasia, har 800 fólk eru druknað av nógva
regninum, sum nú hevur hildið á í fleiri vikur. Afganistan,
Bangladesh, India og Pakistan eru harðast rakt, og góðar
tríggjar milliónir fólk mugu hava latið seg merkt av nógva
regninum. Hjálparleiðarin á staðnum, Nina Nobel, sigur, at
nógva vatnið hevur ført til ógvsligastu vatnflóðina í nýggjari
tíð.
Ung áhugaði í ólógligum evnum
Fitnessinstuktørur,
við 21 ára royndum
innan økið, váttar,
at áhugin í Føroyum
fyri ólógligum
vøddafremjandi
evnum hevur verið
stórur
Evnismisnýtsla
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Jana E. Thomsen, fitness
instruktørur, dylir ikki yvir,
at hon í sínum yrki javnan
hevur varnast áhuga mill
um føroyingar fyri ólóg
ligum
vøddafremjandi
evnum. Í 21 ár rak hon
heilsumiðstøðina Fragd og
Fimi í Havn. Har fekk hon
javnan fyrispurningar um
tey ymisku evnini, sum fáa
vøddarnar at vaksa skjót
ari.
Gerast bundin
– Tað vóru oftast ungir
dreingir, sum forvitnaðust
eftir steroidum og líknandi
evnum. Orsøkin var typ
iskt, at teir høvdu onkran
stóran bodybuildara sum
fyrimynd, og sum teir
fegnir vildu koma at líkjast.
Og tað skuldi helst ganga
skjótt fyri seg, sigur Jana
Thomsen.
Meiningin við hesum
evnunum er nevniliga, at
tú kanst byggja vøddarnar
upp við tí rúkandi ferð.
Men tað er eisini trup
ulleikin, tí so skjótt tú gevst
aftur, smokkar kroppurin
mest sum saman.
Ert tú fyrst byrjaður at
brúka tey, er tað tískil sera
stórur vandi fyri at gerast
bundin av teimum, greiðir
Jana frá.
Gráøki
Sambært landsapotekara
num hoyra hesi summi av
hesum evnum heima í
einum gráøki, tá tað ræður
um eyðmerking av heili
vági. Men so leingi hesi
evni ikki eru skrásett
herheima sum heilivágur,
eru allar orsøkir til at vera
á varðhaldi, tí tá kanst tú
ikki vera vís í, hvat tey
innihalda.
Undir øllum umstøðum,
er tað framvegis ólógligt
hjá einstaklingum at inn
flyta heilivág. Er fólk í iva,
so tilskilar lógin týðiliga
nær talan er um heilivág
FAKTA
Hvat er heilivágur?
Hvør hevur loyvi at innflyta heilivág?
Løgtingslóg nr. 104 frá 05.09.1988 um apoteksverkið og
heilivág
Heilivágøkið:
§ 25. Við heilivág er at skilja vøra, sum ætlað er til at geva
fólki ella dýrum til at fyribyrgja, gera av, linna, viðgera
ella grøða sjúku, sjúkueyðkenni og pínu, ella til at ávirka
likamsvirki.
Almennar reglur um heilivág:
§ 29. Bert apoteksverkið hevur loyvi til at framleiða, flyta
inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka
heilivág, um so er, at einki annað er ásett í hesi lóg ella av
reglum ásettum við heimild í lógini.
- Tað vóru serliga ungir dreingir, sum vildu hava stórar vøddar skjótast gjørligt, sum vildu vita ymiskt um eitt nú steroidir, sigur
Jana E. Thomsen, sum hevur 21 ára royndir sum fitnessinstruktørur