hósdagur 19. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 137 - 19. juli 2007
Eftir at avgerð varð
tikin um at vraka
verandi kirkju á
Glyvrum, sum
er vorðin ótíðar
hóskandi og í minna
lagi, og ein útbygging
ikki varð mett at
vera rætta loysnin,
útskrivaði kirkjuráðið
á Glyvrum arkitekta
kapping um nýggja
kirkju. Vinnarin er nú
funnin
Bygging
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sjálvt um kirkjan á Glyvrum
er í minna lagi, er hon ikki
ov lítil til vanliga nýtslu.
Orsøkin til, at kirkjuráðið
fór undir ætlanir at byggja
nýggja kirkju er, at verandi
kirkja er sera ópraktisk og
ótíðarhóskandi. Hetta sigur
formaðurin í kirkjuráðnum,
Hans Jacob Lamhauge, ið
eisini er borgarstjóri í Runa
víkar Kommunu.
Kirkjuráðið
útskrivaði
fyrr í ár arkitektakapping,
og 15 uppskot eru komin
inn. Vinnarin skuldu al
mannakunngerast klokkan
14 í Glyvra Skúla, men tað
eydnaðist okkum tíverri
ikki at fáa navnið á vinnar
anum, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Hans Jacob Lamhauge
vildi ikki út við, hvør hevur
vunnið, men sigur, at talan
verður um eina ætlan, sum
brýtur upp úr nýggjum í før
oyskari kirkjubygging.
Enn er ongin kostnaðar
meting gjørd av ætlanini,
men kirkjuráðsformaðurin
sigur, at kostnaðurin ikki
fer undir 3040 mió. krón
ur.
15 uppskot komu inn til
kappingina, og tey verða øll
sýnd fram í fimleikarhøllini
í skúlanum, sum Arkitekta
felag Føroya skipar fyri
saman við kirkjuráðnum.
Saman við fýra kirkju
ráðslimum eru tað Gunnar
Hoydal og ein norskur
arkitektur, sum hava sitið í
dómsnevndini og valt vinn
arauppskotið út.
Nýggja
kirkjan
skal
byggjast á sama øki sum
verandi ella tætt við.
Ætlanin er, at nýggja kirkj
an skal gerast ein meira inte
greraður partur av býarum
hvørvinum. Hetta kann ger
ast við eitt nú einum kirkju
torgi, sum bindur høvuðs
vegin og kirkjuna saman.
Kirkjuøkið, ið hoyrir til
Glyvra
kirkju,
umfatar
Skipanes,
Søldarfjørður,
Lamba, Lambareiði, Glyvr
ar, Saltangará og Runavík.
Samlaða upphæddin til
virðislønir og keyp av upp
skotum er kr. 300.000. Av
hesum verður latin ein
1. virðisløn upp á 150.000
krónur.
Alt týður uppá, at
bæði fyrireikarar, tón
leikarar og gestir fáa
gleða av góðum veðri
á G! Veðurmaðurin
hjá Sosialinum spáar
turt í veðrinum og
sólglottar líka til
sunnudagin
Veðurlíkindi
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Veðrið undir G! festivalinum
í Syðrugøtu var fyri tað
mesta gott í fjør, sjálvt um
eitt sindur av regni gjørdi
seg galdandi, og í ár sær út
til at verða uppaftur betri.
Veðurmaðurin,
sum
hvønn dag skrivar um
veðrið á baksíðuni í Sosial
inum, Petur Skeel Jacobsen,
spáar rættiliga gott veður
eftir føroyskum mátistokki.
Í dag og í morgin kunnu
gestirnir rokna við turrun
veðri við sólglottum, men
møguligum mjørkaflókum.
Ættin er vestan, og hitin
verður 14 til 18 stig.
Leygardagin bjóðar upp
á fleyr til gul av ymsum
ættum, turt og sólglottar.
Hitin verður millum 15 og
18 stig.
Sunnudagin kemur eitt
stívt andøvsgul av landnyrð
ingi, men tað verður eisini
turt við sólglottum, og hitin
fer at liggja milllum 12 og
16 stig.
Sostatt sær út til, at veður
gudarnir hava gjørt teirr
arbeiði, so nú er tað upp til
tey tvíbeintu at syrgja fyri,
at G! festalurin aftur í ár fer
at eydnast væl.
30-40 mió. fyri
nýggja kirkju
á Glyvrum
Sigl til G! fyri fimm krónur
Flotti skreytbáturin Pearl siglir millum Tórshavn og Gøtu á G!
Festivalinum. Um tú ikki longu hevur keypt atgongumerki til G! og
samstundis býr í høvuðsstaðarøkinum, so kanst tú fyri 1200 kr. fáa
bæði atgongumerki og ferðing til festivalin. Eitt vanligt
atgongumerki kostar 1195 kr., so fyri fimm krónur eyka sleppur tú
aftur og fram allar tríggjar dagarnar. Um tú longu hevur
atgongumerki, kanst tú verða fluttur aftur og fram fyri 250 kr.
Hetta er gott hjá teimum, ið ræðast tunnlar, eru troytt av bussum
ella bara vilja njóta ein siglitúr.
Danir drekka minni
Danir drekka minni brennivín, vín og øl enn fyrr, men
teir roykja líka illa enn. Í 2005 drukku danir 10,4 litrar av
reinum alkoholi í part, men nú vísa hagtølini, at teir
drukku 10 litrar í part í fjør, sigur hagstovan í
Keypmannahavn. Hagtølini vísa, at tað er ikki bara
brennivínnýtslan, sum er minkað, men at danir eisini
drukku eina millión litrar minni av víni og øli í fjør enn
árið fyri. Tað er verri við roykingini. Í fjør roykti hvør
dani yvir 14 ár 1.924 sigarettir í part, og tað var tað sama
sum í 2005.
Nýggja kirkja á Glyvrum verður bygd norðanfyri hesa kirkjuna, sum verður standandi til tann
nýggja er liðug
Savnsmynd
Gott veður á G!
Veðurgudarnir hjá Petur
Skeel Jacobsen, veðurmanni
á Sosialinum, lova gestunum
á G! gott veður komandi
dagarnar
Savnsmynd
Aftur í ár verður gott veður á Gøtusandi undir G!