Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 137 - 19. juli 2007 Millum summar­ gestirnir í hesum døgum er týski sendi­ harrin í Danmark Dr. Gerhard Nournney saman við konuni Ulle SENDIHARRAVITJAN Óli Jacobsen Sum nógvir aðrir gestir hava tey eisini vitjað inni á Sosialin. Tey vórðu víst runt á blaðnum og fingu eina frágreiðing um før­ oyska presssu og um tað áhugaverda økið, har blaðið húsast. Vit høvdu eitt prát við hesi fryntligu hjún um teirra vitjan, um teirra arbeiði og um sambandið millum Føroyar og Týsk­ land. Tey eru komin til Føroya partvíst fyri at síggja landið og partvíst í embætisørind­ um. Tey skuldu havt verið her, tá ið sendiharravitjan var í Føroyum fyrr í ár, men tá lá ikki fyri. Tey mest ítøkiligu ørindini eru at fáa settan ein nýggjan konsul fyri Ásu á Dul Jacobsen, sum hevur havt hetta starv í nærum 20 ár, men sum nú hevur sagt seg frá. Tað kann vera nevnt, at undan henni var pápabeiggi hennara Jógvan á Dul konsul, so starvið hevur verið í ættini í fleiri ártíggir. Spurningurin hevur verið frammi, um tað yvirhøvur er neyðugt at hava ein kon­ sul, nú talan er um eitt so avmarkað øki sum Føroyar. Niðurstøðan gjørdist tó, at Týskland framhaldandi skal hava konsul her á landi. Hetta er ikki minst umráð­ andi, nú Føroyar gerast meira og meira sjálvstøðugar á uttanríkisøkinum. Tí er tað eisini av týdningi, at Týskland er umboðað í Før­ oyum. Tað er eisini javnan, at týskarar, bæði fastbúgvandi og ferðandi, fáa brúk fyri teirri hjálp, sum ein konsul kann geva. Tað eru kanska ikki so nógvir týskarar, sum búgva í Føroyum, men økta alheimsgerðin ger jú, at fleiri og fleiri útlendingar, og eisini týskarar, koma hendan vegin og kunnu hava brúk fyri eini ella aðrari hjálp. Ása nevnir, at bert í hennara tíð hava verið seks deyðsføll, har brúk hevur verið fyri henni sum konsul. Mannagondin við útnevn­ ing av konsli er, at eitt evni verður funnið. Tað skal síð­ an góðkennast av hægsta myndugleika, og henda pro­ sessin er í gongd. Men tað verður neyvan leingi, til nýggjur konsul verður alment útnevndur. Umframt hetta hevur sendiharran vitjað ymiskar myndugleikar. Hjúnini hava verið hjá løgmanni, hjá ríkisumboðnum og hjá borg­ meistaranum í Havn. Tíð hevur eisini verið til at sæð eitt sindur av landinum, og her hava tey verið sera hepp­ in, so gott veðrið hevur verið. Sum onnur ferðafólk eru tey sera hugtikin av okk­ ara landi, sum tey ikki hava vitjað fyrr, men hvør veit um tey ikki koma aftur. Tosað var eisini um sam­ bandið millum Føroyar og Týskland. Vit hava havt munandi fiskaútflutning hagar í mong ár, og tað vóru eisini tær tíðir, tá eitt stórt tal av føroyskum fiskimonn­ um vóru við týskum trol­ arum. Heldur ikki er tað heilt sørt, sum týsk skip hava landað av fiski í Før­ oyum, og í hesum sambandi hevur eisini stundum verið neyðugt við konslahjálp. Hevur upplivað Idi Amin Gerhard Nourney, sum er føddur í 1943, er ein sera royndur diplomatur. Hann hevur arbeitt hjá týsku uttan­ ríkistænastuni síðan 1972. Hetta arbeiði fer lutvíst fram í uttanríkisráðnum í Týsklandi og partvíst við at verða sendur út sum sendi­ harri í ymisk lond. Her verð­ ur vanliga støðgað í trý ár, til aftur skal flytast, antin heim til Týskland ella til eitt annað land. Hetta kann vera hart fyri eitt familjulígv og ikki minst fyri børnini. Men tey bæði eru so heppin at hava fýra børn, og hetta ger tað lættari. Uttan mun til flyting koma børnini í hvussu er at halda saman, og fleiri tey eru, tess betur. Hetta hevur riggað væl hjá teimum. Tey hava í hvussu er verið víða um, og hava sæð lond sum eru so ymisk, sum tað kann hugsast. Fyrsta land tey virkaðu í var í Uganda, meðan Idi Amin var í væl­ maktini. Tey, sum minnast, vita, at stýrið hjá Idi Amin var eitt ræðustýri, sum setti Uganda nógv ár aftur í tíðina. Uganda var eina ferð eitt tað fremsta land í Afrika. Tað, sum Idi Amin gjørdi, var at finna synda­ bukkar fyri, at ikki alt gekk eftir vild. Tískil fekk hann rikið allar indarar av landi­ num. Men tað vóru hesir, sum tryggjaðu eitt vælvirk­ andi handils­ og vinnulív í landinum, og úrslitið varð hareftir. Tað hendi nakað tað sama sum í Zimbabwe, har tey flestu hvítu er rikin av landinum. Tá í tíðini var Kenya tað eitt av teimum frægu londu­ num í Afrika við Kenyatta sum forseta, og hagar plagdu tey at fara, tá ið onk­ ur serlig ørindini skuldu gerast og tá keypast skuldi inn. Sum alla aðra staðni, so broytist eisini her. Verandi stjórnarleiðari í Uganda eit­ ur Museveni, og nú er nógv betri vorðið í Uganda, með­ an tað er gingið hin vegin við Kenya. Onnur lond, har tey hava virkað eru til dømis Grikka­ land, Turkíið, Colombia, Frakland og nú Danmark, har tey hava verið í tvey ár. Sigast kann, at tey mugu hava upplivað eitt sindur av hvørjum. Tá trý ára skeiðið er úti hjá Gerhard Nourney, er tíð hjá honum at fara frá fyri aldur, og tá flyta tey heim aftur til Týskland. Í Týsklandi hevur Ger­ hard Nourney verið leiðari av skúlanum, har diplomatar verða útbúgvnir. Henda útbúgving er í gamla høv­ uðsstaðnum Bonn, og er nærum einasti partur av uttanríkisráðnum, sum ikki eru fluttur til Berlin, sum varð gjørdur til høvuðsstað í staðin fyri Bonn fyri nøkr­ um árum síðani. Tá tvey Týsklond gjørdust til eitt Týska uttanríkistænastan er nógv broytt í tíðini hjá Ger­ hard. Ein tann størsta broyt­ ingin man vera, tá tey bæði Týsklondini løgdu saman. Tá ið Gerhard byrjaði sítt virki á hesum øki, var tað bert vegna Vesturtýskland. DDR, Eysturtýskland, var ein harðkókaður kommun­ anistastatur, har borgararnir stórt sæð ikki skuppu av landinum, og tey vóru fá, sum trúu uppá nakra týska sameining, hóast nógv droymdu um tað. Men hetta hendi kortini, tá ið DDR skramblaði saman, og londini vórðu samanløgd. Knappliga umboðaði týska uttanríkistænastan eitt nógv størri land, sum nú gjørdist tað fólkaríkasta í Europa. Hetta hevur eisini sett síni krøv, men hevur eisini givið Týsklandi ávirkan, sum stórt sæð má sigast at hava verið gagnlig. Ein spurningur, sum tók seg upp í samband við sam­ anleggingina var, hvat ið skuldi henda við uttanríkis­ tænastuni hjá DDR. Hildið varð, at hon hevði gott sam­ band við lond, sum Vestur­ týskaland ikki hevði so nógv samband við, tí skuldi hon sleppa at halda áfram hjá sameinda Týsklandi. Men hetta kom ikki uppá tal. Eysturtýsku diplomat­ arnir høvdu helt aðrar for­ treytir og heilt aðra skúling, og teir vóru eins nógv rokn­ aður sum njósnarar av Vest­ urtýsklandi, so stórt sæð eingin, sum hevði verið við í uttanríkispoltikkinum hjá DDR, slapp at halda áfram. Einastu undantøk vóru nakrir tolkar. Annars ásannar Gerhard Nourney, at Týskland fram­ vegis kann metast sum eitt sundurbýtt land, har tey eystan fyri eru verri fyri enn vestanfyri. Men arbeitt verður fyri at javma hendan mun, og tað skuldi gagna hesi søk, at sitandi týski kanslarin Angela Merkel kemur úr gamla DDR. Tað var var stuttligt at hitta týsku gestirnar inni á Sosialinum, og vit ynskja teimum góða ferð heim aft­ ur. Týski sendiharrin í Danmark: Neyðugt við konsli í Føroyum Í túninum hjá Sosialinum. F.v. sendiharrahjúnini Ulle og Gerhard Nourney saman við Ásu á Dul Jacobsen, fráfarandi konsul Týski sendi harrin í Miðlagarðinum í práti við greinskrivaran Mynd: Jan Müller tíðindi