hósdagur 19. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2007
11
tíðindi
Umstøðurnar kring
Fróðskaparsetrið
eru á fleiri støðum
ivasamar og
sumstaðni vánaligar.
Millum hesi eru
hølisumstøðurnar
og tað manglandi
lestrarumhvørvið
hjá teimum lesandi á
hægsta útbúgvingar
stovninum í Føroyum.
Á kjakkvøldið í
Miðlahúsinum var
ljós varpað á hesi
viðurskifti
KJAKKVØLD
– GRANSKING OG
HÆGRI ÚTBÚGVING
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
– Útviklingin í framtíðini
kann bara koma úr okkara
høvdum, og ikki úr okkara
uml. 96.000 lógvum!
Nakað soleiðis tók ein
kendur retorikari og politik
ari til, tá ið orðið var givið
frítt til orðaskifti millum
áhoyrarar og pallborðsfólk.
Hesin hevði, eins og uml.
3040 onnur, leita sær oman
í Vágsbotn í Miðlahúsið á
kjakfund, sum snúði seg
um Fróðskaparsetrið og tær
heldur ivasomu umstøðurnar
kring stovnin, serliga tær
manglandi raðfestingarnar.
MFS – Meginfelag Før
oyskra Studenta – skipaði
fyri kjakkvøldinum. Hug
skotið til tiltakið kom eftir
at limir í MFS, sum hava
lisið á Fróðskaparsetrinum,
hava lagt til merkis tær
vánaligu hølisumstøðurnar
og manglandi lestrarum
hvørvið hjá teimum lesandi.
Durita L. Jóansdóttir, limur
í MFS og ein av fyriskip
arunum av tiltakinum, skilir
ikki hví umstøðurnar stórt
sæð ikki eru broyttar síðan
Setrið var stovnað í 1965.
Kjakkvøldið
eydnaðist
heilt væl, tí rættiligt kjak
tók seg upp í seinna parti
num av kvøldinum, eftir
fýra framløgur høvdu verið.
Her varð skift orð um ymisk
viðurskifti, ið gera seg gald
andi viðvíkjandi gransking
og útlitini fyri at vitanar
samfelagið, og við tí hægri
politiskari raðfesting av
gransking, av álvara skal
fáa tryggari fótafesti her á
landi. Bæði vóru meiri dap
urskygdari lýsingar havdar
á lofti. Men eisini peikaðu
summi á, at broyting var á
veg í samfelagnum viðvíkj
andi tí almenna hugburði
num til gransking og fram
leiðslu av nýggjari vitan.
Fyrst søgdu tveir næming
ar á Setrinum, Durita L.
Jóansdóttir og Rúna Jacob
sen, frá sínum upplivingum
av at ganga á setrinum. Tær
prátaðu eisini um hvussu
tær upplivdu Setrið í mun
til onnur útlendsk universi
tet. Tær peikaðu m.a. á tey
vánaligu hølisviðurskiftini
og manglandi lestrarum
hvørvið, sum krevst fyri at
fáa næmingar at støðast og
kanska fara víðari í lestri
sínum.
Human Capital
– menniskjatilfeingi
Síðan peikaði samfelags
frøðingurin Rúni Rasmus
sen á týdningin av, at eitt
samfelag raðfestir gransk
ing og vitan høgt. Tað er
ikki endiliga náttúrutilfeing
ið hjá eini tjóð, ið aleina
avger vælferðina hjá borgar
um og framgongdina hjá
hesi tjóðini. Fleiri tjóðir í
heiminum, sum hava ríkt
náttúrutilfeingi, t.d. olju,
hava stórar trupulleikar at
dragast við av tí, at útbúgv
ing og gransking ikki hava
verið raðfest nóg høgt.
Hann legði dentin á, at við
at raðfesta útbúgving høgt,
verður
menniskjatilfeingi
raðfest høgt og lunnar lagd
ir undir framgongd fyri
samfelagið.
Í bjarglendi
Jóan Pauli Joensen nam í
síni framløgu við søguna
hjá
setrinum,
ymiskar
útbúgvingar og broytingar,
sum stovnurin er farin ígjøg
num. Hanus Debes Joensen,
landslækni og fyrrverandi
formaður í setursráðnum,
segði um gransking og
hægri undirvísing í Føroy
um at tað var sum at ganga
í bjarglendi. Fyrst skuldi
tann eini fóturin standa
tryggur, áðrenn hin varð
fluttur.
Rektarin kom eisini inn á
møguligar orsøkir til, at
umstøðurnar eru sum tær
eru.
M.a.
hevði
hann
frammi, at Fróðskaparsetrið
frá byrjan av var stovnað av
nøkrum eldsálum, ið ikki
høvdu eitt so tætt samband
til politikarar. Av hesi orsøk
hevur sambandið millum
Setrið og politikaran verið
so sum so. Og tí tann muna
víst lága játtanin á fíggjar
lógini.
Hugburðsbroyting
ávegis?
Um staðfestingin, fyrst í
greinini, ber boð um, at
Fróðskaparsetur Føroya fer
at verða raðfest hægri á
komandi fíggjarlóg fer tíðin
at vísa. Og tað tóktist sum
um, at fólk vóru samd um
framtíðin er spennandi við
víkjandi gransingarøkinum,
og um, at ein hugburðsbroyt
ing úti í føroyska samfelag
num er í ferð við at henda.
Orðingar úr Visjón 2015
sláa tað stórt upp, at Føroyar
skulu mennast á gransking
arøkinum. Men fíggjarlógin
í ár ber ongi boð um hægri
raðfesting, tí heldur ikki í
ár fekk universitetið størri
játtan.
Setrið undir sjóneykuna
• Fýra framløgur eftir: Rúni Rasmussen,
samfelagsfrøðingur og deildarleiðari á Almannastovuni
– Durita L. Jóansdóttir – Rúna Jacobsen lesandi á
Setrinum – Jóan Pauli Joensen, rektari á
Fróðskaparsetur Føroya
• Mentamálaráðið varðar av Fróðskaparsetrinum
• Fróðskaparsetrið var sett á stovn í 1965
FAKTA
Úr Visjón 2015 (Grundar
steinur útbúgving)
Bert við einum felags
bygningi fáa vit
fyrimunirnar við einum
sterkum, lærdum
háskúla. Ein seturs
bygningur skal tí verða
bygdur til endamálið í
Marknagili, har Fróð
skaparsetur Føroya
hevur eitt stórt grund
øki. Hesin seturs
bygningur verður ein
stoltleiki og eitt sterkt
andlit, bæði inn og
úteftir.
Eini 40 fólk móttu til kjakfund um Fróðskaparsetur Føroya, sum fór fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni
Í kjakpanelinum um Fróðskaparsetur Føroya í gjár luttóku Rúni Rasmussen, samfelagsfrøðingur, Jóan Pauli Joensen, rektari, Durita L. Jóansdóttir, ið hevur lisið á Fróðskaparsetrinum, Runa
Jacobsen, lesandi og Stefan í Skorini, ið var orðstýrari