Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 19. juli 2007 13 viðmerkingar Eitt aftursvar til Súna Fríða Barbá, sum niðurger AB í samrøðu við Dimmalætting tann 13. juli. Sum orðatakið sigur: Ikki kasta við steini um tú sjálvur býr í glashúsi! Tú sigur, at núverandi leiðslan í AB hevur ongar royndir. Tað er partvíst rætt, men eg haldi ikki at niðurstøðan hjá nevndini hevur verið óbúgvin. Persónligt haldi eg ikki at títt ár í ár sum fótbólts­ pælari hevur verið sera sannførandi, og tað rokni eg eisini við, at tú heldur sjálvur. Mín forkláring upp á tað er, at tú hevur brúkt ov nógva orku upp á at pleyga títt "hjálpar­venj­ ara" starv ístaðin fyri at spæla fótbólt, tí havi eg sjálvur argumenterað fyri, at tú skuldi vera spælari og ikki hjálparvenjari. Tú sigur, at tú ert skuffaður av AB. Minnist tú ikki sjálvur, hvussu tú hevur uppført teg ímóti AB? Ella er alt farið í gloymibókina? Hvør hevur brotið avtalur okkara millum fyri triðju ferð nú? Hvør stillaði seg upp í AB veitsluni í 2005 og segði, at hann var 100% í AB árið eftir? Hvør fekk løn í steðginum frá AB, tí hesin spælarin skuldi vera við komandi ár 100%. Men so fekk tú jóla­ dunnuna hjá táverandi for­ manninum at venda sær í ovninum við at senda ein sms sjálvan jólaaftan, um at tú ikki vildi vera við í AB meira. Hvør var tað sum kom til nevndina í summarsteðg­ inum og vildi hava meira í løn, tí annars fór tú í annað felag, tí títt ár hevði hilnast so væl? Og so snakkar tú um pengamenn? Hvør var á veg til bæði eitt og annað felag beint áðrenn flytingarvindeygað smekkaði í í februar, hóast viðkomandi hevði sáttmála við AB? Kundi tú ikki bíða ein dyst áðrenn tú fór hesaferð? Tú segði tú vildi halda fram, ella um ikki annað hugsa um tað. Men tú valdi tað ringasta tíðspunktið at gera tað uppá – og tað er heilt ófatuligt í mínari verð! Tveir dagar áðrenn dystin móti B71, sum hevði so stóran týdning fyri Argir! Nei góði Súni Fríði Barbá, eg havi sjálvur hildið, at tú hevur gjørt nógv gott fyri AB ta tíð, tú hevur verið her úti. Naivur sum eg eri, havi eg borið yvir við tær, fyri hesu býttu gerðir tú hevur gjørt ímóti okkara kæra felag úti á Argjum. Og so skal tú spilla okkum út í almennu Føroyum? Og fáa øll fólk at síggja niður á okkum orsaka av eini beistagerð, sum tú sjálvur hevur gjørt? Tú hevur verið pleygaður í høvd og reyv úti á Argjum. Borin á gullstóli, pleygaður sum ein kongur, sjáldan er nakar pleygaður so væl, sum tú hevur verið. Menn hava gingið og hildið tær í hondina síðani dag eitt. Alíkavæl kanst tú niður­ gera okkum soleiðis? Tú fært tað eisini at ljóða, sum um allir hasir spælar­ arnir eru givnir orsaka av, at tú ert farin? Allir uttan tveir av hasum fóru langt áðrenn teg! Men tú sigur einki um teir spælararnar, sum eru komnir út har. Hví? Hevði tað ljóðað for positivt? Er meiningin bara at niðurgera AB? Til stuttleikar kann eg nevna, at hatta við 80­ 100.000 er tað reina pá­ spinn frá tínari síðu. (reyp frá tínari síðu!) Til seinast vil eg ynskja tær góða eydnu í framtíðini. Ein skuffaður AB'ari Jan Zachariasen: Eg eri vónbrotin av Súna Fríða Barbá Jan Zachariasen Í Dimmalætting nr.135/2007 úttalar Harra Jens­Kjeld Jensen úr Nólsoy seg um, at eingin lomvigi er til undir oynni hjá Viðingum. Hann grund­ gevur hettar við at siga frá, at hann hevur verið ein túr við Alpha Pilot har úti tann 13. juli. Eg skal vátta, at tveir menn komu umborð til okkum tann 13.juli, sum vit ikki kendu. Vit vóru eitt sindur illa við – ivaðust í, um tað vóru ivirgangsmenn – teir hugdu niður og tosaðu ikki við fólk – og allar minst við meg. Tað skuldi vísa seg seinri, at annar av hesum var Jens­Kjeld úr Nólsoy. Tað sást týðuliga, at Jens­Kjeld hevði tikið eina støðu í lomvigaspurn­ inginum upp á forhond. So tað burdi ikki veri neyðugt at komið við okkum hend­ an túrin. Men hesir dóma­ dagsprofetarnir marknaðar­ føra seg sjálvan við at lata so illa at, sum gjørligt og tann, sum er mest nega­ tivur; hann er kattakongur. Ístaðin fyri at siga tingini, júst soleiðis sum tey eru. Hendan dagin Jens­Kjeld var við okkum, var lítið av fugli at, eingin hellifuglur og mestsum einki á sjón­ um. Tað skal eg geva Jens­ Kjeld rætt í. Men at geni­ ralisera hettar at galda fyri alt summarið, íð farið er, er burtur úr vón og viti. Tí tað var júst hettar, sum var “musikkurin” í hansara grein í dimmu. Og roynt var at gera Danial Lyder­ sen til lygnara ella í besta føri til ein óseriøsan mann, man ikki skuldi lurta eftir. Grundin til at Jens­Kjeld kemur við Alpha Pilot er tann, at eg havi dittað mær til at svara spurningum frá einum útvarpsmanni 11. juli har eg segði millum annað fylgjandi: “At tað hevur verið so trongligt á rókunum, at tað fær neyv­ an sitið meira”. Her meinti eg við, at hettar var gald­ andi teir behagiligu dagar­ nir í summar, sum ikki hava verið nógvur av og tá eg her tosi um lomviga­ røkur so er tað vituliga tær røkurnar har lomvigi er eftir (og ikki um allar tær tómu røkurnar har úti). Nú minnist eg ikki, um júst hettar framgekk nóg týðu­ liga í sendingini? Alt annað líka so fær hettar Jens­Kjeld upp við rassi­ num. Nei hasin viðingurin skal niður við nakkanum. (Tað skal týsdags­dimma, sum kemur í hvørt hús nokk ordna). Hann skal ikki koma og oyðileggja spælið hjá okkum dóma­ dagsprofetum, og so allar minst hjá vísmanninum úr Nólsoy, Harra Jens­Kjeld. Nei, Jens­Kjeld, hendan her “jeg alene vide” probaganda hjá tær skal ikki standa ósvarað. Tú kanst útala teg um títt øki, men lat hinar um sítt. Vísmaðurin úr Nólsoy sigur við Dimmalætting eisini, at eingin lomviga sat á sjónum undir Við­ oynni 13.juli. Hann veit kanska ikki, at hettar var tíðin, tá viðingar góðust við at royna við snerru, tí eingin lomviga var eftir á sjónum hálvan juli. Jens­Kjeld kemur ofta við úttalilsum, hvar ein bjargamaður bert ristir við høvdinum. Eg kann endur­ taka tað einaferð afturat: Tað hevur verið so nógv lomviga úti undir oynni hjá viðingum í ár, at tú skal nøkur ár aftur fyrir at røkka tí sama. Tað hevur verið nógvur hellifuglur og almikið hevur sitið á sjónum einsvæl og tætt hevur sitið á rókunum. Hettar er galdandi fyri teir “behagiligu” dagarnir, sum ikki hava verið mangir í summar. Eg skal her við­ merkja, at viðingar brúka orðafellið “behagiligt” tá væl veit við, bæði við ætt og sýni og tessvegna nógvur fuglur er at. Grundlógardagin var ein 80­ára gamal bjargamaður av Viðareiði við okkum. Honum dámdi væl støðuna við lomviganum í ár. (Her samanlíkna vit sjálvsagt ikki við hvat var fyri 50 árum síðan). Og eg fari ikki at góðtaka, at Jens­ Kjeld hevur betri metingar­ evnir enn hesin gamli viðingurin. Eftir grundlógardagin var enntá nógv, nógv meiri fuglur. (Her skal eg eisini viðmerkja, at tá viðingar siga “fuglur” so meina teir við lomvigan. Lundi er ikki “fuglur” tá tosað verður upp á henda mátan. Meina teir lunda, so siga teir lunda). Áðrenn eg sleppi Jens­ Kjeld, fyri kemur tað mær løgi, at alt hettar negativa tosi um Enniberg, Alpha Pilot, og Danial Lydersen, kemur í kjalavørrinum av, at lomvigin var horvin í Vestmannabjørgunum og ein heil tourist­atraktión er mestsum farin fyri bakka. Spurningurin er so: Var Jens­Kjeld “sendur” av nøkrum???? Onkur, sum lesur hesar reglur ivast kanska í um Danial Lydersen er rættur maður at úttala seg um fuglin undir oynni. Helst er nógvir, sum eru betri til hettar enn eg. Eg byrjaði við at koma út undir oynna í 1950­ árunum. Í 1956 og 1957 royndi eg við snerru, saman við øðrum, har úti og havi verið ein túr (onkuntíð fleiri) hvørt summar Undir oynni. En havi sitið og eygleitt røkurnar og siti undir hvat teir gomlu bjargamennirnir søgdu frá um fuglin eins­ væl og øll staðarnøvnini har úti, soleiðis at eitt sindur má eg duga at meta um lomvigan. Rætt skal verða rætt, at tað er nógv minni lomvigi til undir Viðoynni nú enn tað var fyri 50­árum síðan. Síggi at Dímunarbóndi sigur at lomvigan er minkað niður í 10% í Dímun, í hansara tíð. So illa haldi eg ikki tað stendur til á Viðareiði, um eg brúki tey seinastu 50 árini at meta meg eftir. Men, at hon er nógv minni, ja, tað er rætt. Í ár havi eg valt at meta meg eftir hvat ið var seinast ár, við tað, at eg var mestsum hvønn dag har úti. Verður heilsan, so verður metingin komandi ár grundað á hvat var í ár og í fjør. Og soleiðis kemur tað at ganga, ­ um væl veit við. Eg havi valt ikki at taka árini við framman fyri árið 2006, av teirri einfaldu orsøk, at eg havi verið so fáar túrar har úti í hesum tíðarskeiði, ­ men á hvørjum ári ein ella fleiri túrar, kortiltí. Tað er so ymist, sum fuglur er at. Ert tú har úti tá einki er at, ja, so kan man ikki skera alt ivir ein kamb og siga at fuglurin er rýmdur. Teir góðu dagarnir í ár hevur verið so trongligt á rókunum, at tað fær valla siti meira. Og tað hevur verið so nógvur fuglur á sjónum, onkara dagar, sum eg ongantí áður havi sæð. Minnist serliga, at vit taldu ivir 80 hellifuglar inni á Stillinum í Drangi og sama dag sótu umleið 40 fuglar undir Salsarnum í Settorvu og mestsum tað sama inni við Holið. Hettar er nógv hjá viðingum. Men fuglur­ in uppførir seg ikki sum fyrr. Undir Hásetrinum í Torvu hevur sitið lítið – at kalla einki. Og lomvigan “flýgur” ikki longur. Um tú sat á tongunum, tað veri seg á Drangfótinum, Altarinum ella á eystara Rivtanga, hugsi eg at man var hvassur. Fyrr var tað so, at lomvig­ an fleyg hægri út á summ­ arið. Og Jacob Martin Jacobsen komu upp í 500 Uppi undir Riv. Slíkt er púra aldeilis óhugsandi í dag. Í skrivandi løtu er nógv minka av lomvigi í Drang­ inum, Tað kan Bergur Olsen eisini vátta. Hann var við okkum ígjár. Tá vit komu inn um Máttagronina (t.e. Høddarøðin) og hugdu ivir á Drang, sótu allar og vendi baki út eftir. So tað kundi títt uppá, at tær høvdu pisu innanfyri. Men tað er eisini eitt sindur ringt at síggja (eisini fyri Jens­Kjeld), tí røkurnar eru so mikið breiðar, at illa sæst uppá tær frá báti. Á innara­ einsvæl og uttara Píningi var mestsum alt fari. Lítið og einki var eftir í Rókini í Drangsundinum, sum er besta rókin í Drangi; men hon er so breið og liggur so mikið høgt uppi at her ber illa til at meta um frá báti. Upp í Stóra Skort sæst alt ikki. Men niður gjøgnum Eyguni sat heilt fitt enn. Og í Hetteyganum sat beinleiðis nógv. Eg fari at enda her. Men fari líka at viðmerkja til seinast, at eg havi ikki verið einsamallur við Alpha Pilot har úti. Tað er ein maskinmeistari við eisini. Og so øll tey nógvu føroysku ferðafólkini. Hesi hava eisini sæð okkurt!! Á Viðareiði hin: 18. juli 2007 Fær ikki sitið meira fuglur á rókunum... Danial lyDersen lll#_Vkc^#[d ¸K^g`^c d\k^g^hb^`^a