hósdagur 19. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 137 - 19. juli 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Snotiligi vinnubygn
ingurin ”Heiðahúsið”
í Saltangará varð
alment tikin í nýtslu
fríggjadagin 29. juni.
Í húsunum eru ymisk
sløg av leigumálum
til handlar, og skriv
stovur og onnur
vinnurekandi. Húsið
er liður í eini størri
verkætlan
Móttøka
Fríggjadagin 29. juni var
almenn móttøka í nýggja
vinnubygninginum ”Heiða
húsið” á Heiðavegi í Sal
tangará, har ymisk tiltøk
vóru. Til dømis var ein
møblaframsýning og Kór
Glyvra Kirkju, við Mein
hard Bjartalíð sum leiðara,
sang.
Eigari og byggiharri av
Heiðahúsinum er Sp/f Ogn
arfelagið Saltangará, sum
er stovnað av Norðoya
Sparikassa og TN Bygging.
Byggiverkætlanin
Heiða
húsið hevur verið eitt sam
starv millum fleiri ymiskar
fyritøkur umframt TN Bygg
ing og Norðoya Sparikassa.
Sp/f TN Bygging hevur
havt evstu ábyrgd av byggi
verkætlanini
Heiðahúsið,
meðan Norðoya Sparikassi
hevur havt alt viðvíkjandi
fígging og ráðgeving um
hendi í samband við byggi
verkætlanina.
Í húsunum eru ymisk
sløg av leigumálum, bæði
til vinnurekandi, handlar og
skrivstovur.
Sum
nakað
heilt nýtt bjóðar húsið eisini
leigumál,
sum
umframt
hølir eisini fevna um skriv
stovuinnbúgv og útgerð,
soleiðis at leigumálini eru
klár at taka í nýtslu.
Heiðahúsið er liður í eini
størri verkætlan, har hildið
verður fram við einum
størri bygningi eftir sama
leisti. Miðbygningurin kem
ur tá íð hann er liðugur at
eita Heiðahúsið, og bygn
ingurin sum móttøkan var í,
broytir tá navn frá bert at
eita Heiðahúsið til Heiða
húsiðSuður.
Í miðbygninginum vera
handlar, skrivstovur, goymsl
ur og íbúðir. Bygningurin
verður uml. 2600 fermetrar
fordeilt á yvir fýra hæddir.
Goymsla og parkering í
kjallaranum, handlar og
skrivstovur í veghæddini og
á 1. og 2.hædd vera íbúðir.
TN Bygging byrjaði virk
semi sítt í 1998 við bert
einum til tveimum starvs
fólkum. Síðan hevur fyri
tøkan verið í støðugari
menning og varð tískil
umskipað til smápartafelag
í 2001. Sekstan fólk eru í
starvi, og virksemið umfatar
bæði byggivirki og tekni
stovu.
Vit hava lagt okkum eftir
at projektera og fremja
størri og minni arbeiðsupp
gávur, sigur Torben Nielsen
stjóri í fyritøkuni, sum legg
ur afturat, at um onkur er
áhugaður í at síggja verk
ætlanina og møguliga leiga
sær eitt handils ella kontór
høli, eru tey vælkomin at
venda sær til Sp/f TN Bygg
ing á Heiðavegi 25.
mg
Heiðahúsið tikið í nýtslu
Torben Nielsen (h.m.), stjóri, handar kórleiðaranum Meinhardi Bjartalíð ein gávukekk, ætlaður
til uttanlandsferð hjá kórinum
Nógv fólk var komið saman at hoyra kórið syngja
Eyðfinn Reyðberg,stjóri í Norð
oya Sparikassa, segði eisini
nøkur orð undir móttøkuni
Hans Jákup Lamhauge
borgarstjóri segði nøkur orð