hósdagur 19. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 19. juli 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Kistan við Napoleon
Johansen,
Miðvágur,
vanliga nevndur Pole,
kemur í Miðvágs kirkju
í kvøld kl. 19, har bøn
arhald verður. Jarðar
ferðin verður fríggja
dagin 20. juli kl. 14.
Tey, sum vilja minnast
Napoleon, kunnu lata
eina gávu til Missións
húsið í Miðvági
Lítli Jan Karl Vidtfeldt,
sonur Marin Elisabeth
og Kristoffur Vidtfeldt,
andaðist á Landssjúkra
húsinum 18. juli. Jarðar
ferðin
verður
lýst
seinni.
Johanna Olsen, Vest
manna, andaðist á Sýn
inini í Miðvági týsdagin
17. juli 88 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Vestmanna kirkju leyg
ardagin kl. 16. Tey, ið
ynskja at senda blómur
ella krans, kunnu í
staðin lata eina peninga
gávu til heimið á Sýnini,
konto í peningastovni
num.
Helgi Mørkøre, vanliga
nevndur Helgi hjá Ki,
andaðist brádliga miku
dagin 18. juli í Klaksvík,
64 ára gamal. Farið
verður úr kapellinum
fríggjakvøldið kl. 18 úr
Klaksvíkar sjúkrahúsi
heim í kirkjuna. Jarðar
ferðin verður leygardag
in kl. 12. Sungið verður
úr sálmabókini.
Kistan
við
Berint
Berthelsen
kemur
í
Sjóvar kirkju hóskvøldið
klokkan 19. Jarðarferðin
verður úr Sjóvar kirkju
fríggjdagin kl. 14. Tey,
ið vilja minnast Berint,
kunnu lata eina peninga
gávu til Føroya felag
móti
Krabbameini.
Konto í peningastovu
num.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
20. juli. Elias. Dagurin verður hildin til minnis um profetin Elias, sum Kongabøkurnar í Gamla testamenti
siga frá. Í Føroyum hevur hann fingið navnið Líggjas. Bíbilskt navn, ið merkir Jahve er Guð mín.
Prógv
Tann 16. juli 2007 fekk
Jóhan Syderbø,
Hoyvík, MSc prógv í
verkætlanarleiðslu frá
The University of
Greenwich, School of
Architecture and
Construction í London.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara kæri maður,
pápi, verpápi, abbi og langabbi
William Holm Jacobsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri vøkur og troystarík orð í kapellinum og í
Ebenezer. Takk til Dupultkvartettina fyri vakran
sang. Takk til urguleikarar og gravarar. Takk fyri
heilsanir, uppringingar, vitjanir, bakstur, blómur
og kransar. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Margith
Kristian, Lív, Poul og Julianna
Góða vinkona mín Sanna
Hentze fylti 17 juli 50 ár.
Sanna er fødd á Skála og
uppvaksin í Havn, dóttir
Ingibjørg og Herluf Andrea
sen.
Hon
giftist
Levi
Hentze, Heiman av Sandi, í
1977 og fingu tey børnini
Bjørg og Pætur.
Vit komu at kennast á
Læraraskúlanum í 1992,
har vit gingu í sama flokki,
og gjørdust vit skjótt bestu
vinkonur. Nógvar stuttligar
og hugnaligar løtur hava vit
havt saman, og ikki minst
hava vit altíð havt nógv
áhugavert at práta og kjak
ast um.
Serliga góðir hava teir
nógvu longu gongutúrarnir
verið. Sum balsam fyri sál
og likam.
Eitt sum eyðkennir Sannu
er, at hon altíð ”er í sving”,
sum tikið verður til. Altíð
er okkurt nýtt á skránni, og
henni dámar sera væl nýggj
ar avbjóðingar. Ja, ikki er
lætt at ímynda sær hana utt
an eitt nýtt spennandi pro
sjekt fyri framman.
Ta tíð, eg havi kent hana,
hevur hon tikið útbúgving
sum lærari, zonuterapeutur
og roykiavvenjari. Haraftur
at fór hon fyri fáum árum
síðani
bachelorútbúgving
innan
kost,
rørslu
og
heilsu.
Fólkaheilsa, ítróttur og
sunnur lívsstílur hevur altíð
havt hennara stóra áhuga,
og longu á ungum árum
opnaði hon handil ”Spíran”,
sum seldi økologiskar mat
vørur.
Á Læraraskúlanum hevði
hon ítrótt sum linjufak, og
tók hon eisini svimjilærara
prógv, tó at sigast skal, at
tað, at skula kava frá 3 met
ur vippuni var beiskur biti
at svølgja.
Sera kreativ og dugnalig
er hon til handaligt arbeiði,
og ikki óvæntað fekk hon
eitt flott 11 tal í handarbeiði
á Læraraskúlanum.
Eftir lokna læraraútbúgv
ing fekk hon starv í Hoy
víkar skúla, har hon hevur
arbeitt síðani.
At arbeiða við børnum
og at undirvísa hevur hon
serstakliga gott hegni til og
at læra børnini góðar og
sunnar kostvanar er eitt av
hennara fremstu aðalmál
um.
Sigast kann, at Sanna er
áhugaverd kvinna við stór
ari drívmegi. Eisini kann
sigast, at hon er fitt, hjálp
som og hjartagóð. Hon hev
ur stóra umsorgan fyri sín
um kæru, sum hon altíð
rættir eina hjálpandi hond,
tá ið á stendur.
Góða Sanna, tú ert og
hevur altíð verið ein sera
góð og trúføst vinkona.
Takk fyri alt tú ert fyri meg
og hjartaliga tillukku á 50
ára degnum.
Vónandi fáa vit eitt gott
veitslukvøld
leygardagin
21. juli í Starvsmannafelags
húsinum.
Tær kærastu heilsanir
Jónvá
Sanna Hentze 50 ár
Í sambandi við at
Marjun Smith fer úr
starvi sum leiðari
á Lágargarði tann
1. august 2007 og
Meta av Fløtum
tekur við, verður
móttøka á Lágargarði
fríggjadagin 20. juli
Leiðaraskifti verður á Lágar
garði í Havn tann 1. august,
tá Meta av Fløtum tekur við
sum leiðari eftir Marjun
Smith, sum hevur verið leið
ari á stovninum, síðan hann
læt upp í 1987. Í hesum
sambandi verður móttøka á
stovninum fríggjadagin 20.
juli frá kl. 1518.
Meta av Fløtum er 53 ára
gomul og ættað úr Porkeri,
men er búsitandi í Havn.
Hon tók prógv sum sjúkra
røktarfrøðingur í 1977 og
hevur drúgvar royndir innan
yrkið. Seinastu tíðina hevur
hon røkt starvið sum leiðari
fyri
Heimatænastuni
í
Suðurstreymoyarøkinum.
Meta byrjaði á Lágargarði
1. juli, og hevur hon arbeitt
saman við Marjun Smith
fyrsta mánaðin í nýggja
starvinum. Uppgávan hjá
leiðaranum á Lágargarði
fevnir um leiðslu og starvs
fólkaviðurskifti, eins og
hon hevur umsitingarligu
og fíggjarligu ábyrgdina av
stovninum.
Á Lágargarði eru umleið
100
starvsfólk
og
46
búpláss til eldri fólk og tvey
umlættingarpláss, umframt
at 36 eldri fólk gera brúk av
tilboðnum á dagstovninum.
Talan er um eitt tilboð til
teirra, sum búgva heima,
men sum koma á stovn um
dagin.
Eisini hava tey tilboð til
heimabúgvandi pensionistar
um fysiurgiska venjing.
Á Lágargarði gera tey
eisini mat til eldri fólk, sum
ikki sjálvi orka at keypa inn
og gera sær mat sjálvi.
Matur verður koyrdur heim
til yvir 100 fólk hvønn ein
asta dag.
mg
Leiðaraskifti á Lágargarði
Meta av Fløtum (v.m.) avloysir Marjun Smith í leiðarastarvinum á Lágargarði