Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 137 - 19. juli 2007 tíðindi Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tað eru summar ættir, sum eru sera væl umboðaðar við gravsteinum í kirkju­ garðinum, men tilsamans eru kortini heilt nógvar ættir, sum eru umboðaðar við gravsteinum. Frásagnirnar í hesum teigi eru í eini tilvildarligari røð, og strembað verður eftir so breiðari umboðan sum gjørligt. Ein ætt, sum er sera væl umboðað er Restorff. Hon er eisini ein sera spennandi ætt, sum byrjar við Martin Christian Restorff (1816­ 1897), sum kemur til Før­ oyar í 1848 at vera bakari, og sum gjørdist ein stór­ maður og heiðursborgari í Havn. At hann júst er grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi er annars ein áhugaverd søga, sum vit fara at koma aftur til. Hesa ferð fara vit at um­ røða tveir systirsynir gamla Restorff. Hann átti tvær systrar, Marie og Jette. Jette gjørdist vermóður Elith Reumert, sum varð pápi Poul Reumert, báðir vóru kendir danskir sjón­ leikarar. Maria giftist við ein hernaðartónleikara, sum kallaðist Chr. Peter Andersen. Tey fingu fleiri børn, og her verða umrøddir synirnir Rudolf og Peter Andersen, sum komu at hava eitt serligt tilknýti til Føroyar. Álitið hjá mammubeiggjanum Rudolf varð fremsta álit hjá mammubeiggjanum gamla Restorff, og tað var Rudolf, sum stóð fyri tí dagliga rakstrinum av hansara virksemi. William Heinesen skrivar, at tann veruleiki, at upprunaliga fyritøkan hjá Restorff hóast alt gjørdist 70 ár, var fyrst og fremst Rudolfi fyri at takka. Fyritøkan hevði vist kunnað hildið áfram, um ein »nýggjur« Rudolf Andersen hevði kunnað tikið við. Hann var samb. William ein »købmand af den gamle skole. Han holdt af at handle, arrangere, skalte og valte på sin stil­ færdige og altid ligesom anonyme måde. Et stille og diskret, tilsyneladende fleg­ matisk væsen var overhov­ edet karakteristisk for denne høje magre mand men det venlige, lune ansigt… Onkel Rudolf var altid på sin prunkløse måde en slags enehersker over Frederiksvaag. Det gik ud­ mærket så længe han var vel ved magt...« Rudolf er føddur umleið 1845 og kom til Føroya 14­ 15 ára gamal. Hann gjørdist enntá løgtingsmaður. Rud­ olf flutti til Danmarkar á ellisárinum, har hann doyði og varð jarðaður. Hann hevur tískil ikki nakran gravstein í Føroyum, men tað hevur beiggi hansara Peter hinvegin. Spældi fagott í Kgl. Kapellinum Peter Herman Andersen var føddur 4/9­1847 og starvaðist innan kongaliga kapellið sum fagottleikari. Hvørt summar, tá ið konga­ liga kapellið fór í summar­ frí, pakkaði hann kuffertið og kom til Føroyar at vitja bróðurin Rudolf og systrina Jacobinu Mariu Restorff, ið var gift við syskina­ barninum Frants Restorff, kallaður gamli Frants. Tá ið veðrið var gott, dámdi honum væl at fiska skrubb­ ur og annan smáfisk á Vestaruvág og úti í Sanda­ gerði við lítla báti sínum Snilken. Annars fekk hann tíðina at ganga við at lesa, roykja og vitja vinir og ættarfólk, sum hann átti nógv av her í Havn. Hann var eisini ein frálíka góður klaverleikari, og stemmaði hann klaver fyri fólk. Tá ið summarið fór at halla, fór hann so aftur til København at arbeiða og spæla hjá kongaliga kap­ ellinum. Johan Restorff Jacobsen meinar at hava lisið, at hann var vanur at ferðast við skipunum hjá Restorff, Frederiksvåg og Johannu, har hann altíð var ein vælkomin ferðamaður. Norska tónaskaldið Johan Svendsen, sum eina tíð var operaleiðari í København, nevndi onkuntíð Peter Andersen sum eitt gott fyridømi fyri yndisliga og vakra spæl sítt. Fremmandir dirigentar ella tónleikaleiðarar, sum komu til København, og har stjórnaðu tí kongaliga kapellinum, lurtaðu undr­ andi á vakra og yndisliga spælið hjá honum og kundu fara av dirigentstólinum oman til teirrra og bera honum eina tøkk. Men tað gjørdist ongantíð nøkur samtala teirra millum ann­ að enn, at hann æt Andersen og var ættaður úr Føroyum. Tað var hann ikki, men hann man hava kent seg sum føroying kortini. Peter er eisini nevndur í dagbókini hjá Petur Alberg, sum hevur verið endurgivin í Miðvikuni, har hann hev­ ur spælt í Havnar kirkju, har Petur Alberg skrivar 15. jul 1898: I aften Kl. 8 var jeg til Kirkekoncert. Kgl. Kapel­ musikus Peter Andersen spillede paa Fagot. P. And­ ersen er enestaaende Fag­ otspiller i Europa. Kgl. Kapelmusikus Hans Peter Møllerup spillede paa Fløj­ te og Orgel og ogsaa sang Peter Andersens Søster. Fru Restorff (Frants Restorffs Kone) sang forskellige Sal­ mer til deres Spillen. Det hele var dejligt at høre paa. William minnist hann eisini at hava spælt í kirkj­ uni. Hann greiðir eisini frá, teir einaferð vóru á floti: Jeg erindrede engang selv som barn at have været med på en fisketur sammen med onkel Peter. Fiskeriet foregik som sædvanligt ind­ enskærs, det vil sige inden mellem skibe og både på Vestrevåg fra en saltgen­ nemtrukken og solsprukken lossedam, som var bygget om med rene bastpressen­ inger, og så vidt jeg husker også med en stol til onkel Peter. Udbyttet af turen var =0, og onkel Peter foreslog derfor, at vi skulle spise agnet til middagsmad. Vi baksede saa den tunge pram til land og gik hjem til os, hvor der også ganske rigtigt blandt andet kom kogte blåmuslinger på bor­ det. Peter Andersen gjørdist riddari av Dannebrog fyri sítt frálíka góða spæl, men hetta tók hann ikki so há­ tíðarligt, ei heldur gjørdi hann nakað hóvasták burt­ ur úr hesum. Tá ið Peter Andersen fór frá við eftir­ løn, flutti hann til Føroyar at búgva, her hann doyði ógiftur 72 ára gamal tann 2/6­1920 og varð 4/6 jarð­ aður úr Havnar kirkju í tann gamla kirkjugarðinum undir Svínaryggi. Hansara gravstein hava vit funnið fram til við hjálp av Helga í Brekkunum, og tí kann hann saman við beiggjanum Rudolf koma við í hesa røð. Tað er ikki eydnast okkum enn at finna eina mynd av Peter. Keldur: Johan Restorff Jacobsen William Heinesen Peter Alberg. Systirsynir Gamla Restorff – Rudolf og Peter andersen Sum lesararin av hesi røð kanska hevur fingið fatan av, eru nógvar áhugaverdar søgur at finna í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn. Hetta verður ikki minst váttað av teirri »Fortegnelse over Begravelses Pladserne i Kirkegaarden udenfor Byen«, sum tekur við í 1869. Hetta yvirlit er sera áhugavert. Her eru ikki færri enn 2000 nøvn á fólki, sum eru grivin her. Hetta eru umframt tey, sum eru grivin nærum 100 ár frammanundan, sum kanska eru onnur 1000. Hetta merkir, at grivið má hava verið fleiri ferðir í mongum grøvum. Tað er greitt, at tað er bert eitt fátal av hesum gravum, sum hava gravstein. Men hóast hetta eru so nógvir gravsteinar, at tað kunnu skrivast nógvar søgur út frá teimum he n d u r ið sl ep t u Innskriftin á gravsteininum er hendan: FHV KGL KAPELMUSIKUS PETER ANDERSEN 4.9 1847 2.6 1920 Rudolf Andersen var høgra hond hjá gamla Restorff Í hesum húsunum niðast í Tróndargøtu búðu brøðurnir Rudolf og Peter Andersen Hetta er gravsteinurin hjá Peter Andersen Næstu ferð: Gumman hjá Petur Háberg Tann næsta grøvin vit koma at umrøða er tann hjá Onnu Petersen, dóttir gamla Knút skómakaran. Anna varð fyri einum 30 árum síðani kend sum gumman hjá systirsoni­ num Petur Háberg.